Frágreiðing um heildarpsykiatri


101-3  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um heildarpsykiatri í Føroyum

Framløga
Aðalorðaskifti


Ár 2002, 2. apríl, legði Bill Justinussen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Í januar mánaði 2002 varð handað eitt álit um heildarpsykiatri í Føroyum til táverandi landsstýrismann í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund. Álitið var úrslitið av eini verkætlan, sum hevði til endamáls at koma við tilmæli um psykiatrisku viðgerðina í framtíðini, og í tí sambandi at seta meginreglur fyri menning av eini framtíðar heildarpsykiatri í Føroyum. Við hugtakinum "heildarpsykiatri" verður sipað til, at psykiatriska viðgerðin skal virka sum ein samanhangandi heild fyri tann, sum hevur tørv á viðgerð.

Síðani álitið varð latið landsstýrimanninum, er lítið og einki hent við at fáa skipað eina heildarpsykiatri í Føroyum. Tað ringasta, henda verkætlan kann verða fyri, er, at hon verður tagd burtur, goymd og gloymd. Neyðugt er við einari politiskari støðutakan til, hvat skal henda á økinum við atliti til álitið. Tí hevur undirritaði tikið stig til at leggja álitið fram í Løgtinginum til eitt aðalorðaskifti. Hetta er samstundis í samsvari við samgonguskjalið, har tað millum annað stendur, at: "miðast skal ímóti at fylgja tilmælinum í álitinum um heildarpsykiatri".

Álitið um heildarpsykiatri er ikki tað fyrsta álitið, sum er gjørt í sambandi við at betra um viðurskiftini hjá sálarsjúkum í Føroyum. Í apríl mánaði í 2001 handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum álitið "Glotti fyri framman", sum lýsti bústaðartørvin hjá teimum sálarsjúku, umframt at koma við eini lýsing av tiltøkum, sum fóru at gera gerandisdagin hjá sálarsjúkum so áhugaverdan sum gjørligt. Samstundis mælti arbeiðsbólkurin til, at farast skuldi undir áðurnevndu verkætlan, sum skuldi fevna um eina nýggja psykiatriætlan fyri Føroyar.

Út frá hesum varð avrátt millum landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum og leiðsluna á Landssjúkrahúsinum at seta í gongd eina tílíka verkætlan, ið skuldi koma við tilmæli um psykiatrisku viðgerðina í framtíðini.

Arbeiðssetningurin fyri verkætlanina var:

1. skipast (organiserast)
2. setast í verk (implementerast)
3. góðskutryggjast (kvalitetssikrast)
4. eftirmetast (evaluerast)

Áðurnevnda álit um heildarpsykiatri í Føroyum, sum varð handað landsstýrismanninum í januar 2002, er úrslitið av hesi verkætlan.

Í høvuðsheitum verður í álitinum mælt til at skunda undir ta umleggjan av psykiatrisku viðgerðarskipanini, sum partvís varð farið undir í áttatiárunum við at skipa eina sonevnda økispsykiatriska tænastu og at stovnseta búfelagsskapir til sálarsjúk, men sum steðgaði upp í kreppuárunum. Tað snýr seg við øðrum orðum um, at fólk við sálarsjúkum skulu hava eitt trístreingjað viðgerðartilboð:

  1. Tey, sum ikki eru so illa fyri, skulu hava eitt ambulant viðgerðartilboð.
  2. Tey, sum eru illa fyri, skulu hava møguleika fyri viðgerð, tá tey eru innløgd, og síðani møguleika fyri ambulantari eftirviðgerð.
  3. Teir sjúklingar, sum av sjúkuávum ikki megna at liva og búgva fyri seg sjálvan, skulu hava bústaðartilboð og annan stuðul fyri at kunna liva eitt lív so nær tí vanliga, sum gjørligt. Hendan skipanin skal loysa trupulleikan, tá sjúklingar, sum ikki megna at liva eitt vanligt lív, stranda á psykiatrisku deildunum, tí ov fá bú- og stuðulstilboð eru til teirra.

Í álitinum eru fleiri áhugaverd ítøkilig tilmæli um tiltøk, sum áttu at verið sett í verk. Fyri at seta hesi tiltøk í verk krevst, at meiri peningur verður játtaður til økið, og tí eri eg av teirri áskoðan, at rættast er, at politsk støða verður tikin til, hvat skal henda á økinum við atliti til álitið.

Skipanarliga verður vanliga tosað um sjúkrahúspsykiatri, økispsykiatri og sosialpsykiatri. Í álitinum verður nágreiniliga lýst, hvat hesi øki fevna um.

Tað eru í høvuðsheitum tvey ráð, sum varða av økinum, tá ið tosað verður um heildarpsykiatri, tað eru Familju- og heilsumálaráðið og Alamannamálaráðið. Landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum hevur ábyrgdina av sjúkrahúspsykiatriini og í stóran mun økispsykiatriini ella ambulantu psykiatriini, meðan landsstýrismaðurin í almannamálum varðar av sosialpsykiatriini og til deils økispsykiatriini.

Við grundarlagi í álitinum er gjørd ein verkætlan, sum lýsir, hvørjar loysnir eg kundi hugsað mær viðvíkjandi teimum økjum, sum liggja undir Familju- og heilsumálaráðnum. Við øðrum orðum verður alt gjørt fyri at gerð fylgir orðum. Hetta merkir tó ikki, at bæði ráðini skulu arbeiða í hvør sínum lagi, tí ein skipan við heildarpsykiatri krevur eitt tætt samstarv millum ráðini.

Raðfesting og stigvís íverksetan
Verkætlanin, sum vónandi verður sett í verk, byggir bæði á at smíða okkara egnu psykiatrilóg umframt grundleggjandi at dygdarmenna viðgerðina við, at ein eftirútbúgvingarskipan verður løgd til rættis umframt, at arbeitt verður fram ímóti at seta viðgerðarætlanir fyri hvønn sjúkling sær í verk. Hesi átøk eru grundleggjandi í sambandi við at skipa og dygdarmenna eina heildarpsykiatri í Føroyum, og tí eiga tey at verða raðfest frammalaga. Ætlanin er tí, at tað skjótast tilber verður farið undir hetta arbeiðið.

Eitt annað stig, sum eigur at verða tikið, er at fáa umskipað og útbygt viðgerðarskipanina. Tað, sum verður raðfest hægst í hesum sambandi, er at fáa skipað eina ambulanta/økispsykiatriska deild á psykiatriska deplinum til at viðgera tey sálarsjúku, sum ikki tørva at verða innløgd, ambulant og til at eftirviðgera tey, ið áður hava verið innløgd. Harnæst eiga størv, økispsykiatriskir sjúkrarøktarfrøðingar, at verða sett á deplinum. Sjúkrarøktarfrøðingarnir skulu tó arbeiða úti í teimum økjum, sum í dag eru skipað í heimarøktini.

Tá ið ambulanta/økispsykiatriska deildin er farin at virka, eigur hon stigvíst at verða útbygd, fyrst við einum barna- og ungdómspsykiatriskum toymi, harnæst við einum gerontopsykiatriskum toymi.

Tað eigur eisini at verða arbeitt fram ímóti at fáa skipað eina akuttpsykiatri sum eina døgntænasta um telefon. Harumframt eigur at verða sett hol á arbeiðið at nútímansgera bygningarnar á psykiatriska deplinum.

Nýggj psykiatrilóg
Galdandi lóg í Føroyum er frá 1938 og snýr seg um "Sindssyge personers hospitalsophold", og sum serliga regulerar viðurskiftini, tá sjúklingar verða innlagdir, og viðgerð.

Lógin varð eisini galdandi í Danmark í mong ár, men varð leingi hildin ikki at vera nøktandi. Serliga varð ført fram, at rættindini hjá sjúklinginum ikki vóru nóg væl tryggjað, og at lógin ikki tók sær av aðrari nýtslu av tvingsli á psykiatrisku deildunum, eins og einki samfelagsligt eftirlit var við hesum. Úrslitið av drúgvføru viðgerðini í Danmark varð ein nýggj lóg, sum varð samtykt á Fólkatingi í 1989, "Lov om frihedsberøvelse og anden tvang i psykiatrien", sum síðani er dagførd við smávegis broytingum galdandi frá 1999. Hendan lógin varð ikki sett í gildi fyri Føroyar, og sostatt er gamla lógin frá 1938 framvegis galdandi í Føroyum.

Tað hevur ikki verið stórvegis kjak her heima um lógarviðurskiftini, men ferð eftir ferð hevur frá næstringum, starvsfólki og sjúklingum verið víst á, at tað eiga at verða gjørdar broytingar í núgaldandi lóggávu, soleiðis at henda, í betri mun enn nú, tryggjar rættindini hjá teimum sálarsjúku.

Eg meti, at tað er alneyðugt at fara undir at gera nýggja lóggávu á økinum. Hugsandi er, at Familju- og heilsumálaráðið fer undir hetta lógararbeiðið á vári í 2004.

Eftirútbúgvingarskipan
Í allari psykiatriskari viðgerð eru tað starvsfólkini, sum eru arbeiðsamboðið, og ikki framkomin tøkni ella tól. Um krøv verða sett til, at viðgerðin skal vera dygdargóð, verða samstundis stór krøv sett til tey, sum starvast við psykiatriskari viðgerð. Hesi krøv eru, at tey skulu hava holla vitan um tað, tey takast við, og at tey alla tíðina mennast bæði fakliga og persónliga.

Tað verður í psykiatri arbeitt tvørfakliga, og fyri at hetta kann vera dygdargott, er neyðugt, at hvør fakbólkur er sterkur í sínum faki og eisini arbeiðir við monofakligari menning.

Tá arbeiðast skal í toymum, verður eisini neyðugt í stóran mun at lata avgerðir upp í hendurnar á tí einstaka. Í toyminum er umráðandi at halda fast í síni fakligheit, og samstundis taka sær av uppgávum, sum vanliga liggja hjá øðrum fakbólkum. Tann einstaki skal eisini kunna taka avgerðir "á staðnum", sum seinni kunnu eftirmetast og møguliga broytast av tvørfakligari konferansu.

Hesi krøv til starvsfólkini gera, at starvsfólkamenning, menning av teirra førleika og útbúgving av starvsfólki eiga at verða raðfest ógvuliga ovarlaga í eini nýmótans framsóknari psykiatri.

Tað er alla tíðina neyðugt at dagføra ta vitan, starvsfólkini hava. Psykiatri er eitt fak í stórari menning. Tað koma nýggir viðgerðarhættir innan heilivág, umhvørvis- og psykoterapi, ergo- og fysioterapi og innan sjúkrarøkt, sum neyðugir er at hava vitan um, um vit skulu hava eina nútímans psykiatriska viðgerð.

Mælt verður tí til, at tað á psykiatriska deplinum verður fíggjarligur møguleiki fyri at skipa eina málrættaða og væl tilrættislagda eftirútbúgving og førleikamenning fyri hvørt einstakt starvsfólk. Í hesum sambandi er ætlanin at heita á Landssjúkrahúsið um at tilrættisleggja eina eftirútbúgvingarskipan fyri starvsfólkini á psykiatriska deplinum. Landssjúkrahúsið metir, at ein tílík eftirútbúgvingarskipan fer at kosta um 2,1 mió kr. um árið. Tá ið starsfólkini á deplinum eru eftirútbúgvin, er neyðugt at dagføra/viðlíkahalda tann fakliga kunnleikan hjá starvsfólkunum. Ynskiligt er, at eftirúbúgvingarskipanin fer at virka frá komandi ári, t.e. 2004.

Viðgerðarætlanir
Ein máti at dygdartryggja viðgerðina er at gera viðgerðarætlanir fyri hvønn sjúkling sær. Ein tílík viðgerðarætlan skal innihalda:

Umráðandi er, at viðgerðarætlanin inniheldur mál fyri viðgerðina og eina meting um, nær hesi mál skulu verða nádd ella endurskoðað. Viðgerðarætlanin skal eisini endurskoðast, tá umstøðurnar tala fyri tí. Í viðgerðarætlanini skal verða greitt frá, hvat sjúklingurin metir um viðgerðarætlanina, og havast skal í huga, hvussu næstringar verða tikin við í viðgerðina.

Viðgerðarætlanir verða gjørdar tvørfakliga undir ábyrgd hjá tí yvirlækna, sum hevur viðgerðarábyrgdina.

