Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

58. fundur 

Ár 2020, mikudagin 18. mars, kl. 14.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 123/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi)

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 124/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 125/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 126/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Innlating og gjaldsskái 1. ársfjórðing 2020)

Tingmálini nr. 123, 124, 125 og 126/2019 vórðu viðgjørd undir einum og beind í ávikavist Trivnaðarnevndina, Vinnunevndina og Fíggjarnevndina

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður 18. mars 2020, kl. 16.00 við hesi dagsskrá:



1.       Framløga

Fundur lokin kl. 14.25

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari