Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

46. fundur 

Ár 2020, mikudagin 22. januar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

Beinta Løve Jacobsen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Kaj Leo Holm Johannesen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 45/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 47/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Heimavirki)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 43/2019: Uppskot til samtyktar um at stovna partafelag at gera undirsjóvartunnil til Suðuroynna

Málið varð beint í Rættarnevndina

5.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 54/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.)

at Ingilín Didriksen Strøm, vegna Javnaðarflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 52/2019: Uppskot til samtyktar um at banna óneyðugum einnýtisplasti
Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr. S-1/2019 til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi útisiglarum og inngjaldi til Heilsutrygd

 

 Formaðurin setti næsta fund at verða, hósdagin 23. januar 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.       Atkvøðugreiðsla um skrivligan fyrispurning nr. S-1/2019 til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi útisiglarum og inngjaldi til Heilsutrygd

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nýtíðargera Landssjúkrahúsið
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 49/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 51/2019: Uppskot til løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (Dátuverndarlógin)
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.       Framløga

 

 

                                                                                             Fundur lokin kl. 15.55

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari