Fyrispurningur um yvirtøku av fólkakirkjuni

100-2 Fyrispurningur til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann, viðvíkjandi yvirtøku av fólkakirkjuni

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 6. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Verður álitið um fólkakirkjuna, sum varð handað landsstýrismanninum í mentamálum seinasta heyst, lagt fyri Løgtingið til viðgerðar?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til, at allir avvarðandi myndugleikar verða tiknir við í arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av fólkakirkjuni?

Viðmerkingar:
Tann 20. november 1998 setti táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Signar á Brúnni, eina nevnd við 9 limum at fyrireika yvirtøku av fólkakirkjuni.

Í nevndini sótu umboð fyri almennu umsitingina umframt tveir prestar, tveir kirkjuráðslimir og ein fulltrúi á Biskupsgarðinum.

Prestarnir í nevndini vóru valdir av landsstýrismanninum sjálvum, uttan tilmæli frá prestafelagnum, meðan fulltrúin á Biskupsgarðinum segði nevndarsessin frá sær stutt eftir, at nevndin var skipað.

Stutt eftir, at nevndin var farin til verka, kom fram, at kirkjulógirnar, sum arbeitt hevði verið við í nógv ár, fóru ikki at verða settar í gildi, fyrr enn nevndin var liðug við arbeiði sítt.

Í viðtalu við Dimmalætting tann 18. januar 1999 segði Hans Jacob Joensen, biskupur, at hann ikki kundi úttala seg vegna fulltrúan á Biskupsgarðinum, sum var farin úr nevndini, men at hann skilti væl, um fulltrúin var ónøgdur, tí hann hevði í fimm ár staðið fyri arbeiðnum at fyrireika kirkjulógirnar – eitt arbeiði, sum nú var koyrt í pappírskurvina. Sostatt róði Hans Jacob Joensen, framundir (uttan at siga tað beinleiðis), at tað skuldi skiljast sum eitt mótmæli, at fulltrúin á Biskupsgarðinum var farin úr nevndini.

Meðan nevndin arbeiddi, varð arbeiðssetningurin broyttur tvær ferðir samsvarandi broytingunum, sum landsstýrið gjørdi í politikkinum viðvíkjandi framtíðarstøðu Føroya.  

Á heysti 2001 var nevndin liðug við álitið, ið varð handað Óla Holm, landsstýrismanni, men politikarar sluppu ikki at viðgera álitið, sjálvt um biðið varð um tað frá tingsins røðarapalli fleiri ferðir. Eisini gekk striltið hjá løgtingsmonnum yvirhøvur at fáa eintak av álitinum.

Í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað tann 6. juni í ár, stendur soleiðis um fólkakirkjuna: "Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum."

Løgmaður segði á ólavsøku, at arbeiðið at yvirtaka fólkakirkjuna heldur fram, og at ætlanin er støðugt at viðgera spurningar, sum hava við skipanina at gera saman við teimum, sum varða av kirkjuni.

Men hvørki Føroya Biskupur ella prestafelagið siga seg hava nakran virknan leiklut í arbeiðnum viðvíkjandi yvirtøkuni av fólkakirkjuni.

Tí verður hesin fyrispurningur settur fram.

Á tingfundi 7. august 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. september 2002 svaraði Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Til fyrra spurning er at siga, at Mentamálráðið fekk handað álit um yvirtøku av fólkakirkjuni frá arbeiðsbólki 23. august 2001. Álitið var sent til viðkomandi áhugabólkar. Fleiri viðmerkingar vóru til álitið, men í høvuðsheitum var talan um tríggjar, nevniliga bygnaðin, fíggingina og ynski kirkjumyndugleikanna í fyrireikingunum í smb. við yvirtøkuna. Álitið og viðmerkingar í smb. við hoyringina eru viðgjørd í Mentamálaráðnum. Landsstýrismaðurin hevur avgjørt ikki beinleiðis at seta álitið (lógaruppskotið) í verk, men heldur at nýta partar úr álitinum og gera neyðugar tillagingar, sum komu fram í smb. við hoyringina. Hetta verður gjørt í samráð við teir partar, ið varða av fólkakirkjuni.

Úrslitið av hesum arbeiði verður lagt fyri Løgtingið at taka støðu til, so skjótt sum tað er liðugt.

Til seinna spurning er at siga, at Mentamálaráðið í málsviðgerðini hevur tikið avvarðandi myndugleikar, bæði føroyskar og danskar í Føroyum, við í fyrireikandi arbeiðið fyri at fáa lýst øll neyðug sjónarmið. Fundur hevur verið við Felagið fyri Kirkjuráðslimir 12. juli í ár, fundur var við prestafelagið 20. juni í ár og við bisp 13. mars í ár. Eisini hevur Mentamálaráðið havt fund við dómpróstin tann 16. juli í ár.

Til tær beinleiðis samráðingarnar við donsku stjórnina luttaka bert embætisfólk í Mentamálaráðnum. Mentamálaráðið royndi frá byrjan av at fáa fund í lag við donsku kirkjuligu embætisfólkini í Føroyum, men var hetta sýtt Mentamálaráðnum frá dønum. Mentamálaráðið strongdi fleiri ferðir á donsku myndugleikarnar um at fáa møguleika at ráðføra seg við donsku kirkjuligu myndugleikarnar í Føroyum, men ikki fyrr enn 13. februar í ár eydnaðist tað Mentamálaráðnum at fáa hetta undir land. Beint eftir hetta setti Mentamálaráðið seg í samband við donsku kirkjuligu myndugleikarnar í Føroyum og byrjaði at fundast og ráðføra seg við hesar.

Sum er, hevur Mentamálaráðið samskift við viðkomandi myndugleikar innan fólkakirkjuna. Ætlanin er at samskifta við teir aftur, og so vítt sum gjørligt helst eisini fyri næsta samráðingarfund.

Málið avgreitt.