Fyrispurningur um pensjónshækking

100-8 Fyrispurningur til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, viðvíkjandi hækkingini av pensjónum

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 3. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Pensjónirnar hækkaðu 1 januar 2002.

  1. Hava allir pensjónistar merkt hækkingina?
  2. Skuldi tað, at grundupphæddin av pensjónini gjørdist skattafrí, ikki ávirkað allar pensjónistar positivt?
  3. Hevur landsstýrismaðurin ætlan um at gera nakað, um so er, at onkur bólkur er dottin niðurímillum?
  4. Um so er, at nettoútgjaldingin ikki gevur ætlaðu hækkingina av pensjónini, hevur landsstýrismaðurin so ætlan um at avseta pening á komandi fíggjarlóg, so at allir pensjónistar kunnu fáa ta ætlaðu hækkingina?

Viðmerkingar:
Undirritaði boðaði vegna Sjálvstýrisflokkin frá undir viðgerðini av fíggjarlógini 2002, at pensjónirnar máttu hækkað við tí, sum svaraði til uml. 1.000 kr. um mánaðin. Broytingin, sum framd varð, gav góðar 400 krónur meir í útgjaldi, umframt at grundupphæddin gjørdist skattafrí.

Onkur pensjónistur, sum einans hevur pensjónina sum inntøku, hevur síðani víst á, at hann eftir broytingina 1 januar, hevur fingið munandi meir í skatti av viðbótum.

Tá grundupphæddin gjørdist skattafrí, vórðu botnfrádrátturin og persónligi frádrátturin avtiknir. Tað varð tá sagt, at ein pensjónistur, sum einans hevði pensiónina sum inntøku, bleiv nærum skattafríður.

Við vón um, at landsstýrismaðurin kann greiða nærri frá, um endamálið at betra korini hjá pensjónistum gekk eftir ætlan, verður hesin fyrispurningur settur.

Á tingfundi 4. september 2002 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 16. oktober 2002 svaraði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar: 

Áðrenn farið verður víðari, skal lýsast, hvørjar broytingar vórðu gjørdar:

  1. Viðbótin til fólkapensjónistar varð hækkað við 400 krónum um mánaðin
  2. Grundupphæddin til fólkapensjón varð gjørd skattafrí
  3. Pensjónistafrádrátturin, sum var í skattinum hjá fólkapensjónistum, varð strikaður
  4. Frádráttarfría inntøkan hjá fólkapensjónistum varð hækkað úr 22.300 upp í 44.500 kr.
  5. Frádráttarfría inntøkan hjá fyritíðarpensjónistum varð hækkað úr 44.500 upp í 66.800 kr.

Viðvíkjandi fyritíðarpensjónistum er bert at siga, at við lógarbroytingini hækkar frádráttarfría inntøkan hjá hesum bólki. Sum eg skilji tann samlaða fyrispurningin, snýr hann seg um fólkapensjónistar, og tí vil svarið eisini snúgva seg um hesar.

  1. Frá Fíggjarmálaráðnum hava vit fingið upplýst, at allarflestu fólkapensjónistarnir hava fingið tilætlaðu hækkingina. Tað vil siga, at inntøkan eftir skatt ella inntøkan til taks er hækkað. Tó tykist vera ein minni bólkur av pensjónistum, sum av misgáum ikki varð tikin við í lógarbroytingarnar í vár, og tískil kanska rindar meira í skatti eftir broytingarnar. Hetta eru teir pensjónistar, ið eru á røktar- og ellisheimi ella eru røktarsjúklingar. Hesir pensjónistarnir fáa ikki vanliga fólkapensjón, tvs. grundupphædd og viðbót, men ístaðin eina upphædd til serligan tørv, eisini nevnd lummapeningur. Almannastovan rindar hendan peningin út sambært lógini um uppihald á stovni.
  2. Upphæddin til lummapening verður ásett sambært løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, og var 8.760 kr. í 2002. Fólkapensjónistar á sambýlum fáa fulla pensjón.

    Afturat lummapeninginum, sum er skattskyldugur, fáa pensjónistarnir samhaldsfasta, sum eisini er skattskyldugur. Er ongin onnur inntøka, verður skatturin av hesum báðum inntøkunum 0 kr., tí tær fara samanlagt ikki upp um botnfrádráttin upp á 21.000 kr. Hevur pensjónisturin hinvegin aðra inntøka aftrat, t.d. krígs- ella tænastumannapensjón, so er sannlíkt, at nakrir av hesum pensjónistum nú rinda meira skatt, tí áður hevði pensjónistafrádrátturin við sær, at ein upphædd svarandi til grundupphæddina var skattafrí.

    Almannastovan upplýsir, at sambært teirra seinastu koyring, vóru tað 264 pensjónistar, ið bert fingu lummapening. Hesir eiga ikki at hava merkt nakra hækking í skattinum. Sum er, vita vit tó ikki, hvussu nógvir av pensjónistunum, ið fáa lummapening, eisini hava aðra inntøku, ið hevur við sær, at skatturin er hækkaður av broytingunum. Tá hetta talið fyriliggur, verður støða tikin til, um broytingar møguliga skulu gerast.

    Sum sagt, hava teir allarflestu pensjónistarnir merkt hækkingina, men skal tó gerast ein roynd at greiða frá, hví onkrir av fólkapensjónistunum, ið fáa vanliga fólkapensjón, t.v.s. grundupphædd, viðbót og samhaldsfasta, møguliga halda seg hava fingið meiri skatt eftir enn áðrenn broytingarnar í vár.

    Broytingarnar vórðu gjørdar í trimum lógum: Løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin). Og av tí at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum varðar av teimum báðum seinnu lógunum, vórðu útrokningarnar gjørdar serliga í Fíggjarmálaráðnum.

    Útrokningarnar vístu allar, at allir fólkapensjónistar, sum fáa grundupphædd, viðbót og samhaldsfasta, fóru at fáa eina hækking í inntøkuni áðrenn og aftaná, at skattur varð goldin. Úrslitið av útrokningunum varð lagt við sum fylgiskjøl til løgtingsmálini nr. 51/2001 og 52/2001 og kunnu t.d. finnast undir Løgtingstíðindum 2001 á heimasíðuni hjá Løgtinginum www.logting.fo.

    Viðmerkjast skal tó, at orsakað av, at broytingarnar ikki vórðu samtyktar fyrr enn 28. februar, men við gildi frá 1. januar, fingu pensjónistarnir ikki hækkingarnar í viðbótunum fyrr enn í apríl mánaði.

    Í apríl rindaði Almannastovan hækkingarnar í viðbótunum út fyri januar, februar og mars. Og í mai fekk Toll- og skattstovan upplýsingar frá Almannastovuni um skattskyldugu inntøkurnar, so Toll- og skattstovan kundi taka pensjónistafrádráttin út.

    So orsøkin til, at skatturin hjá onkrum pensjónistum av viðbótini, samhaldsfasta og møguligari aðrari inntøku møguliga hevur verið nakað ójavnur fyrstu mánaðirnar av árinum, er, at broytingarnar vórðu gjørdar við virknaði frá 1. januar 2002. Tí gjørdist neyðugt at gera broytingarnar í tveimum umførum.

    Støðan í dag er tó mær kunnugt, at skatturin nú er javnur, og at skatturin fyri alt árið er lægri enn árið fyri. Tað vil siga tað sama sum, at inntøkan til taks hjá einum fólkapensjónisti nú er væl hægri enn árið fyri. Eg havi frá Fíggjarmálaráðnum fingið 2 verulig dømi, ið vísa hækkingina í inntøkuni eftir skatt hjá einum giftum og einum støkum fólkapensjónisti, ið ikki hava aðra inntøku. Fyrstnevndi hevur 10.500 kr. í pensjónistafrádrátti í 2001 og hin 16.200 kr. í pensjónistafrádrátti somuleiðis í 2001. Kommunuskattaprosentini eru ávikavist 19,05% og 20,30%.

    Í báðum førum hevur pensjónisturin o.u. 500 kr. meir í tøkum peningi um mánaðin, enn sami persónur hevði í 2001.

    Orsøkin til, at hækkingarnar eru 500 kr. og ikki akkurát 400 kr., sum annars hækkingin var í viðbótunum um mánaðin, er m.a., at viðbótin verður javnað við 4% um árið, at samhaldsfasti hækkaði frá 620 til 650 kr. um mánaðin og eisini, at pensjónistafrádrátturin, sum nú er tikin út, varð roknaður út eftir einum kommunuskattaprosenti upp á 24%.

  3. Sum greitt er frá omanfyri, so skuldi henda broyting ávirka allar pensjónistar positivt.
  4. Sum nevnt, so tykist vera ein minni bólkur av pensjónistum, sum ikki varð tikin við í lógarbroytingunum í vár, og tískil kanska rindar meira í skatti eftir broytingarnar. Hetta eru teir pensjónistar, ið eru á røktar- og ellisheimi ella eru røktarsjúklingar. Heitt er á Fíggjarmálaráðið og Almannastovuna um at kanna, hvussu nógvir av hesum pensjónistunum eisini hava aðra inntøku enn lummapening og samhaldsfasta, og um skatturin tískil er hægri nú enn áðrenn broytingarnar. Tá hetta fyriliggur, verður støða tikin til, um nakrar broytingar møguliga skulu gerast.
  5. Um tað vísir seg, at pensjónsbroytingarnar í vár hava havt við sær, at bólkurin av røktarheims-pensjónistum ikki hevur merkt eina hækking í nettoinntøkuni, so krevur tað eina lógarbroyting fyri at bøta um hetta. Áðrenn tað kann ikki setast peningur av á fíggjarlógini – hetta má so fáast í lag við eykajáttan til ta tíð.

Málið avgreitt.