Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/

 

34. fundur 

Ár 2019, mikudagin 11. desember, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Kristin Michelsen, løgtingsmaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Skriv frá Rósu Samuelsen, dagfest 10. desember 2019 har biðið verður um farloyvi frá 13. til og 18. desember, og at næsti á lista Sambandsfloksins tekur sæti hetta tíðarskeið.
Næsti á lista Sambandsfloksins er Eyðdis Hartmann Niclasen.
Samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at Eyðdis Hartmann Niclasen tekur sæti á tingi.

Til viðgerðar:

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

Fundur niðurlagdur kl. 12.13
Fundur uppafturtikin kl. 13.34

 

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 7/2019: Uppskot til løgtingslóg um royndarverkætlan fyri kommunala samstarvsøkið í Suðuroynni

Uppskotið fall 13-0-15
Málið avgreitt

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 22/2019: Uppskot til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð

Uppskotið samtykt 17-0-0
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 25/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Hu?sala?nsgrunn (Heimild at u?tskriva la?nsbrøv til at byggja fleiri bústaðir og til at u?tvega lutai?bu?ðir)

Uppskotið fall 13-0-15
Málið avgreitt

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 26/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Hu?sala?nsgrunn (Heimild til fígging av bústøðum uttanfyri størru býirnar)

Uppskotið fall 8-0-12
Málið avgreitt

6.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 16/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í íshavinum
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
24/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður fríggjadagin 13. desember, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Lækking av mótrokning)

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum (Hækking av grundupphædd og lækking av frádráttarfríari inntøkuupphædd)

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 20/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) (Skattafrádráttur á kr. 6.000 um árið til fólkapensjónistar)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 40/2019: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2018

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 16/2019: Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskiskapi í altjóða sjógvi í íshavinum

6.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 18.00

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari