Fyrispurningur um fólka- og farmaflutning

100-4 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi lógini um fólka- og farmaflutning

Orðaskifti

Ár 2002, fríggjadagin 9. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Kann landsstýrismaðurin syrgja fyri, at lógin um fólka- og farmaflutning verður hildin, og Smyril aftur kemur at sigla Vág-Tórshavn?

Viðmerkingar
Í apríl 1999 samtykti Løgtingið eina broyting í lógini um fólka- og farmaflutning, har sagt verður í grein 2:

"Landsstýrið skipar fyri sjóvegis sambandi á hesum leiðum:
Vágur-Tórshavn-Tvøroyri-Tórshavn og so framvegis.

Í seinast lýstu ferðaætlan broytir Strandferðslan leiðina, sum sigld er úr Tórshavn á Vág og frá Vági til Tórshavn til at vera:
Tórshavn-Vág og síðan Vág-Drelnes og so seinni á degnum til Havnar.

Sostatt fylgir ferðaætlanin ikki lógini um fólka- og farmaflutning, tí verður hesin fyrispurningurin settur landsstýrismanninum.

Á tingfundi 12. august 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. september 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurningum soleiðis:

Svar:

Í nýggjastu ferðaætlanini, sum kom í gildi 8. apríl 2002, var tann broyting gjørd, at Smyril, í staðin fyri at sigla beinleiðis Vág-Tórshavn, skuldi sigla Vág-Tvøroyri-Tórshavn. Eftir galdandi ferðaætlanini fer Smyril úr Vági týsdag kl. 13.15, og kemur á Drelnes kl. 13.45. Smyril fer av Drelnesi aftur til Havnar kl. 15.30.

Orsøkin til hesa broyting var, at tað ikki ber til at avgreiða tungu ferðsluna í Vági, tí tvørligu havnaviðurskiftini gera, at síðuportrið má nýtast. Tað er tí neyðugt at leggja inn á Drelnes fyri at kunna avgreiða tungu ferðsluna til Suðuroyar og úr Suðuroy henda túrin. Tríggir møguleikar vóru at avgreiða tungu ferðsluna; nevniliga at sigla:

Tórshavn-Drelnes-Vág-Drelnes-Tórshavn,
Tórshavn-Drelnes-Vág-Tórshavn, ella
Tórshavn-Vág-Drelnes-Tórshavn.

Strandfaraskip Landsins valdi seinastu loysnina, hóast fyrsta loysnin kanska var tann, sum nøktaði tørvin hjá vinnulívinum best, tí ferðatíðin hjá tungu ferðsluni tá gjørdist styttst møgulig. Um siglt varð beinleiðis Vág-Tórshavn, uttan at farið varð inn á Drelnes, varð ógjørligt at avgreiða tungu ferðsluna.

Í § 2, stk. 2 í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2000 um fólka- og farmaflutning er ásett, á hvørjum sjóvegis farleiðum landið hevur flutningsskyldu. Í hesi grein verður m.a. ásett, at landið hevur flutningsskyldu á sjóvegis farleiðunum Vág-Torshavn og Tvøroyri-Tórshavn. Henda áseting var ikki partur av upprunaliga uppskotinum til nýggja lóg um fólka- og farmaflutning, men setti ein samd vinnunevnd fram eitt broytingaruppskot, so tað var lógarfest, á hvørjum farleiðum landið hevur skyldu at tryggja sjóvegis flutning.

Í lógartekstinum verður ikki álagt landinum at hava beinleiðis flutningssamband á teimum farleiðum, sum eru nevndar í lógini. Einki er heldur í viðmerkingunum, sum stuðlar uppundir, at Løgtingið hevur ætlað, at sambandið skuldi vera beinleiðis.

Flutningsskylda fyri sjóvegis farleiðir varð fyrstu ferð lógarfest við løgtingslóg nr. 38 frá 23. apríl 1999, sum broytti táverandi løgtingslóg um fólka- og farmaflutning. Í viðmerkingunum til uppskotið til lógarbroyting verður m.a. skrivað:

"Uppskotsstillararnir halda, at hóast Løgtingið hevur sagt frá sær rættin til at vera við í beinleiðis tilrættalegging av samferðsluni, so eigur Løgtingið tó at verða eftirspurt, tá talan er um niðurlegging av sjóvegis sambandi.

Hetta tí, at broytingin í sjóvegis sambandi meir enn broytingar á øðrum samferðsluøkjum hevur stórar avleiðingar við sær, alt eftir hvat øki verður rakt.

Uppskotsstillararnir halda, at hetta uppskot kundi verið viðkomandi fyrr, men tá landsstýrismaðurin í samferðslumálum í fjør tók avgerð um at steðga Skálafjarðarsiglingini, vísti tað seg týðiliga, hvussu lítla ávirkan Løgtingið hevði á slíkt álvarsmál.

Verður hetta uppskot samtykt, so hevur Løgtingið lagt fast, hvar sjóvegis farleiðir eiga at vera, og skuldi tá verðið friður á økinum frameftir. Alt prát um at leggja farleiðina til Suðuroynna um Sandoynna er tá liðugt, og sigling á Vág er tá staðfest í lóg."

Hesar viðmerkingar benda á, at ætlanin við at áseta sjóvegis farleiðirnar í lógini hevur verið at tryggja, at Løgtingið varð eftirspurt, áðrenn sjóvegis farleiðir vórðu niðurlagdar. Einki í hesum viðmerkingum bendir á, at ætlanin við uppskotinum hevur verið at tryggja beinleiðis samband millum tey støðini, sum verða nevnd í lógini.

Landsstýrismaðurin metir sostatt, at lógin verður hildin, hóast Smyril noyðist inn á Drelnes á vegnum til Havnar at avgreiða tunga flutningin.

Málið avgreitt.