Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

38. fundur 

Ár 2019, mánadagin 16. desember, kl. 14.00, varð tingfundur settur.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr.42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina)

Uppskotið samtykt 31-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 24/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi)

Uppskotið fall 15-0-18
Málið avgreitt

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 8/2019: Uppskot til samtyktar um nútímans skip til allar oyggjaleiðirnar

Uppskotið fall 14-0-17
Málið avgreitt

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 36/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt (Minstamark av starvsfólkatímum á dagstovnum)

Uppskotið fall 13-0-17
Málið avgreitt


Fundur niðurlagdur kl. 16.04
Fundur uppafturtikin kl. 18.34
Fundur niðurlagdur kl. 18.35
Fundur uppafturtikin kl. 20.10
Fundur niðurlagdur kl. 20.11
Fundur uppafturtikin kl. 21. 45

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Hammer, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 43/2019: Uppskot til samtyktar um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020, nr. 30/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-2 og nr. 31/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 2019-3
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður týsdagin 17. desember, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 21.48

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari