Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

70. fundur 

Ár 2020, fríggjadagin 24. apríl, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 84/2019: Uppskot til løgtingslóg um doping og óreiðiliga ávirkan í ítrótti

Málið varð beint í Mentanarnevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 88/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúla (Forskúli, serligur tørvur, grundarlagið undir stuðulsveitingini, skrivstovuhald og málsligar rættingar)

Málið varð beint í Mentanarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 90/2019: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til gransking, menning og nýskipan

Málið varð beint í Mentanarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 112/2019: Uppskot til samtyktar um at styrkja støðuna hjá føroyskum í Føroyum

Málið varð beint í Mentanarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka (Heimild at loyva ávísum matstovum og fyritøkum at innflyta borðvín og heimild til bryggjarí at selja beinleiðis til proviantering og tollfríar sølubúðir)

Málið varð beint í Vinnunevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 121/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)

Málið varð beint í Vinnunevndina

7.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður hevur lagt fram tingmál nr. 137/2019: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021 og at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 136/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, mánadagin 27. apríl 2020, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 136/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)
Málið verður beint í Vinnunevndina

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 137/2019: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 99/2019: Uppskot til samtyktar um at dagføra lóg um starvsmenn
Málið verður beint í Rættarnevndina

4.       1. viðgerð av tingmáli nr. 102/2019: Uppskot til samtyktar um ikki at loyva mismuni á arbeiðsmarknaðinum eitt nú vegna aldur
Málið verður beint í Rættarnevndina

5.       1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2019: Uppskot til samtyktar um fjarstørv kring landið
Málið verður beint í Rættarnevndina

6.       1. viðgerð av tingmáli nr. 122/2019: Uppskot til samtyktar um at kanna og taka neyðug stig til, at umstøðurnar í Arrestini í Mjørkadali verða nøktandi og á sama stigi sum í danska fongsulsverkinum annars
Málið verður beint í Rættarnevndina

7.       1. viðgerð av tingmáli nr. 97/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðaríverksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

8.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl.  15.32

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari