Fyrispurningur um Hotel Tórshavn

100-7 Fyrispurningur til Bill Justinussen, landsstýrismann, viðvíkjandi sjúklingahotellinum Hotel Tórshavn

Orðaskifti (riggar ikki)

Ár 2002, týsdagin 3. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvat ítøkiligt verður gjørt fyri at tryggja, at støðan, sum kom í viðvíkjandi legionerbacilluni í vatnskipanini á hotellinum, ikki endurtekur seg?
  2. Verða við jøvnum millumbili tiknar vatnroyndir til kanningar – hvussu ofta, um so er?
  3. Hvat verður gjørt við svampatrupulleikan, sum er á hotellinum?
  4. Er eingin ætlan um at bøta um fysisku rammurnar, sosialu støðuna og ítrivsmøguleikar o.a. fyri langtíðarbúgvandi?
  5. Ætlar landsstýrismaðurin ikki at kanna møguleikar fyri at keypa betur egnað stað til endamálið í staðin fyri at blaka 50 milliónir út í 20 ár í leiguútreiðslum?
  6. Er málsetningurin hjá skjóttarbeiðandi bólkinum, sum landsstýrismaðurin hevur ætlan um at seta, útyvir at koma við eini niðurstøðu um støðuna á hotellinum, eisini at koma við ráðgeving um, hvussu bústaðartrupulleikin verður loystur upp á longri sikt soleiðis, at tryggleikin og trivnaðurin hjá sjúklingunum koma í fremstu røð?


Á tingfundi 4. september 2002 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 25. september 2002 svaraði Bill Justinussen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar: 

1.    Hvat ítøkiligt verður gjørt fyri at tryggja, at støðan, sum kom í viðvíkjandi legionerbacilluni í vatnskipanini á hotellinum, ikki endurtekur seg?

Ein orsøk til, at mongdin av legionellabakterium var so stór á Sjúklingahotellinum Tórshavn, var, sambært Embætislæknanum fyri Keypmannahavnar og Frederiksbergs kommunur og Københavns Energi, at hitin á tí heita vatninum var ov lágur. Málingar frá Københavns Energi vístu, at hitin í heittvatnstangunum vóru ávíkavist 35º, 52º og 58ºC. Sambært Embætislæknanum nørast legionellabakteriur best í hita, sum liggur í millum 25º og 40ºC. Ein onnur orsøk sambært embætislæknanum kann vera, at vatnið verður ov lítið útskift í rørunum til køksvaskini á kømrunum.

Embætislæknin hevur verið á Sjúklingahotellinum Tórshavn og greitt sjúklingum og starvsfólki frá, hvussu tey skulu bera seg at í sambandi við, at legionellabakteria er í vatninum. Henda frágreiðing er bæði givin skrivliga og munnliga.

Fylgdar eru tilráðingarnar frá Embætislæknanum og Københavns Energi um:

Í brævi frá Embætislæknanum, dagfest 18. september 2002, verður staðfest: "Da Københavns Energi med det nævnte forbehold (at vatnið í rørleiðingunum til køksvaskini javnan verður útskift) nu ikke finder mangler ved varmtvandsinstallationen, er der ikke grundlag for at opretholde ovenfornævnte forholdsregler for brug af vandet."

Trivnaðarmálaráðið hevur kravt frá útleigaranum NORDICOM, at hitin frameftir ikki verður settur so langt niður, at vandi verður fyri, at legionellabakterian kann nørast. Hetta hevur NORDICOM góðtikið.

Harumframt verða frameftir gjørdar regluligar kanningar av vatninum. Sjúklingahotellið skal í samstarvi við Embætislæknan gera eina mannagongd fyri hesum.

2.    Verða við jøvnum millumbilum tiknar vatnroyndir til kanningar – hvussu ofta, um so er?
Sum áður nevnt, hava tað higartil ikki verið tiknar regluligar kanningar av vatninum, men skipað verður soleiðis fyri, at hetta verður gjørt frameftir. Ein mannagongd fyri hesum verður gjørd í samstarvi við Embætislæknan, við atliti til serliga virksemið á Sjúklingahotellinum.

3.    Hvat verður gjørt við svampatrupulleikan á hotellinum?
Tað, sum higartil er gjørt, er at lappað hevur verið upp á trupulleikan. Svampurin er vaskaður burtur, og svampadrepandi evni er smurt á, har svampur hevur verið. Hetta er ikki nøkur varandi loysn, tí fuktur er framvegis í vegginum, sum ger, at svampurin kemur aftur. Trivnaðarmálaráðið hevur tí havt fund við útleigaran NORDICOM um trupulleikan og givið teimum eina freist til 23. september 2002 at koma við eini støðufrágreiðing og eini ætlan fyri, hvussu teir ætla at loysa trupulleikan við svampinum.

4.    Er eingin ætlan um at bøta um fysisku rammurnar, sosialu støðuna og ítrivsmøguleikarnar o.a. fyri langtíðarbúgvandi?
Hvat viðvíkur fysisku umstøðunum fyri langtíðarbúgvandi er ætlanin, at hesi í framtíðini skulu fáa tvey rúm at vera í, har ein hurð verður sett í millum nøkur av núverandi kømrunum. Hetta hevur tó ikki verið møguligt seinastu tíðina, tí hotellið seinasta árið hevur verið fult av sjúklingum og avvarðandi. Frá januar til juni í ár hava 50% fleiri sjúklingar og avvarðandi búð á hotellinum í mun til sama tíðarskeið síðsta ár. Nevnast kann, at tá pláss hevur verið til tess, hevur Sjúklingahotellið latið langtíðarbúgvandi tvey rúm, eitt at sova í og eitt til uppihaldsrúm.

