Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

Løgtingsins gerðabók

BI/sm

 

6. fundur 

 

Ár 2020, hósdagin 13. august, kl. 18.15 varð tingfundur settur.

 

 

Til viðgerðar:

 

1.     2. viðgerð av tingmáli nr. 9/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)


Uppskotið samtykt 19-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

2.     2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2020: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19

Broytingaruppskot frá samdari nevnd samtykt 19-0-0
Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Tingmálini nr. 9 og 11/2020 vórðu viðgjørd undir einum

3.     2. viðgerð av tingmáli nr. 10/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-3

Broytingaruppskot frá minnilutanum fall 8-0-11
Uppskotið samtykt 18-1-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður hósdagin 13. august, kl. 18.51 við hesi dagsskrá:

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2020: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19

3.     3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-3

4.     Framløga

 

 

 

 

 

Fundur lokin kl. 18.49

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari