Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

66. fundur 

Ár 2020, mánadagin 6. apríl, kl. 21.53, varð tingfundur settur.


Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 131/2019: Uppskot til løgtingslóg um serligar reglur um próvtøkur orsakað av COVID-19

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 129/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

3.       3. viðgerð av tingmáli nr. 134/2019: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til persónar, 67 ár ella eldri, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, og sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 132/2019: Uppskot til løgtingslóg um heimildir at víkja frá skyldum hjá fyritøkum á vinnufelagaøkinum og roknskaparøkinum orsakað av COVID-19

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 133/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Broytingar í tíðaravmarkaðu COVID-19 stuðulsskipanunum)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

6.       3. viðgerð av tingmáli nr. 135/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðulsskipan til fyritøkur til fastar útreiðslur orsakað av COVID-19

Broytingaruppskot frá Beini Johannesen, Bjørt Samuelsen, Johan Dahl, Akseli V. Johannesen og Høgna Hoydal samtykt 19-0-0
Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

7.       3. viðgerð av tingmáli nr. 127/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Longd freist at lata inn sjálvuppgávu)

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

8.       3. viðgerð av tingmáli nr. 128/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2020

Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti fundur verður lýstur á vanligan hátt


Fundur lokin kl. 22.08

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari