Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

51. fundur 

Ár 2020, mikudagin 19. februar, kl. 11.00, varð tingfundur settur.

 

Kristina Háfoss, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jørgen Niclasen, Jenis av Rana og Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttur og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.

Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 49/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.)

Uppskotið samtykt 29-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 54/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.)

Uppskotið samtykt 29-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2019: Uppskot til samtyktar um at gera broytingar í dagpeningaskipanini

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

5.       Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-1/2019 til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, frá Jóhan Dahl, løgtingsmanni, viðvíkjandi útisiglarum og inngjaldi til Heilsutrygd

Málið avgreitt

6.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Bjarni Hammer, løgtingsmaður, hevur vegna Javnaðarflokkin lagt fram tingmál nr.
65/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Pensjónistar varðveita dagpening) og at Aksel V. Johannesen, vegna Javnaðarflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 66/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Langtíðarsjúk rætt til at vera í dagpeningaskipanini longur enn 40 vikur)

 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin 26. februar 2020, kl. 11.00 við hesi dagsskrá:

1.       Ófráboðaðir fyrispurningar

2.       Atkvøðugreiðsla um at beina løgtingsmál nr. 62/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya (Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti) í eina § 25 nevnd

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 49/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um familjuískoyti (Rætting av áseting um mótrokning av familjuískoyti o.a.)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 54/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. (Øll egin uppspard pensjón telja við sum inntøka, útsett pensjón við deyða o.a.)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 45/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Broytt minstamark fyri skrásetingarskyldu o.a.)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 39/2019: Uppskot til samtyktar um grannskoðan av almennum roknskapum

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Pensjónistar varðveita dagpening)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

8.       1. viðgerð av tingmáli nr. 66/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Langtíðarsjúk rætt til at vera í dagpeningaskipanini longur enn 40 vikur)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

9.       Framløga

 

 

 

                                                                                                Fundur lokin kl. 15.50

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari