Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

28. fundur 

Ár 2019, fríggjadagin 15. november, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Kristina Háfoss, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Kaj Leo Holm Johannesen, Jenis av Rana og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Broyttar greinatilvísingar í serlógum)

Tingmálini nr. 13 og 14 vóru viðgjørd undir einum og beind í Rættarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 22/2019: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð

Málið beint Trivnaðarnevndina

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður mikudagin 22. november, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       Munnligir spurningar

2.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 14.30

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari