Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Dagsskrá

« Aftur

 

BI/sm

 

56. fundur 

Ár 2020, hósdagin 12. mars, kl. 12.00, varð tingfundur settur.


 

Formaðurin boðaði frá, at næstu tvær vikurnar verða ongir tingfundir. Nærri boð verða givin.

 

Tikið av skrá:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 89/2019: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av vardum bústøðum

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður lýstur á vanligan hátt.

 

 

 

Fundur lokin kl. 12.15

 

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari