Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

SM/ód

17. fundur 

Ár 2019, hósdagin 10. oktober, kl. 10.32, varð tingfundur settur.


Løgtingsmenninir Henrik Old, Bjørt Samuelsen og Páll á Reynatúgvu og landsstýrismenninir Jacob Vestergaard, Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Farloyvi:
Skriv frá Høgna Hoydal, dagfest 10. oktober 2019, um farloyvi sambært § 63 í Tingskipanini, og at næsti á lista Tjóðveldis tekur sæti

Formaðurin heitti á Jákup Mikkelsen, Heðin Mortensen, Edvu Jacobsen, Kristinu Háfoss og Ruth Vang, um at kanna, hvør er næst valdur á lista Tjóðveldis


Fundur niðurlagdur kl. 10.34
Fundur uppafturtikin. kl. 10.40

Jákup Mikkelsen mælti vegna seg sjálvan, Heðin Mortensen, Edvu Jacobsen, Kristinu Háfoss og Ruth Vang, at næstur á lista Tjóðveldis er Páll á Reynatúgvu

Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Páll á Reynatúgvu tekur sæti á tingi:

Til viðgerðar:

 

1.     Framløga
Løgtingsformaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í ting
máli nr. 5/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019-2

 

Frávik
Formaðurin las skriv frá Jákupi Mikkelsen, Jóhan Dahl, Jóhan Eli Poulsen, Bill Justinussen, Edvu Jacobsen og Beini Johannesen, har heitt verður á Løgtingið um at gera frávik sbrt. § 85 í Tingskipanini frá øllum tíðarfreistum á øllum viðgerðarstigum, ið eftir eru í løgtingsmáli nr. 5/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019-2

 

Samtykt 18-0-12

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður 10. oktober 2019 kl. 13.00 við hesi dagsskrá:

 

1.     2. viðgerð av tingmáli nr. 5/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2019-2

2.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 10.45

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari