Fyrispurningur um sigling í verfalsføri

100-5 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í samferðslumálum, viðvíkjandi sigling í verkfalsføri

Orðaskifti riggar ikki vegna tekniskt brek

Ár 2002, mánadagin 12. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvør var orsøkin til, at túrurin 18. apríl 2002 kl. 12.30 av Havnini til Drelnes ikki varð sigldur
  2. Hvør hevði ábyrgdina av, at Smyril ikki sigldi hendan dagin?
  3. Kann landsstýrismaðurin syrgja fyri, at slíkt ikki hendir aftur?

Viðmerkingar
Tórsdagin 18. apríl 2002 kl. 12.45 verður verkfall lýst í Útvarpi Føroya fyri limirnar í Føroya Skipara- og Navigatørfelag. Sama dag skuldi Smyril sigla av Havnini til Drelnes kl. 12.30.

Hendan dag, sum so mangar aðrar, standa ferðafólk, bilar og farmur til reiðar at fara umborð, áðrenn siglt verður, men av eini hvørji orsøk verður hesin túrur ikki sigldur, og man hetta vera fyrstu ferð at Smyril er lagdur, áðrenn verkfall er lýst.

Hetta kom illa við hjá øllum pørtum – ikki minst hjá teimum, ið skuldu hava útgerð niðurfyri til eitt møguliga langt verkfall. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 12. august 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 4. september 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1.
Klokkan umleið 11.47 varð leiðslan á SL kunnað um, at nú var verkfall. Fólkaflutningsleiðarin hevði beinanvegin fund við skipsleiðsluna umborð á Smyrli um støðuna. Møguleikarnir fyri, hvar Smyril kundi liggja trygt, meðan verkfall var, vórðu kannaðir. Niðurstøðan varð, at sum umstøðurnar vóru, lá Smyril tryggast í Havn. Orsøkirnar fyri hesum vóru m.a.

Til spurning 2.
Grundað á trygdina fyri Smyrli, tók leiðslan á Strandferðsluni, saman við skiparanum umborð, avgerðina um, at Smyril skuldi liggja í Tórshavn.

Til spurning 3.
Frá tí løtu, at annar ella báðir partarnir vraka uppskotið frá semingsmonnunum, er arbeiðssteðgur, og virkandi sáttmálar millum fakfeløgini og Fíggjamálaráðið settir úr gildi. Er tað arbeiðsgevarin, sum vrakar uppskotið, er verkbann. Er tað fakfelagið, sum vrakar uppskotið, er tað verkfall. Undir slíkum umstøðum er tað avmarkað, hvat landsstýrismaðurin kann gera við atliti til, um siglast skal ella ikki.

Í hesum førinum var tað Skipara- og Navigatørfelagið, sum vrakaði uppskotið frá semingsmonnunum, og var tí talan um verkfall.

SL meta, at tað var ein skilgóð avgerð at ráðføra seg við skipsleiðslu og havnamyndugleikar um, hvar Smyril kundi liggja trygt.

Málið avgreitt.