Fyrispurningur um asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi

100-3 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi

Orðaskifti - ikki tøkt

Ár 2002, fríggjadagin 9. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Ætlar landsstýrismaðurin at bera so í bandi, at peningur verður játtaður á fíggjarlógini fyri 2003 til asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi?
  2. Er nøkur føst mannagongd fyri, hvussu asfaltering í sambandi við samferðsluhavnir skal fíggjast?

Viðmerkingar:
Í ár 2000 varð stuðul veittur til Leirvíkar- og Vestmanna kommunur í sambandi við asfaltering av samferðsluhavnunum í bygdunum. Í báðum førunum varð stuðulin játtaður í eykajáttanar-løgtingslógini fyri september 2000.

Tvøroyrar kommuna søkti fleiri ferðir í 2001 um at fáa stuðul til asfaltering av samferðsluhavnini á Drelnesi eftir sama leisti, sum stuðulin varð latin Leirvíkar- og Vestmanna kommunum. Men svarið, sum kommunan fekk úr Vinnumálastýrinum var, at eingin játtan var til endamálið á fíggjarlógini fyri 2001, og tí bar ikki til at veita stuðulin.

Men síðani tá hava vit fingið bæði eina nýggja fíggjarlóg og fleiri eykajáttanarløgtingslógir, uttan at peningur er settir av til asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi.

Viðmerkjast skal, at eigaraviðurskiftini eru tey somu hjá øllum trimum kommununum, og tí kann tað ikki vera rætt, at allar kommunurnar ikki verða viðgjørdar eftir sama leisti.

Tí verður nú spurt, um roknast kann við, at peningur verður settur av á fíggjarlógini fyri 2003 til áðurnevnda arbeiði, og eisini verður spurt, um nakrar fastar mannagongdir eru á økinum soleiðis, at allar kommunur við somu fortreytum verða viðgjørdar eins.

Á tingfundi 12. august 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. september 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1.
Landstýrismaðurin er í prinsippinum av tí áskoðan, at kommunur við somu fortreytum skulu viðgerast á sama hátt, og at peningur tí átti at verðið játtaður á fíggjarlógini fyri 2003 til asfaltering av havnaøkinum á Drelnesi, men má samstundis ásanna, at pláss ikki er fyri eini slíkari játtan á fíggjarlógini fyri 2003, tí at karmurin er sera trongur.

Til spurning 2.
Ongin føst mannagongd er í løtuni fyri, hvussu asfaltering í sambandi við ferðsluhavnir skal fíggjast, men ætlanir eru um at gera tílíka fasta mannagongd. Grundarlagið undir hesi ætlan verður helst, at útreiðslurnar til asfaltering og annan rakstur, ið kommunurnar hava, skal fíggjast við teimum havna- og brúgvagjøldum, sum verða ásett við samráðingum millum Strandfaraskip Landsins og kommunalu havnaeigararnar.

Málið avgreitt.