Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

59. fundur 

Ár 2020, mikudagin 18. mars, kl. 16.39, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

1.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 123/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi)
at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 124/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan)
at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 125/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan og nr. 126/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Innlating og gjaldsskái 1. ársfjórðing 2020)

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður 18. mars 2020, kl. 16.42 við hesi dagsskrá:

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 123/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 124/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan)

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 125/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 126/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Innlating og gjaldsskái 1. ársfjórðing 2020)

5.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.40

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari