Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

72. fundur 

Ár 2020, mikudagin 29. apríl, kl. 13.40, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

1.       Ófráboðaðir spurningar

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 138/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av reiðarívirksemi (Tonsaskattalógin) (Víðkan av tonsaskattaskipanini til at fevna um eina røð av serskipum o.a.)

Málið varð beint í Fíggjarnevndina

Formaðurin setti næsta fund at verða, fríggjadagin 1. mai 2020, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-2/2019 til løgmann, Bárð á Steig Nielsen, frá Sirið Stenberg, løgtingsmanni, viðvíkandi viðurskiftunum í Mjørkadali

2.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-3/2019 til løgmann, Bárð á Steig Nielsen, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi inngjaldi til Heilsutrygd

3.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-4/2019 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, frá Brandi Sandoy, løgtingsmanni, viðvíkjandi grótkasti, brimverju og innsigling í Skopun

4.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-5/2019 til Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, frá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, viðvíkjandi miðsavnan av sjúkrahúsunum

5.       Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. S-6/2019 til Helga Abrahamsen, landsstýrismann í umhvørvis- og vinnumálum, frá Steffani Klein Poulsen, løgtingsmanni, viðvíkjandi at verja børnini ímóti pornografi á internetinum

6.       Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.25

 

Jógvan á Lakjuni
 løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari