Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabók

« Aftur

 

 

BI/sm

 

11. fundur 

 

Ár 2020, mikudagin 9. september, kl. 10.00, varð tingfundur settur.

 

Til viðgerðar:  

 

1.      1. viðgerð av tingmáli nr. 15/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, dagpeningur til fólkapensjonistar, endurgjald til arbeiðsgevara, víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi o.a.)

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 12/2020: Uppskot til samtyktar um at byggja leigubústaðir á útoyggj

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 13/2020: Uppskot til samtyktar um at hava fastan kommunulækna knýttan at ellis- og røktarheimum

Málið varð beint í Trivnaðarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 14/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lovbekendtgørelse om straffeloven (Revsilógin) (Nágreinan av § 119, stk. 1)

Málið varð beint í Rættarnevndina

5.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður hevur lagt fram løgtingsmál nr. 17/2020:
Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
at løgtingsmenninir Høgni Hoydal, Sirið Stenberg, Kristina Háfoss, Beinta Løwe Jacobsen og Hervør Pálsdóttir, vegna Tjóðveldi hava lagt fram tingmálini nr. 19/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um húsalánsgrunn (Bústaðir byggja 400 leigu-, luta-, og vardar íbúðir kring alt landið) og nr. 18/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir fíggja bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar)
at Edva Jacobsen, Heðin Zarhariasen, Høgni Hoydal, Ruth Vang, Steffan Klein Poulsen, hava lagt fram tingmál nr. 20/2020: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2019
at Rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið


Formaðurin boðaði frá, at næsti tingfundur verður týsdagin 15. september, kl. 10.00 við hesi dagsskrá:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til allar føroyskar kommunur og í løgtingslóg um val til Løgtingið

2.      1. viðgerð av tingmáli nr. 17/2020: Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgjandi tiltøk ímóti hvítvaski av vinningi og fígging av yvirgangi (Hvítvasklógin)
Málið verður beint í Vinnunevndina

3.      1. viðgerð av tingmáli nr. 18/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir byggja 400 leigu-, luta-, og vardar íbúðir kring alt landið)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

4.      1. viðgerð av tingmáli nr. 19/2020: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Bústaðir fíggja bústaðarbygging uttanfyri størru býirnar
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 16/2020: Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2019
Málið verður beint í Rættarnevndina

6.      1. viðgerð av tingmáli nr. 20/2020: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum í 2019
Málið verður beint í Uttanlandsnevndina

7.      Framløga

 

 

Fundur lokin kl. 14.31

 

 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður

 

/Beinta Isaksen
skrivari