Viðvíkjandi sosialu støðuni hevur landsstýrimaðurin ikki ítøkiligar ætlanir um broytingar. Sosialráðgevari er eina ferð um vikuna á hotellinum, umframt at samband kann fáast við hann hinar dagarnar í Føroyahúsinum. Sjúklingahotellið Tórshavn skipar av og á fyri ymiskum spølum t.d. bingo. Føroyskir hátíðardagar verða hátíðarhildnir, og uppihaldsstovur eru, har sjúklingarnir kunnu møtast, umframt at andaktir verða hildnar.

Viðvíkjandi ítrivsmøguleikum eru fleiri tilboð. Harumframt verður tað framhaldandi arbeitt við at betra um ítrivsumstøðurnar. Tá leigusáttmálin við NORDICOM varð undirskrivaður, vístu teir í fylgiskjali á, at uttanumsøkið skuldi gerast til ein flottan hava við grillplássi og øðrum virksemi. Hetta er ikki gjørt enn, tí útleigarin hevur tekniskar trupulleikar av at tetta garðin, sum liggur oman á 1. hædd í bygninginum. Ikki kann væntast, at hetta verður liðugt í ár, hóast Trivnaðarmálaráðið hevur mint útleigaran á lyftini.

Viðvíkjandi øðrum ítrivsmøguleikum so skipar Sjúklingahotellið av og á fyri bingo, sjónvarp, video og playstation eru tøk, jóla- og páskaklipp verða gjørd til hátíðirnar, umframt at onnur tiltøk verða fyriskipað. Harafturat finst eitt ótal av tilboðum í einum stórbýi sum Keypmannahavn. Føroyahúsið, Samuelskirkjan og Kristnastova skipa javnan fyri tiltøkum. Á hotellinum verður í løtuni arbeitt við at seta á stovn eina ítrivsstovu fyri bæði kvinnur og menn, har ynskini hjá sjúklingunum eisini verða tikin við.

5.    Ætlar landsstýrismaðurin ikki at kanna møguleikar fyri at keypa betur egnað stað til endamálið í staðin fyri at blaka 50 milliónir út í 20 ár í leiguútreiðslum?
Núverandi leigumál røkkur fram til 2020. Um Trivnaðarmálaráðið skal siga sáttmálan upp, kann hetta koma at kosta landinum nógvan pening, uttan so at tað er orsakað av misrøkt frá útleigaranum. Harafturat tekur tað tíð at finna og flyta í hóskandi hølir. Í løtuni hevur landsstýrismaðurin ikki ætlanir um at keypa nýggj hølir til Sjúklingahotellið.

6.    Er Málsetningurin hjá skjóttarbeiðandi bólkinum, sum landsstýrismaðurin hevur ætlan um at seta, útyvir at koma við eini niðurstøðu um støðuna á hotellinum, eisini at koma við ráðgeving um, hvussu bústaðartrupulleikin verður loystur upp á longri sikt, soleiðis at tryggleikin og trivnaðurin hjá sjúklingunum koma í fremstu røð?
Landsstýrismaðurin hevur ikki enn sett nakran arbeiðsbólk. Landsstýrismaðurin hevur sjálvur verið niðri og hugt at umstøðunum og tosað við sjúklingar og starvsfólk. Harafturat hava embætisfólk úr Trivnaðarmálaráðnum, saman við leiðsluni á hotellinum, sakførara og byggikønum verið niðri og havt fund við útleigaran. Eisini hava embætisfólkini hugt eftir "Det Grønlandske Patienthjem" fyri at kunna seg um viðurskiftini har, og um teirra leistur er ein møguleiki frameftir.

Viðvíkjandi tryggleikanum hjá sjúklingunum er tað Embætislæknin, sum hevur til uppgávu at hava eftirlit við, at bústaðarviðurskiftini eru í lagi. Loysnin upp á styttri sikt er, at útleigarin fær viðurskiftini í rættlag. Um Trivnaðarmálaráðið ikki kann fáa prógv fyri hesum, tá er støðan ein onnur.

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað tænir nøkrum endamáli at seta ein arbeiðsbólk, fyrr enn vissa er fingin fyri, at viðurskiftini koma í rættlag í núverandi hølum, og fyrr enn greiða er fingin á, um sleppast kann úr núverandi leigusáttmála uttan stórvegis eykakostnað.

Samanumtikið kann sigast, at tað í høvuðsheitum í 2002 hava verið tríggir trupulleikar við Sjúklingahotellinum t.e. vatnið, svampurin og ov nógv fólk.

Viðvíkjandi vatninum so metir Trivnaðarmálaráðið, at trupulleikin nú er loystur.

Viðvíkjandi svampinum er ein loysn á veg. Starvsfólkini eru varug við henda trupulleika og taka neyðug fyrivarni við atliti til sjúklingarnar.

Viðvíkjandi plásstrotinum so verður kannað eftir, um talið av niðursendum fólkum kann avmarkast, m.a. strammast upp viðvíkjandi fylgjarum, flytan av viðgerðum, stytting av tíðini í Danmark, og kannað verður eisini, um Sjúklingahotellið kann leiga fleiri hølir í bygninginum.

Burtursæð frá omanfyri nevndu trupulleikum er Trivnaðarmálaráðið nøgt við umstøðurnar á Sjúklingahotellinum. Kømrini eru ljós og góð. Tað sama er galdandi fyri felagshølini. Hotellið liggur mitt í býnum og tætt við Ríkissjúkrahúsið. Tað er ikki so nógv grønt øki rundanum hotellið, men Fælledparken liggur tætt við Sjúklingahotellið.

Málið avgreitt.