Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

31. fundur 

Ár 2019, mikudagin 4. desember, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Løgtingsmenninir Christian Andreasen, Rósa Samuelsen. Edva Jacobsen, er á fundi í Útnorðurráðnum og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard, Kaj Leo Holm Johannesen, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Helgi Abrahamsen og løgmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

Uppskotið samtykt 30-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)

Uppskotið samtykt 30-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

Fundur niðurlagdur kl. 11.30
Fundur uppafturtikin kl. 12.05

4.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga), nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild), nr. 19/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirivirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)og nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 7/2019: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni, 22/2019: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð, 25/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Hu?sala?nsgrunn (Heimild at u?tskriva la?nsbrøv til at byggja fleiri bústaðir og til at u?tvega lutai?bu?ðir) og nr. 26/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Hu?sala?nsgrunn (Heimild til fígging av bústøðum uttanfyri størru býirnar)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður fríggjadagin 6. desember, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 29/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 18/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta í gildi ásetingarnar í sáttmála millum Føroyar og Grønland at sleppa undan tvískatting av inntøku og ogn

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lættari atgongd hjá fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar, Danmark og Grønland)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 12/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Frádráttur til lærlingar á 50.000 kr. árliga)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 17/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018 og 2019 (Leingjan av heimild at taka veiðigjald og lækkað veiðigjald fyri norðhavssild)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 19/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Endurrindan av meirivirðisgjaldi fyri keyp og uppsetan av elriknum hitapumpuskipanum)

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg endurrindan til hitapumpuskipanir og heimild at víðka skipanina til aðrar góðkendar skipanir)
Tingmálini nr. 19 og 27/2019 verða viðgjørd undir einum

8.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 12.15

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari