Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

Løgtingsins gerðabók

BI/sm

 

7. fundur 

 

Ár 2020, hósdagin 13. august, kl. 18.51, varð tingfundur settur.

 

 

Til viðgerðar:  

 

1.     3. viðgerð av tingmáli nr. 9/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

2.     3. viðgerð av tingmáli nr. 11/2020: Uppskot til løgtingslóg um lønarískoyti til starvsfólk og stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi, 67 ár ella eldri, sum eru heimsend ella hava inntøkumiss orsakað av COVID-19

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0
Málið avgreitt

3.     3. viðgerð av tingmáli nr. 10/2020: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2020-3

Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-0
Málið avgreitt

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður lýstur á vanligan hátt

 

 

 

 

Fundur lokin kl.18.59

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari