Fyrispurningur um sjúkrahúsverkinum

100-9 Fyrispurningur til Bill Justinussen, landsstýrismann, viðvíkjandi sjúkrahúsverkinum

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 24. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu síggja bíðilistarnir út ídag fyri hvørt sjúkrahús sær, sammett við 1997 eftir hækking frá 1997 til 2002?
  2. Hvat er kostnaðurin fyri føroyska sjúkrahúsverkið fyri hvønn íbúgva, sammett við hini Norðanlondini?
  3. Hvussu stórur er lønarparturin av hækkanini frá 1997 til 2002 á hvørjum sjúkrahúsi sær?
  4. Hvussu stórur partur av lønarhækkanini er farin til fyrisiting, sammett við viðgerðarpartin frá 1997 til 2002?
  5. Hvat er orsøkin til, at kostnaðurin fyri at senda sjúklingar til Danmarkar so brádliga er øktur?
  6. Er verulig faklig meting gjørd av hvørjum sjúklingi sær, tá teir verða sendir til útlendsk sjúkrahús?
  7. Er nøkur yvirskipað ætlan viðvíkjandi býtinum fyri tey trý sjúkrahúsini, hvussu karmarnir skulu fyllast út í sambandi við útbyggingarnar?
  8. Fyriliggur nøkur rasjonaliserings- og spariætlan fyri Landssjúkrahúsið eftir útbyggingina? Um so er, hvør er hon, og hvat gevur hon í skerjingum og/ella í betri tænastu?
  9. Hvussu er viðgerðartalið økt á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir útbyggingina?
  10. Er nøkur eftirmeting gjørd av, at "ferðandi" læknar koma úr Danmark? Og hvussu verður henda útreiðsla goldin sjúkrahúsverkinum?

Viðmerkingar
Eins og á sjúkrahúsøkinum í londunum kring okkum, gerst føroyska sjúkrahúsverkið ein vaksandi partur á fíggjarlógini. Sjúkrahúsini eru fíggjarligi tyngsti parturin av heildini í føroyska heilsuverkinum, tí er einki at siga til, at politikarar ynskja spurningar greiddar viðvíkjandi framtíðini á hesum øki.

Útbygt er seinastu árini bæði í Suðuroy og nú verður út- og nýbygt á Landssjúkrahúsinum. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri einar 120 mió kr., Landssjúkrahúsið fyri einar 350 mió kr. í fyrstu syftu. Klaksvíkar sjúkrahús stendur fyri eini útbygging fyri umleið 80 mió kr., triðja byggistigið, sum átti at verið sett í verk fyri fleiri árum síðani.

Seinastu tíðina hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at eitt serstakliga dýrkandi lið er kostnaðurin av at senda sjúklingar á donsk sjúkrahús – serliga Ríkissjúkrahúsið – hesin kostnaður sigst vera øktur eftir stuttari tíð úr 40 mió kr. upp í 70 mió kr. Fyri at bjarga parti av hesum, hevur verið tosað um í staðin at fáa læknar úr útlondum til Landssjúkahúsið, tí "bíligari er at flyta ein lækna, enn at senda fleiri sjúklingar til Danmarkar".

Í Sjónvarpi Føroya var leiðandi yvirlæknin á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum spurdur, um hetta kundi verið eitt hugskot. Hann svaraði nakað soleiðs, at tað hevði verið eitt gott hugskot, men tá hevði verið gott við eini játtan við einum 40 mió kr. afturat. – Sjálvandi er talan um pláss og tól, og ein fekk varhugan av, at spurningur er, um hesar 40 mió kr. ella meira møguliga bara koma omaná. – Hesin prísur er sama upphædd, sum Klaksvíkar Sjúkrahús kostar at reka árliga, og í fleiri ár hevur verið tosað um at fáa játtað hálvatriðju millión afturat til ortopediskar viðgerðir, tí bíðilisti hevur verið. Tað hevur ikki latið seg gjørt fyrrenn í ár, hóast talið av viðgerðum nærum er tvífaldað eftir fáum árum.

Spurningurin er tí, um ikki eigur at vera farið eitt sindur varisliga til verka á hesum øki, og heldur eftirmett tær royndir, ið eru gjørdar í sjúkrahúsverkinum, við at fáa læknar til Føroya, og at Løgtingið fekk eina nærri frágreiðing um, hvussu hetta hevur vignast.

Eg havi kannað tað, og royndir hava verið gjørdar í fleiri ár at fáa vitjan av læknum úr útlondum til føroysku sjúkrahúsini, eitt nú í sergreinunum urologi og hand-, knæ- og akslasergreinum. – Hvat vísa so hesar royndir? Hyggja vit eftir játtanunum til føroyska sjúkrahúsverkið og samanbera tølini fyri roknskapin fyri 1997 og játtanina fyri ár 2002, eru tølini hesi:

  1997 mió. kr. 2002 mió kr. Hækking mió kr.
Landssjúkrahúsið 213 243 + 13* 43
Klaksvíkar Sjúkrahús 37 42 5
Suðuroyar Sjúkrahús 27 32 5

*+13 mill. kr. Sjúkrasystraskúlin var tikin burtur úr Landssjúkrahús-roknskapinum

Spurningarnir verða settir, tí áhugavert kundi verið at fingið at vita, hvat meira vit hava fingið burtur úr hesi hækkan - um framleiðslan er økt, bíðilistarnir skerdir, ella um tænastan er vorðin betri. Sjálvsagt eru lønir hækkaðar og annar kostnaður eisini.

Á tingfundi 25. september 2002 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 27. november 2002 svaraði Bill Justinussen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

1. Hvussu síggja bíðilistarnir út ídag fyri hvørt sjúkrahús sær, sammett við 1997 eftir hækking frá 1997 til 2002?

Tað verða ikki regluliga gjørdar skipaðar uppgerðir fyri bíðilistar í føroyska sjúkrahúsverkinum. Upplýsingarnar í hesum svarinum eru frá teimum trimum sjúkrahúsunum.

Á Landssjúkrahúsinum hevur ikki verið møguligt at funnið bíðilistar fyri 1997, men aktuellu bíðilistarnir eru frá einari viku upp í 52 vikur alt eftir, hvat viðgerð talan er um.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi er bíðitíðin áleið fýra vikur, undantikið ortopædi, har bíðitíðin er frá 17 til 24 vikur.

Á Klaksvíkar sjúkrahúsi vórðu í 1997 188 sjúklingar á bíðilista, meðan talið í september 2002 var 300 sjúklingar.

Løgtingsmaðurin setur bíðilistarnar í samband við hækkingina í játtanini til sjúkrahúsini frá 1997 til 2002. At seta bíðilistar og tað, at játtanin verður hækkað, upp í móti hvørjum øðrum skal tó gerast við fyrivarni m.a. av fylgjandi orsøkum:

2. Hvat er kostnaðurin fyri føroyska sjúkrahúsverkið fyri hvønn íbúgva, sammett við hini Norðanlondini?

Tað finnast í dag ikki álítandi samanberilig hagtøl fyri útreisðslurnar til sjúkrahúsverkið í norðanlondum. Sambært seinastu útgávuni hjá NOMESCO "Health statistic in the Nordic Countries 2000" eru samlaðu heilsuútreiðslurnar fyri hvønn íbúgva í Føroyum áleið tað sama sum í Grønlandi og nakað lægri enn í hinum norðanlondunum. Munurin kemst m.a. av, at uppgerðarhættirnir eru ymiskir viðvíkjandi tí, sum verður roknað sum útreiðsla til heilsuverkið, og kunnu hagtølini tí ikki samanberast.

3.    Hvussu stórur er lønarparturin av hækkanini frá 1997 til 2002 á hvørjum sjúkrahúsi sær?

Niðanfyri er yvirlit yvir lønarútreiðslur og aðrar útreiðslur á sjúkrahúsunum í 1997 og 2001.

Mió. kr.

Játtan 1997

Játtan 2002

Hækking

Landssjúkrahúsið, vanligt virksemi

Løn

169

198

29

Annað

51

48

-3

Klaksvíkar sjúkrahús

Løn

28

45

17

Annað

11

-2

-13

Suðuroyar sjúkrahús

Løn

29

34

5

Annað

0

-2

-2

Landssjúkrahúsið, vanligt virksemi: Frá fíggjarlógini fyri 1997 til fíggjarlógina fyri 2002 er lønarkarmurin hækkaður 29 mió kr. Henda hækking er sundurgreinað soleiðis:

Vanlig lønarframskriving 33. mió kr.
Flyting til aðrar høvuðskontur -18. mió kr.
Flyting frá øðrum høvuðskontum 6. mió kr.
Nýtt virksemi 8. mió kr.
Hækking á játtan 29. mió kr.

Klaksvíkar sjúkrahús: Frá fíggjarlógini fyri 1997 til fíggjarlógina fyri 2002 er lønarkarmurin hækkaður 17 mió kr. Hetta er sundurgreinað soleiðis:

Vanlig lønarframskriving 8. mió kr.
Flyting frá øðrum høvuðskontum 9. mió kr.
Hækking á játtan 17. mió kr.

Suðuroyar sjúkrahús: Frá fíggjarlógini fyri 1997 til fíggjarlógina fyri 2002 er lønarkarmurin hækkaður 5 mió kr. sum er farin til vanliga lønarframskriving.

Vanlig lønarframskriving 5. mió kr.
Hækking á játtan 5. mió kr.

Sum tað sæst av uppgerðini omanfyri, so er størsti vøksturin í útreiðslunum nýttur til lønir, meginparturin til vanligar lønarframskrivingar. 

4. Hvussu stórur partur av lønarhækkanini er farin til fyrisiting, sammett við viðgerðarpartin frá 1997 til 2002?

Á Landssjúkrahúsinum vórðu í 1997 5,2 mió kr. nýttar til beinleiðis fyrisiting. Hetta svarar til 3% av lønarjáttanini. Í 2001 vóru eisini 5,2 mió kr. til beinleiðis fyrisiting, t.e. 2,7% av samlaðu lønarjáttanini. Her skal tó viðmerkjast, at fíggjardeild, bókhald og lønar- og starvsfólkadeild, til ein kostnað upp á 2,3 mió kr., í 1998 fluttu frá Landssjúkrahúsinum til Trivnaðarmálaráðið, (tá Almanna- og heilsumálastýrið). Um tølini verða tillagað fyri hesa flyting, er upphæddin í 2001 umleið 7,5 mió kr., sum eru 3,9% av samlaðu játtanini.

Á Suðuroyar sjúkrahúsi vórðu í 1997 4,6% av lønarjáttanini nýtt til beinleiðis fyrisiting, meðan parturin í 2001 var 5,5%.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vórðu 3,6% av játtanini í 1997 nýtt til fyrisiting, meðan 4% vórðu nýtt til beinleiðis fyrisiting í 2001.

5. Hvat er orsøkin til, at kostnaðurin fyri at senda sjúklingar til Danmarkar so brádliga er øktur?

Kostnaðurin at senda sjúklingar til Danmarkar er øktur úr 37,5 mió kr. í 1997 til 72,0 mió kr. í 2002. Væntandi verða útreiðslurnar omanfyri 80,0 mió kr. í 2002, sí talvuna niðanfyri.

Roknskapur Serviðgerð uttanlands

Undirkonta

Heiti

R 1997*

R 1998*

R 1999

R 2000

R 2001

Salda 10-2002

20

Vanligt virksemi

37.479

36.954

38.170

49.419

50.457

46.759

21

Uppihald

-

-

15.200

-

-

22

Flutningur og uppihald

-

-

-

11.799

11.889

11.876

23

Sjúklingahotellið Tórshavn

-

-

-

9.573

9.694

7.900

Tilsamans

37.479

36.954

53.370

70.791

72.039

66.535

* Í 1997 og 1998 vóru útreiðslurnar til flutning og uppihald í rakstrinum hjá sjúkrahúsunum

Ein partur av øktu útreiðslunum á høvuðskontuni Serviðgerð uttanlands stavar frá, at útreiðslurnar til ferðing og uppihald, sum fyrr lógu í rakstrinum á teimum trimum sjúkrahúsunum, nú fer av hesi kontu. Útreiðslurnar til ferðing og uppihald eru øktar úr 15,2 mió kr. í 1999 til 21,5 mió kr. í 2001. Henda økingin stavar frá nýggjum størri sjúklingahotelli 4,5 mió. kr. og øktum talið av sjúklingum og fylgjarum. Í 1997 vórðu 919 sjúklingar sendir av Landssjúkrahúsinum uttanlands at viðgerast, av hesum høvdu 496 ein ella fleiri fylgjarar við. Í 2001 vóru hesi tølini ávíkavist 1.258 og 864.

Útreiðslurnar til sjálvar viðgerðinar eru øktar frá 37,5 mió kr. í 1997 til 50,5 mió kr. í 2001, sum svara til ein lutfalsligan vøkstur upp á 35%. Lutfalsligi vøksturin í talinum av sjúklingum í sama tíðarskeiði er 37%. Orsøkin til vøksturin er, at tað eru fleiri viðgerðartilboð, sum krevja størri servitan og umstøður, enn føroyska sjúkrahúsverkið kann veita. Her eru nøkur dømi:

  1. Fyri fleiri hjartasjúkur verður rátt til by-pass skurðviðgerð o.l. Hesir sjúklingar hava fyrr fingið medisinska viðgerð.
  2. Fleiri nýrasjúklingar fáa dialysuviðgerð í boði sum lívsleingjandi viðgerð, meðan bíðað verður eftir einum nýggjum nýra.
  3. Krabbasjúklingar fáa fleiri tilboð um viðgerð nú – t.e. skurð-, strálu- og medisinsk viðgerð. Nýggjar sjúkrakategoriir verða viðgjørdar, og roknað verður við eini munandi øking í viðgerðartilboðunum hesi komandi árini.

6. Er verulig faklig meting gjørd av hvørjum sjúklingi sær, tá teir verða sendir til útlendsk sjúkrahús?

Sambært § 5 í "Løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um sjúkrahúsverk Føroya" eru tað yvirlæknarnir í føroyska sjúkrahúsverkinum, sum hava rætt at senda sjúklingarnar niður til Danmarkar at viðgerast. Svarið er tí, at tað er ein faklig meting gjørd, í hvørjum einstøkum føri, tá sjúklingar skulu til Danmarkar at viðgerast.

7. Er nøkur yvirskipað ætlan viðvíkjandi býtinum fyri tey trý sjúkrahúsini, hvussu karmarnir skulu fyllast út í sambandi við útbyggingarnar?

Tað er í løtuni ikki nøkur ítøkilig yvirskipað ætlan um, hvussu karmarnir skulu fyllast út í sambandi við útbyggingarnar fyri tey trý sjúkrahúsini. Landsstýrismaðurin hevur í umbúna at seta ein arbeiðsbólk við umboðum, fyri leiðslurnar frá teimum trimum sjúkrahúsunum og Trivnaðarmálaráðnum. Bólkurin skal arbeiða við, hvussu arbeiðsbýtið ímillum sjúkrahúsini skal verða frameftir, soleiðis at føroyska fólkið fær eina so góða og rasjonella tænastu, sum gjørligt. Sjúkrahúsráðini, sum umboða brúkaran, verða eisini við í hesum arbeiði.

Tørvurin á heilsutænastum og arbeiðsbýtið ímillum ymsu partarnir í sjúkrahúsverkinum verður síðani avgerandi fyri, hvussu útbyggingarnar í sjúkrahúsverkinum frameftir verða gjørdar.

8.    Fyriliggur nøkur rasjonaliserings- og spariætlan fyri Landssjúkrahúsið eftir útbyggingina? Um so er, hvør er hon, og hvat gevur hon í skerjingum og/ella í betri tænastu?

Hølisviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum eru í løtuni sera vánalig, tá tað ræður um at hava eitt effektivt sjúkrahús.

Sjúkrahúsið varð seinast útbygt fyri 30-40 árum síðani, og nógv er broytt síðani tá. Fólkatalið í Føroyum er økt við einum triðingi, samstundis sum møguleikarnir fyri sjúkraviðgerð eru øktir munandi.

Hvør krókur á Landssjúkrahúsinum verður brúktur, og tað er ofta sera vánaligur hølissamanhangur millum virkisøkir, sum skulu arbeiða tætt saman. Sera lítið hevur verið gjørt fyri, at viðlíkahalda bygningarnar, bæði innan og uttan, og ger hetta støðuna enn verri.

Tað letur seg illa gera, at hava ambulanta viðgerð í núverandi hølum, og er tað m.a. orsøkin til, at Landssjúkrahúsið er langt aftan fyri menningina í grannalondum okkara, tá tað ræður um effektiva sjúkraviðgerð.

Endamálið við at útbyggja Landssjúkrahúsið hevur verið at fáa eitt meiri effektivt sjúkrahús, soleiðis at fleiri sjúklingar kunnu viðgerast innan fyri somu fíggjarkarmar. Hetta hevur við sær eina betri tænastu til borgaran.

Hinvegin skal ikki verða roknað við, at tað eru møguleikar fyri sparingum í eini útbygging av sjúkrahúsinum.

9.    Hvussu er viðgerðartalið økt á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir útbyggingina?

Niðanfyri eru nøkur hagtøl úr roknskapinum, sum lýsa virksemi á Suðuroyar Sjúkrahúsi árini 1997 og 2001.

Ár

1997

2001

Sjúkradagar

5.685

7.208

Innlagdir sjúklingar

703

834

Skurðviðgerðir

424

408

Barnsburðir

42

38

Skaðastovuviðgerðir

1.680

2.175

Røntgenkanningar

1.525

1.669

Kanningar á lab.

23.441

35.755

Viðgerðir á fys. deild

18.438

20.063

10. Er nøkur eftirmeting gjørd av, at "ferðandi" læknar koma úr Danmark? Og hvussu verður henda útreiðsla goldin sjúkrahúsverkinum?

Eingin skipað skrivlig eftirmeting verður gjørd eftir, at "ferðandi" læknar/konsulentar hava verið í Føroyum. Ferðandi læknar koma hendavegin bæði fyri at dekka vaktir, tí læknamangul er, og eisini tí konsulentskipanir eru gjørdar við yvirlæknar at røkja økir, har ein avmarkaður tørvur er á einum ávísum serlækna. Tá serlæknar koma higar fyri at dekka vaktir, fáa kommunlæknarnir boð um hetta soleiðis, at serlæknavitanin verður gagnnýtt, meðan hon er til staðar. Konsulentarnir, sum koma hendavegin hava eina ávísa uppgávu í sjúkrahúsverkinum. Millum annað hevur sjúkrahúsverkið niðanfyrinevndu konsulentavtalur um:

Útreiðslurnar til hesar ferðandi læknar verða goldnar antin av sjúkrahúsunum ella av kontuni fyri serviðgerð uttanlands, alt eftir hvør avtala er gjørd og hvør arbeiðsuppgáva talan er um.

Hóast eingin formlig eftimeting er gjørd, hevur Trivnaðarmálaráðið ikki fingið upplýsingar um, at nøkur ónøgd hevur verið við arbeiðið, sum hesir læknar hava gjørt.

Málið avgreitt.