Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

41. fundur 

Ár 2019, hósdagin 19. desember, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.                           2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2019: Uppskot til løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)

Fundur niðurlagdur kl. 19.15
Fundur uppafturtikin kl. 19.25


Broytingaruppskot frá Høgna Hoydal, Aksel V. Johannesen og Bjarna K. Petersen fall 15-0-17
Broytingaruppskot frá Bjørt Samuelsen, Henrik Old, Bjarna Kárason Petersen, Bjarna Hammer, Høgna Hoydal, Sirið Stenberg, Kristinu Háfoss, Beintu Løve Jacobsen, Hervør Pálsdóttir, Akseli V. Johannesen, Ruth Vang, Ingilín Didriksen Strøm, Heðini Mortensen, Djóna Nolsøe Joensen og Jóhannisi Joensen fall 15-0-17-
Broytingaruppskot frá minnilutanum í Vinnunevndini samtykt 17-0-15
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-15
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 46/2019: Uppskot til samtyktar um at taka aftur uppsøgn av Hoyvíkssáttmálanum

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður fríggjadagin 20. desember, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 13/2019: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Lov for Færøerne om rettens pleje (Ny retsplejelov)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 50/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2018, 2019 og 2020 (Hækking og víðkan av veiðigjaldi)

3.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 23.01

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari