Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

76. fundur 

Ár 2020, týsdagin 12. mai, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 44/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at høvuðsumvæla, útbyggja og nútíðargera Landssjúkrahúsið (Dagførdur kostnaður, nýggj tøkni, útgerð og prosjektering)

Uppskotið endaliga samtykt 27-0-0
Málið avgreitt

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 95/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum (Broyting í WLTP avgjaldssatsunum fyri stórar vørubilar)

Uppskotið samtykt 27-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)

Uppskotið samtykt 28-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Frávik:
Formaðurin las skriv frá Magnusi Rasmussen, Ruth Vang, Bjørt Samuelsen, Edvu Jacobsen, Jóhan Eli Poulsen og Jóhannis Joensen,  um at víkja frá tíðarfreistini á øllum viðgerðarstigum, ið eftir eru í løgtingsmáli nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)

Samtykt 26-0-1

Formaðurin setti næsta fund at verða, mikudagin 13. mai 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 139/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. (Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)

2.       2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur

3.       2. viðgerð av tingmáli nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)

4.       2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

5.       2. viðgerð av tingmáli nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)
Tingmálini nr. 79, 80, 81, 82 og 83/2019 verða viðgjørd undir einum

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág (Heilivágsskráin, undantikin kunngering í Kunngerðablaðnum og danski tvíteksturin strikaður)

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 23/2019:  Uppskot til samtyktar um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfólk

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (Pensjónistar varðveita dagpening)

10.    Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 14.30

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari