Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

8. fundur 

 

Ár 2020, týsdagin 1. september, kl. 13.00, varð tingfundur settur. 

 

Til viðgerðar:  

 

1.     1. viðgerð av tingmáli nr. 1/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið

Málið varð beint í Rættarnevndina

 

2.     1. viðgerð av tingmáli nr. 2/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum. (At taka løgreglu, ákæruvald og brotsmálaumsorgan undir føroysk ræði

Málið varð beint í Uttanlandsnevndina

 

3.     1. viðgerð av tingmáli nr. 3/2020: Uppskot til samtyktar um dagpening til stjórar í smáum feløgum

Málið varð beint í Trivnaðarnevndin

 

4.     1. viðgerð av tingmáli nr. 4/2020: Uppskot til samtyktar um tryggja ókeypis og lætta atgongd til grundleggjandi bankatænastur

Málið varð beint í Vinnunevndina

 

5.     Framløga
Formaðurin boðaði frá at løgtingsmenninir Aksel V. Johannesen, Ingilín Didriksen Strøm, Henrik Old, Heðin Mortensen, Djóni Nolsøe Joensen og Jóhannis Joensen hava lagt fram tingmál nr. 12/2020: Uppskot til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj
at løgtingsmenninir Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, hava lagt fram tingmál nr. 13/2020: Uppskot til samtyktar um at hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum
at Bjarni Hammer, løgtingsmaður hevur lagt fram tingmál nr. 14/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Nágreinan av § 119, stk. 1)
og at Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður, hevur lagt fram tingmál nr. 15/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

 

 

Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður mikudagin 2. september 2020 kl. 11.00 við hesi dagsskrá

 

1.     Munnligir fyrispurningar

2.     Framløga

 

 

Fundur lokin kl.18.31

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari