Fyrispurningur um hoyrilíkindi hjá Útvarpi Føroya

100-6 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi møguleikanum hjá sjófólki á fjarleiðum at hoyra Útvarp Føroya

Orðaskifti (riggar ikki)

Ár 2002, týsdagin 3. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Nikláa Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvør situr í nevndini, sum skal geva tilmæli um útvarpshoyrilíkindi á fjarleiðum, og nær kann væntast, at nevndin letur úr hondum tilmæli sítt?
  2. Er landsstýrismaðurin sinnaður at gera eina fyribilsloysn á økinum, sum virkar, til nevndartilmælið er sett í verk?

Viðmerkingar:
Undir umrøðuni av ólavsøkurøðu løgmans 6. august 2002 spurdi undirritaði Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum, hvussu tað er við møguleikanum at hoyra útvarpið á fjarleiðum. Eg nevndi, at vit hava t.d. ein flota yviri á Flemish Kap, har um 300 fólk árliga hava dagliga yrki sítt. Hetta varð tikið upp í 1993 og 1994, og nú eru sostatt skjótt 10 ár liðin síðan, men enn hoyrist einki útvarp yvir á Flemish Kap, so eg heitti á Bjarna Djurholm ella tann avvarðandi í hesum at fáa hesi viðurskifti í lagi.

Bjarni Djurholm svaraði, at um útvarpsstøðir á fjarleiðum var at siga, at síðan hetta málið varð reist fyrr í ár, høvdu hann og landsstýrismaðurin í mentamálum gjørt avtalu um at fáa lýst hetta málið til fulnar, og tað sat nú ein nevnd og gjørdi eitt upplegg til landsstýrismenninar báðar, síðani verður støða tikin til, hvussu man kann fáa hoyrilíkindini eisini at røkka t.d. á Flemish Kap, so Útvarp Føroya hoyrist á fjarleiðum eisini.

Undirritaði heldur, at skjótt eigur at verða atborið, tá tað snýr seg um eitt mál, sum er so viðkomandi fyri ein stóran part av okkara sjófólki. Møguleikar skuldu verið at leigað sær senditíð á kortbylgju hjá grannum okkara bæði fyri eystan og vestan, sum hoyrist um allan heimin. Fyri at nøkta tørvin á Flemish Kap, í Canada og í Vesturgrønlandi kundi man leigað seg inn hjá íslendska útvarpinum gjøgnum sendaran á Guvunesi. Fyri fáum árum síðan varð upplýst, at 1½ til 2 ársverk kundu nøktað hendan tíðindatørv. Umráðandi er, at ein loysn fæst av hesum málinum, sum fevnir um umleið 15% av okkara fiskimonnum.

Á tingfundi 4. september 2002 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 25. september 2002 svaraði Bjarni Djurholm, landstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til spurning 1.
Nevndin, sum m.a. skal geva tilmæli um útvarpshoyrilíkindi á fjarleiðum er mannað við:
Einum umboði frá Mentamálaráðnum
Einum umboði frá Vinnumálaráðnum
Einum umboði frá Fjarskiftiseftirlitinum
Einum umboði frá Útvarpi Føroya
Einum umboði frá Sjónvarpi Føroya

Mett verður, at forkanningararbeiðið, sum er ein kravgreining til tænastuna í sambandi við umsiting av útvarps- og sjónvarpssendinetinum, fer at taka umleið 1 ár, tvs. at miðast kann eftir, at tilmælið verður latið landsstýrismanninum í seinasta lagi 1. mai 2003.

Til spurning 2.
Nevndin hevur sett sær fyri, at tilmælið um útvarpshoyrilíkindi á fjarleiðum m.a. skal fevna um at gera eina lýsing av, hvørjir møguleikarnir eru fyri at økja um dekningin á langfaraleiðum, heruppi í ein søgulig lýsing av tíðindaflutninginum til sjómenn og útisetar.

Møguleikarnir fyri at økja dekningin eru:

  1. Internet
  2. At leiga seg inn á útlendskar sendistøðir
  3. Satelitt
  4. Millumbylgjusendinetið.

Nevndu møguleikar verða lýstir við m.ø. støði í tørvi og kostnaði.

Útvarp Føroya (ÚF) hevur í skrivi til Mentamálaráðið, dagfest 23. november 1998, eftir áheitan frá rækjutrolarunum, ið fiska á Flemish Kap, kanna møguleikarnar fyri at senda tíðindasendingar útvarpsins um tann stuttbylgjusendara, sum íslendska útvarpið nýtir.

Kanningin vísti, at besti dekningur fæst við at brúka tveir frekvensir (tíddir) samstundis, orsakað av at útbreiðslan á stuttbylgju verður ávirkað av veðri o.ø. Verða sendar tvær tíðindasendingar á 20 min. um dagin mánadag til fríggjadag, verður árligi kostnaðurin kr. 300.000 við tveimum frekvensum og kr. 170.000 við einum frekvensi. Fyrivarni skal takast fyri kostnaðarmetingini, ið er gjørd í 1998. Útvarp Føroya vísir í skrivinum á, at ÚF hevur fingið nógvar áheitanir um at veita útisetum og føroyskum sjófólki eina tíðindatænastu. M.a. eru áheitanir komnar frá føroyingum í Danmark, Noregi og Íslandi. Føroysku skipini í Barentshavinum hava eisini kært sína neyð um, at tey ikki hoyra útvarpið, tá tey fara langt eystur í russiskan sjógv, og føroyingar, sum sigla úti, hava eitt ynski um eina tíðindatænastu, sum kann røkka allan knøttin.

Niðurstøðan er, at landsstýrismaðurin metir ikki, at ein eigur at gera eina fyribils loysn á økinum, ið bert nøktar tørvin á Flemish Kap. Grundgevingin er, at tað kann vera óheppið at gera íløgu í ávísa loysn, áðrenn kannað er, hvør loysnin er best hóskandi í mun til kostnað og tørv. Eisini vil ein fyribils loysn hava við sær, at ávíst øki verður tikið fram um annað.

Landsstýrismaðurin metir málið at hava týdning og ynskir at lata nevndina gera arbeiði sítt liðugt, soleiðis at betri grundarlag er fyri einari støðutakan.

Málið avgreitt.