Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

BI/sm

 

79. fundur 

Ár 2020, fríggjadagin 15. mai, kl. 9.30, varð tingfundur settur.

Til viðgerðar:

1.       1. viðgerð av tingmáli nr. 140/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Avmarkað skattskylda við avhendan av partabrøvum o.a.)

 

2.       1. viðgerð av tingmáli nr. 141/2019: Uppskot til løgtingslóg um skatting av vinningi frá sølu av veiðirættindum

Tingmálini nr. 140 og 141/2019 vóru viðgjørd undir einum og beind í Fíggjarnevndina

 

3.       1. viðgerð av tingmáli nr. 142/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Vinnuligar royndir og verkætlanir, endalig avhending av rættindum, samanlegging av bólkunum 4 A og 4 B, tillagingar, rættingar og fylgibroytingar)

Málið varð beint í Vinnunevndina

4.       Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr.
96/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eftirløn (Eftirlønarlógin) og løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (Rætting viðvíkjandi eftirløn uttanfyri Eftirlønarlógina, strikað prísjavning av upphæddum og ymiskar nágreiningar), nr. 114/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-2 og nr. 115/2019: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2020-3
at Trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr.
108/2019: Uppskot til samtyktar um at áseta, hvør myndugleiki hevur ábyrgd av heimleysum í Føroyum

 

 

Formaðurin setti næsta fund at verða, týsdagin 19. mai 2020, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.       3. viðgerð av tingmáli nr. 79/2019: Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur.

2.       3. viðgerð av tingmáli nr. 80/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum (Heimildargrundarlagið broytt frá forsorgarlóg til løgtingslóg um almannatrygd og tænastur)

3.        3. viðgerð av tingmáli nr. 81/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. (Markamót og ábyrgdarbýti ímillum land og kommunu av ávísum tænastum í heimatænastuni, eldrarøkt og trivnaðartænastum)

4.       3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2019: Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin)

5.       3. viðgerð av tingmáli nr. 83/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin) (Tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin)

6.       2. viðgerð av tingmáli nr. 47/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Heimavirki)

7.       2. viðgerð av tingmáli nr. 48/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Leingja umsóknarfreistina fyri mvg-afturbering til almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir)

8.       2. viðgerð av tingmáli nr. 14/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í ymsum lógum vegna nýggja rættargangslóg fyri Føroyar (Broyttar greinatilvísingar í serlógum)

9.       2. viðgerð av tingmáli nr. 58/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta útgjald til menn og kvinnur tá umræður lívrentutryggingar

10.    2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2019: Uppskot til samtyktar um at javnseta kvinnur og menn, tá umrøður allar tryggingar og pensjónir í Føroyum

11.    2. viðgerð av tingmáli nr. 68/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi (Javnseta útgjald av lívrentutryggingum til menn og kvinnur)
Tingmálini nr. 58, 64 og 68/2019 verða viðgjørd undir einum

12.    Framløga

 

Fundur lokin kl. 17.05

 

Jógvan á Lakjuni
løgtingsformaður

/Beinta Isaksen
skrivari