Ein viðgerðarætlan er ein av teimum samskipandi liðunum í tí psykiatrisku viðgerðini og ein fyritreyt fyri, at tað kann skapast samanhangur í viðgerðini.

Viðgerðarætlanir verða ikki nýttar í Føroyum í dag, men ein arbeiðsbólkur á psykiatriska deplinum arbeiðir við at gera ein leist fyri at fáa skipað viðgerðarætlanir, ið skulu brúkast til allar innlagdar sjúklingar.

Arbeiðsbólkurin metir, at tørvur er á undirvísing og vegleiðing í sambandi við at seta viðgerðarætlanirnar í verk. Íverksetanarkostnaðurin verður í hesum sambandi mettur til 500 tkr.

Ambulant/økispsykiatrisk deild
Við tí hugburðsbroyting, sum er farin fram í viðgerðini av sálarsjúkunum, har stóru psykiatrisku stovnarnir vórðu stongdir, kom fram hugtakið "økispsykiatri".

Kjarnin í økispsykiatriini er, at viðgerðartilboðið er nærindis, er ambulant, og at viðgerðin er tvørfaklig og skal fyri sjúklingin virka samanhangandi, - sum ein eind. Hættirnir at skipa eina økispsykiatri, sum lýkur hesi krøv, eru nógvir, og í grannalondunum eru eisini rættiliga ymiskar skipanir settar á stovn.

Í Føroyum er í løtuni eingin økispsykiatrisk skipan. Í áttatiárunum varð farið undir at byggja upp henda viðgerðarháttin, men arbeiðið steðgaði, einamest av fíggjarligum ávum.

Tað verður sambært álitinum hildið at vera sera umráðandi, at tað aftur verður farið undir at skipa eina økispsykiatri í Føroyum. Dentur verður eisini lagdur á, at hetta skal verða ein varandi loysn, sum ikki verður skipað á ein slíkan hátt, at hon má takast av aftur eftir fáum árum.

Eisini í skipanini av hesi tænastu er neyðugt at hava í huga, at útlit eru til, at stórur læknamangul verður í Føroyum komandi mongu árini, og tað eru ikki útlit til, at tað verða nógvir serlæknar í psykiatri her heima næstu árini. Tað ræður tí um at brúka ta orku, sum er, á skynsamasta hátt. Tað er tíðarkrevjandi at senda ein lækna runt til t.d. tey fýra økini, sum áður í gomlu skipanini høvdu ambulanta viðtalu, og skal tvørfakliga prinsippið eisini við, eru tað fleiri fólk, sum skulu brúka tíð til koyra á landsvegunum og sigla við Strandferðsluni. Tíð, sum kundi verið betur brúkt til viðgerð.

Fyri viðgerðina verður hildið, at tað er betur at slaka upp á sjálvt nærindis prinsippið og ístaðin styrkja tvørfakligheitina. Tí verður tað í álitinum mælt til, at tað á psykiatriska deplinum verður sett á stovn ein ambulant/økispsykiatrisk deild, sum hevur um hendi alla eftirviðgerð av áður innløgdum sjúklingum, og hevur eitt ambulant viðgerðartilboð til sjúklingar, sum verða ávístir av kommunulækna. Á hesi deild kann miðsavnast serkunnleiki til viðgerð av flestu sálarsjúkunum, har viðgerðin verður skipað í einum tvørfakligum toymi, har tó eitt starvsfólk hevur praktisku ábyrgdina av viðgerðini.

Tílík miðsavnan minkar um møguleikan at fylgja við í, hvat hendir í lokalsamfelagnum, og hugsast kann, at fleiri sjúklingar ikki koma til ætlaða eftirviðgerð, og er vandi tá fyri, at teir detta burtur úr viðgerðarskipanini. Hetta kann fyri mong gerast stak óheppið.

Tað er tí eisini neyðugt, at ein tænasta kring landið verður tilknýtt ambulantu deildina. Millum aðrar møguleikar verður tað í álitinum millum annað nevnt, at tað verða sett størv sum økispsykiatriskir sjúkrarøktarfrøðingar um alt landið, svarandi til tey 6 økini, sum eru innan Heimarøktina. Hesir verða settir í starv á økispsykiatrisku deildini, men virka saman við Heimarøktini (eftir samstarvsavtalu). Viðgerðarábyrgdin, førleikamenningin og dygdarmenningin liggja tó greitt undir økispsykiatrisku deildini.

Við økispsykiatrisku sjúkrarøktarfrøðingunum verður sætt til nærindis hugtakið, og hesir kunnu gerast umráðandi lið millum primeru heilsutænastuna og sekunderu tænastuna (psykiatriska depilin).

Skipanin av arbeiðnum á ambulantu deildini eigur at vera so mikið smidlig, at fólk frá viðgerðartoyminum eisini í serligum førum kunnu fara út til sjúklingar í samráð við økispsykiatrisku sjúkrarøktarfrøðingarnar.

Um politisk undirtøku verður fyri tí, er ætlanin at arbeiða fram ímóti, at tað á psykiatriska deplinum frá 2004 verður skipað ein serlig ambulant/økispsykiatrisk deild til ambulanta viðgerð av sálarsjúkum, sum ikki tørva innlegging, og til eftirviðgerð av áður innløgdum. Í fyrstu atløgu verður henda deild skipað sum ein ambulant deild, har tvørfaklig viðgerð verður veitt á psykiatriska deplinum, men arbeiðast skal fram ímóti at gera viðgerðina meira flytføra, soleiðis at viðgerðin í ein ávísan mun kann fara fram úti í økjunum.

Tá ið deildin hevur virkað í umleið eitt ár, eigur at verða arbeitt fram ímóti at útbyggja skipanina við økispsykiatriskum sjúkrarøktarfrøðingum.

Á psykiatriska deplinum verður mett, at meirkostnaðurin av at reka eina tílíka deild verður umleið 3,5 mió kr. árliga. Tá ið deildin verður útbygd við økispsykiatriskum sjúkrarøktarfrøðingum, verður mett, at árligi meirkostnaðurin at reka deildina verður 5,6 mió kr.

Barna- og ungdómspsykiatri
Barna- og ungdómspsykiatri er eitt øki innan psykiatri, sum ikki hevur verið gjørt nógv burtur úr her heima, hóast tørvurin er stórur.

Læknafrøðiliga sæð er barna- og ungdómspsykiatri ein sergrein burturav, og fevnir hon um viðgerð av sálarliga sjúkum í aldursbólkinum 0-18 ár. Økið er í stórari menning, og roynt verður allastaðni at leggja alsamt størri áherðslu á at menna tað barna- og ungdómspsykiatriska viðgerðartilboðið.

Psykiatriski depulin hevur havt eina barna- og ungdómspsykiatriska tænastu í samstarvi við Odense Universitetshospital. Henda avtala er nú uppsøgd, men tað verður arbeitt við at fáa eina líknandi avtalu við eitt annað sjúkrahús í Danmark sum eina fyribilsloysn.

Í álitinum verður mælt til, at tað á psykiatriska deplinum verður sett á stovn eitt barna- og ungdómspsykiatriskt toymi, sum verður knýtt at økispsykiatrisku/ambulantu deildini á deplinum.

Meirútreiðslurnar av at seta á stovn eitt toymi verða av psykiatriska deplinum leysliga mettar til 2 mió kr. Toymið eigur tó ikki at verða sett á stovn, fyrr enn tað økispsykiatriska økið er sett á stovn og farið at virka, t.e. væntandi í 2006.

Gerontopsykiatri
Gerontopsykiatri er eitt øki innan psykiatri, sum hevur til uppgávu at taka sær av sjúkuútgreinan og viðgerð av eldri fólki við psykiatriskum sjúkum. Likamligar aldursbroytingar og likamligar sjúkur saman við psykiskum sjúkum gera, at starvsfólk, ið fáast við viðgerð av hesum sjúklingabólki, mugu hava serligan førleika, fyri at viðgerðin skal vera dygdargóð.

Her hjá okkum hevur í mong ár verið vanligt, at fólk, sum eru illa dement, (oftani eldri fólk), hava verið innløgd á psykiatrisku deild. Ikki tí at tað hevur verið møguligt at givið teimum serliga viðgerð, men oftast tí, at tey ikki hava havt nakra aðrastaðni at verið. Fyri nøkrum árum síðani varð nýggj deild tikin í nýtslu á psykiatrisku deild, ein demensdeild, sum serliga skuldi taka sær av útgreinan av demensi og viðgerð av tilknýttum psykiskum sjúkuteknum. Hetta arbeiðið hevur verið stak torført, tí meginparturin av teimum sjúklingum, sum hava verið innlagdir har, hava, tá teir vórðu innlagdir, verið illa dementir og røktarkrevjandi. Í long tíðarskeið hevur talan verið um eina beinleiðis røktardeild, og flestu sjúklingarnir kundu eins væl verið á einum røktarheimi. Men orsakað av tí stóra tørvinum á røktarheimsplássum, sum er her á landi, hevur nærum verið ógjørligt at fingið sjúklingarnar útskrivaðar aftur, og flestu teirra hava verið langtíðarinnlagdir.

Hetta hevur sostatt forðað fyri, at deildin hevur kunnað virkað eftir ætlanini um útgreining av demens og viðgerð av tilknýttum sjúkuteknum. Samstundis hevur tann gerontopsykiatriski viðgerðarførleikin á deildini verið brúktur til nakrar fáar sjúklingar, meðan tey mongu úti um landið, sum hava havt gerontopsykiatriskar trupulleikar, ikki hava fingið hesa tænastu.

Tað verður í álitinum hildið neyðugt, at eisini vit í Føroyum hava eina gerontopsykiatriska viðgerðartænastu til okkara eldru. Tað verður mælt til, at gerontopsykiatriska viðgerðartilboðið í høvuðsheitum verður eitt ambulant viðgerðartilboð, skipað undir økispsykiatrisku/ambulantu deildini á psykiatriska deplinum.

Tað verður eisini mælt til, at tað í hesum sambandi verður skipað eitt gerontopsykiatriskt toymi við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum við gerontopsykiatriskum førleika og einum tilknýttum lækna við gerontopsykiatriskum førleika. Talan eigur at vera um eitt serlæknastarv við psykiatara, ið hevur gerontopsykiatriskan serkunnleika. Ásannandi, at tað er stórur tørvur á serlæknum í psykiatri, og serliga á gerontopsykiatarum, kann tað gerast trupult at fáa sett hetta starvið. Annar møguleiki er at mynda starvið sum eitt deildarlæknastarv til serlækna í almennum medisini, sum av psykiatriska deplinum fær skipaða førleikamenning í gerontopsykiatri.

Í álitinum verður ikki mett, at tørvur er á eini seingjardeild burturav til gerontopsykiatriskar sjúklingar, og mælt verður til, at verandi demensdeild stigvíst verður niðurløgd. Harafturímóti skal ein av almennu psykiatrisku seingjardeildunum arbeiða upp serkunnleika í gerontopsykiatriskari røkt og viðgerð, og sjúklingar, sum gerontopsykiatriska toymið metir skulu innleggjast, verða, í tann mun tað er gjørligt, innlagdir á hesa deild. Gerontopsykiatriska toymið hevur tá neyvt samstarv við deildina um viðgerðina.

Eitt tílíkt gerontopsykiatriskt toymi skal hava neyvt samstarv við kommunulæknar, heimarøkt og røktarheim, og virka sum tilboð hjá hesum til vegleiðing, útgreinan og viðgerð av sjúklingum í egnum heimi ella á røktarheimi. Harumframt skal gerontopsykiatriska toymið skipað fyri tiltøkum við upplýsing og førleikamenning hjá primeru røktini og næstringum.

Sambært tilmæltu normeringunum verða meirútreiðslurnar av at seta á stovn gerontopsykiatriskt toymi umleið 2 mió kr. um árið.

Um politisk undirtøka er fyri tí, er ætlanin, at eitt tílíkt gerontopsykiatriskt toymi verður sett á stovn, tó ikki fyrr enn økispsykiatriska/ambulanta deildin umframt barna- og ungdómspsykiatriska toymið eru farin at virka, t.e. væntandi í 2007. Tó eigur tað stigvíst at verða farið undir at niðurleggja verandi demensdeild skjótast gjørligt, soleiðis at seingjarpláss verða niðurløgd, hvørja ferð fólk verða útskrivað, umframt at arbeiðast skal ímóti at fáa teir dementu sjúklingarnar á røktarheim.

Akut psykiatri
Í uppsettu málunum fyri góða psykiatri verður dentur lagdur á, at sálarsjúk hava møguleika at koma í samband við viðgerðarskipanina, tá teimum tørvar tað. Hetta er tann parturin, sum verður nevndur akut psykiatri. Í grannalondunum eru nógvastaðni skipaðar psykiatriskar skaðastovur, har ein kann venda sær, um einum tørvar tað. Spurningurin um loysn av hesum málinum er eisini viðgjørdur í álitinum.

Ein loysn við psykiatriskari skaðastovu er fíggjarliga tyngjandi, og mett verður ikki, at tað er rætt at brúka so stóran part av rakstrinum til eina tílíka akutta tænastu, men heldur at brúka játtanina aðrastaðni í viðgerðini. Hildið verður, at ein stórur partur av akutt trupulleikanum kann loysast við eini telefontænastu knýttari at eini deild.

Á psykiatriska deplinum verður mett, at ein døgntænasta um telefon hevur við sær eina árliga meirútreiðslu á 1,7 mió kr. Eg meti, at rættast er, at ein tílík tænasta verður sett í verk í umleið 2006.

Nútímansgerð av psykiatriska deplinum
Núverandi psykiatrisku bygningarnir eru um 30 ára gamlir, og nakrir av teimum umvældir fyri umleið 15 árum síðani. Seinastu árini hevur ikki verið nýttur nógvur peningur til viðlíkahald, og serligar umvælingar ella broytingar eru ikki gjørdar.

Í sambandi við stóru umbyggingar- og viðlíkahaldsætlanina fyri Landssjúkrahúsið, sum partvís er í gongd, eru eisini gjørdar metingar av umvælingar- og viðlíkahaldstørvinum av teimum psykiatrisku deildunum. Her er tó bert tikin hædd fyri mest neyðturvuligu umvælingunum, og støða er als ikki tikin til, at psykiatrisku deildirnar eisini hava tørv á nútímansgerð fyri at svara tíðarinnar krøvum.

Í álitinum verður mælt til, at ein arbeiðsbólkur verður settur við umboðum fyri psykiatriska depilin, sum saman við arkitektum/verkfrøðingum skulu fyrireika arbeiðið at nútímansgera psykiatrisku deildirnar og gera eina neyva kostnaðarmeting av meirútreiðslunum, ið standast av at umvæla og umbyggja psykiatriska depilin.

Eg eri av teirri áskoðan, at rættast er at áleggja bygginevndini fyri Landssjúkrahúsið, sum umsitur út- og umbygging av sjúkrahúsinum, at arbeiða við einum uppskoti um nútímansgerð av deplinum. Hetta arbeiðið skal gerast í samráð við umboð frá psykiatriska deplinum. Tá ið uppskotið fyriliggur, skal langtíðar íløguætlanin fyri út- og umbygging av Landssjúkrahúsinum dagførast hesum viðvíkjandi, og støða skal takast til, um tørvur er á eini størri íløgujáttan.

Sambært hesi ætlan, sum er gjøgnumgingin, verða tær mettu meirútreiðslurnar til tað psykiatriska øki tey komandi árini umleið hesar:

Tús kr.

2004

2005

2006

2007

Eftirútbúgvingarskipan

2.100

2.100

2.100

1.000

Viðgerðarætlanir

500

-

-

-

Ambulant/økispsykiatrisk deild

3.500

5.600

5.600

5.600

Barna- og ungdómspsykiatriskt toymi

-

-

2.000

2.000

Gerontopsykiatriskt toymi

-

-

-

2.000

Akut-telefontænasta1

-

 

1.700

1.700

Niðurlegging av demensdeild

-1.150

-2.300

-3.450

4.600

Í alt

4.950

5.400

7.950

7.700

1 Útreiðslurnar byggja á 4,5 størv – kvøld og náttarvaktir, frítíð. Verður onnur loysn vald, t.d. har talan ikki er um døgntænastu, verður prísurin samsvarandi minni.

Um henda psykiatriætlan verður sett í verk, fer hon í longdini eisini at hava við sær sparingar á tí psykiatriska økinum. Sum áður nevnt í sambandi við at seta eitt gerontpsykiatriskt toymi, so umhugsi eg at niðurleggja demensdeildina, sum í dag í høvuðsheitum er eitt røktarheim fyri eldri dementar sjúklingar, sum ikki fáa pláss á røktarheimi og tí einki hevur við sjúkrahúsvirksemið at gera. Tær árligu rakstrarútreiðslurnar at reka deildina eru umleið 4,6 mió kr. Um niðurleggingin verður framd stigvíst við tí fyri eyga, at demensdeildin endaliga verður niðurløgd 1. januar 2007, vil tað eisini hava við sær eina stigvísa sparing fyri depilin. Hesin peningur kann so nýtast til at fíggja nýggja virksemið á tí psykiatriska økinum. Ætlanin er eisini, at tey størv, sum í dag eru á demensdeildini, í stóran mun verða konverterað til onnur størv í sambandi við, at psykiatriska økið verður umskipað/útbygt.

Harumframt verður lagt upp til, at fleiri viðgerðir verða ambulantar og tí fara fram úti í økjunum. Hetta er í høvuðsheitum bíligari enn at innleggja sjúklingarnar, sum tað í mongum førum er neyðugt at gera í dag.

Eftirlitsvitjan av Løgtingsins umboðsmanni
Í oktober 2002 var Løgtingsins umboðsmaður á eftirlitsvitjan á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Í frágreiðingini, sum hevur verið til hoyringar hjá Familju- og heilsumálaráðnum, átalar umboðsmaðurin fleiri viðurskifti, sum sálarsjúk og liðugt viðgjørdir sjúklingar á psykiatriska deplinum liva undir. Umframt at bygningarnir eru í sera vánaligum standi, vísir umboðsmaðurin á tann stóra trupulleika, at 40-50 seingjarpláss av teimum 70, sum eru til taks á deplinum, verða nýtt til bústað hjá sjúklingum, sum ikki hava tørv á at vera innlagdir. Orsøkin til, at fólkini búgva á deplinum, er, at eingi onnur bústaðartilboð eru til hesi fólkini. Hesi viðurskifti eru ein afturvendandi trupulleiki, tá ið arbeitt verður við at finna loysnir á tí psykiatriska økinum, og virkar hetta stagnerandi fyri allan depilin.

Sosialpsykiatri og bústaðartrupulleikarnir hjá psykiatrisku sjúklingunum eru øki, sum landsstýrismaðurin í almannamálum hevur ábyrgdina av, men samstundis eru tað øki, sum eisini í stóran mun ávirka heilsuverkið. Á almannaøkinum eru tað umleið 5 mió kr. settar av í 2003 til at keypa/byggja bústaðir til sálarliga veik fyri. Hetta nøktar als ikki tann stóra tørvin, men er eitt stig á rættari leið. Eisini fer hetta samstundis at økja um tørvin á at fáa skipað eina økispsykiatri í Føroyum.

Samanumtøka
Eg havi við hesum lagt eina ætlan fram fyri tey øki, sum liggja undir Familju- og heilsumálaráðnum. Tað skerst tó ikki burtur, at skal hesari ætlan verða lív lagað soleiðis, at alt økið verður dagført til at verða á nøkunlunda sama støði sum í okkara grannalondum, so krevst ein greið politisk støðutakan til, um tað er politisk undirtøka fyri ætlanini. Um landsins myndugleikar ynskja, at tað skal arbeiðast fram ímóti at kunna bjóða eitt heildapsykiatriskt viðgerðartilboð í Føroym, verður samstundis neyðugt at økja um fíggjarligu játtanina til tey sálarsjúku, tí staðfestast kann, at tað psykiatriska økið í Føroyum er afturútsilgt á næstan øllum økjum. Ætlanin kann als ikki fremjast innanfyri verandi karmar.

Við støði í álitinum um heildarpsykiatri í Føroyum og tí framtíðarætlan, sum eg í hesum sambandi havi lagt fram, vóni eg, at vit fáa eitt gott, mennandi og framskygt orðaskifti um heildarpsykiatri í Føroyum.

Takk fyri.

Orðaskifti um frágreiðingina var týsdagin 8. apríl 2003. Málið avgreitt.