Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

40. fundur 

Ár 2019, mikudagin 18. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 42/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at byggja skúladepilin í Tórshavn lidnan (Leingja gildistíðina)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 6/2019: Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2020

Broytingaruppskot frá Ruth Vang og Kristinu Háfoss, fall 8-0-24
Broytingaruppskot frá Ruth Vang, fall 2-13-17
Broytingaruppskot frá Akseli V. Johannesen, fall 15-0-17
Broytingaruppskot frá meirilutanum samtykt 17-7-8
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-9-6
Uppskotið ferð soleiðis samtykt til 3. viðgerð
 

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)

Uppskot frá Hervør Pállsdóttir, um at beina málið aftur í nevnd, fall 15-0-16
Broytingaruppskot frá Hervør Pállsdóttir fall 15-0-16
Broytingaruppskot frá Sirið Stenberg fall 15-0-16
Broytingaruppskot frá Sirið Stenberg og Hervør Pállsdóttir fall 15-0-16
Broytingaruppskot frá meirlutanum í Rættarnevndina, samtykt 23-4-4
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 22-0-9
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 50/2019: Uppskot til løgtingslóg um
Hesir tingmenn tilmæla at uppskotini kunnu leggjast fram Edva Jacobsen, Heðin Zachariasen Jákup Mikkelsen, Steffan Klein Poulsen, Uni Rasmussen, Jógvan á Lakjuni, Bill Justinussen, Magnus Rasmussen, Erhard Joensen, Beinir Johannesen, Frimodt Rasmussen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Brandur Sandoy, Johan Dahl, Christian Andreasen, Jóhan Eli Poulsen og Jaspur Langgaard.

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður hósdagin 19. desember, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2019: Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2019: Uppskot til samtyktar um at taka aftur uppsøgn av Hoyvíkssáttmálanum

3.       Framløga

 

Fundur lokin kl. 22.05

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari