Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Útnorðurráðið

« Aftur

Útnorðurráðið er samstarvsfelagsskapur ímillum Føroya Løgtings, Landsting Grønlands og Alting Íslands. Stevna ráðsins er:

  1. at samstarva um áhugamálini hjá londunum í útnorðri.
  2. Saman at varða av tilfeingi og mentan í londunum í útnorðri, hjálpa til at menna áhugamál í útnorðri um stjórnir og landsstýri, ikki minst, tá ið álvarsom mál stinga seg upp um, hvussu tilfeingið skal verða skipað, dálkan o.a.
  3. Fremja samstarv hjá stjórnum og landsstýrum í útnorðri.
  4. At arbeiða saman við Norðurlandaráðnum og vera millumliður í áhugamálum hjá londunum í útnorðri í norðurlendskum samstarvi.

Fyri virksemi hjá Útnorðurráðnum er galdandi Sáttmálaskjal um Útnorðurráðið viðtikið á Løgtingi 26. mai 1997. Ráðið virkar sbrt. serligari starvsskipan. Útnorðurráðið hevur egnu heimasíðu.

Á tingfundi 17. september 2015  varð nevndin vald av nýggjum

Fastir limir Varalimir
Edva Jacobsen , Næstformaður
Heðin Zachariasen
Steffan Klein Poulsen
Henrik Old , Formaður
Høgni Karsten Hoydal
Poul Michelsen
Magnus Rasmussen
Annika Olsen
Bill Justinussen
Bjarni Hammer
Kristina Háfoss
Bjarni Kárason Petersen
Skrivari: Rannvá Sólheim
Dagsskrá
Gerðabókin
Skriv til nevndina
Nevndarmál