Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 SM/am

 

74. fundur 

Ár 2020, mánadagin 4. mai, kl. 11.10, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

 

1.       2. viðgerð av tingmáli nr. 137/2019: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021

Uppskotið samtykt 24-1-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.       Løgtingsmál nr. 136/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)

Broytingaruppskot frá meirilutanum í Vinnunevndini fall 11-0-13
Uppskotið samtykt 14-10-2
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)

Málið varð beint í Vinnunevndina

4.       Framløga

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, hósdagin 7. mai 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 137/2019: Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan fyri 2020 og 2021

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 136/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)

3.     2. viðgerð av tingmáli nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið (Dagførdur kostnaður, nýggj tøkni, útgerð og prosjektering)

4.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 16.35

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Sólgerð Magnusdóttir
skrivari