Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Gerðabókin

« Aftur

 

BI/td

 
20. fundur
 
Ár 2009, hósdagin 5. november, kl. 11.00, varð tingfundur settur.
Edmund Joensen, løgtingsmaður og landsstýrismenninir Jacob Vestergaard, Helena Dam á Neystabø, Rósa Samuelsen og Annika Olsen vóru ikki á fundi.

Farloyvi:
Skriv frá Andrias Petersen, dagfest 4. november 2009, við umsókn um farloyvi frá 9. november 2009 til og við 15. november 2009.

Formaðurin heitti á Bill Justinussen, Bergtóru Høgnadóttir Joensen, Bjørn Kalsø, Jógvan á Lakjuni og Gerhard Lognberg um at kanna valbrøvini hjá Javnaðar­flokkinum.
 
Bill Justinussen mælti til, vegna seg sjálvan, Bergtóru Høgnadóttir Joensen, Bjørn Kalsø, Jógvan á Lakjuni og Gerhard Lognberg, at Nita Næs tekur sæti á tingi.
 

Til viðgerðar:

  1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 17/2009: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2009

    Broytingaruppskot til § 7 frá Tórbjørn Jacobsen, Annitu á Fríðriksmørk, Bill Justinussen og Kára P. Højgaard samtykt 17-0-11
    Broytingaruppskot til § 11 frá Tórbjørn Jacobsen, Annitu á Fríðriksmørk, Bill Justinussen og Kára P. Højgaard, tikið aftur
    Uppskotið sum samtykt við 2.viðgerð og soleiðis broytt, endaliga samtykt 15-0-13

    Málið avgreitt

  2. 2. viðgerð av tingmáli nr. 4/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

    Uppskotið fall 12-0-14

    Málið avgreitt

  3. 2. viðgerð av tingmáli nr. 13/2009: Uppskot til samtyktar um ískoytisløn fyri avlamispensjónistar á arbeiðsmarknaðinum

    Uppskotið fall 12-0-13

    Málið avgreitt

  4. 2. viðgerð av tingmáli nr. 11/2009: Uppskot til samtyktar um at taka upp samráðingar um treytir fyri evru sum føroyskt gjaldoyra

    Broytingaruppskot frá meirilutanum í Uttanlandsnevndini samtykt 18-0-3

    Málið avgreitt

  5. Framløga
    Formaðurin boðaði frá, at løgmaður vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 41/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkum (Yvirtøka av málsøkinum revsirættur), nr. 42/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkinum sakførarastarvsemi)
    - at Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 43/2009: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Forslag til lov om tilskud til Færøernes Hjemmestyre for 2010” og nr. 47/2009: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om forebyggende foranstaltninger mod hvidvask af udbytte og finansiering af terrorisme”, nr. 48/2009: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om værdipapirhandel m.v.” og nr. 49/2009: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”
    - at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 46/2009: Uppskot til løgtingslóg um havnargjøld


Fundur niðurlagdur kl 14.50
Fundur uppafturtikin kl. 15.50


Tikið av dagsskrá:
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-15/2009 til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi útflutningi av øllum peninga- og gjaldsupplýsingum føroyinga, føroyskari serfrøði á økinum og ábyrgdini fyri trygdini av upplýsingum 

Formaðurin boðaði frá skrivligum fyrispurningi nr. S-25/2009 til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, frá Sjúrður Skaale, løgtingsmanni, viðvíkjandi støðu landsstýriskvinnunar til navnalógina

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 10. november 2009, kl. 11.00, við hesi dags­skrá:
 
  1. 1. viðgerð av tingmáli nr. 40/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l
    Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
  2. 1. viðgerð av tingmáli nr. 44/2009: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov for Færøerne om hegn og markfred
    Málið verður beint í Vinnunevndina
  3. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-3/2009 til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, viðvíkjandi aðalorðaskifti um sjálvsognarstovnar
  4. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-17/2009 til Rósu Sameulsen, landsstýriskvinnu, frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, viðvíkjandi lønarafturbering til stovnar undir Almannamálaráðnum
  5. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-18/2009 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi søguligu gongdini í fiskiskapi eftir toski
  6. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-19/2009 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi Havstovuni/ICES, tilmæli, veiðitølum og umhvørvisgóðkenning
  7. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-22/2009 til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi møguligum sambandi millum verðurfyribrigdið El Nino og fiskiskap eftir toski við Føroyar
  8. Framløga

 
 
 
 
Fundur lokin kl. 16.00
 
 
Hergeir Nielsen
løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari