Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

3. fundur 

 

Ár 2020, hósdagin 13. august, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

 

Til viðgerðar: 

 

1.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmálini nr. 9/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.) og nr. 11/2020: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19


at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 10/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-3


Frávik:
Formaðurin las skriv frá Johan Dahl, Ruth Vang, Kristini Michelsen, Sirið Stenberg, Steffani Klein Poulsen og Jóhan Eli Poulsen, har heitt verður á tingformannin um at gera frávik í øllum tíðarfreistum, ið eftir eru, sambært § 85 í Tingskipanini, í viðgerðini av løgtingsmálunum nr. 9/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.), nr. 11/2020: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19 og nr. 10/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-3

 


Fundur niðurlagdur kl. 10.25
Fundur uppafturtikin kl. 10.42

Samtykt við navnakalli 20-0-0
Hesir tingmenn atkvøddu fyri fráviki: Jógvan á Lakjuni, Jóhan Eli Poulsen, Uni Rasmussen, Beinir Johannesen, Christian Andreasen, Steffan Klein Poulsen, Bjarni Hammer, Jóhannis Joensen, Djóni Nolsøe Joensen, Aksel V. Johannesen, Ruth Vang, Jaspur Langgaard, Johan Dahl, Rósa Samuelsen, Frimodt Rasmussen, Kristin Michelsen, Hervør Pálsdóttir, Beinta Løve Jacobsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður 13. august, kl. 11.15 við hesi dagsskrá:

 

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 9/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 11/2020: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19
Tingmálini nr. 9 og 11/2020 verða viðgjørd undir einum og beind í Trivnaðarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 10/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-3
Málið verður beint í Fíggjarnevndina

5.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 10.57

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari