Fyrispurningur um einskiljing

100-10 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi einskiljing av almennum fyritøkum

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 24. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Er framhaldandi fyrireikingararbeiðið til eina einskiljingstilgongd av almennum fyritøkum byrjað?
  2. Hvat er tíðarætlanin fyri hesum arbeiði?

Viðmerkingar:
Løgmaður legði 22. januar í ár fram frágreiðing um at einskilja fyritøkur landsins til aðalorðaskifti í Løgtinginum.

Løgmaður endaði orðaskifti týsdagin 29. januar við tí niðurstøðu, at hildið eigur at vera áfram við arbeiðnum at tilrættaleggja eina einskiljingstilgongd av almennum fyritøkum.

Heystið er komið, men vinnan bíðar framvegis eftir at fáa at vita, hvørjar karmar tað almenna ætlar at seta vinnulívinum, soleiðis at teir trygt kunnu leggja sít virksemi til rættis eftir hesum.

Einskiljing er ikki bert ein spurningur um trúgv; einskiljing er eisini eitt amboð at røkka ávísum málum. Málini kunnu vera at betra um virkisførið, økja um kappingina, taka av framíhjárættindi og ikki minst at fáa størri váðafúsa peningaíløgu. Tað er eingin loyna, at tað hevur gingið ógvuliga striltið at fáa eitt nú høvuðsvinnuna at virka undir regluligum umstøðum soleiðis, at vit eru tilreiðar at menna vinnu okkara saman við londum, sum vit samanbera okkum við, eitt nú tá talan er um at tillaga vinnulógávu okkara við ES vinnulóggávu. Her verður serliga hugsað um kappingaravlagandi tiltøk.

Tað er sjálvandi av týdningi, at einskiljing verður gjørd eftir einum tryggum leisti soleiðis, at tann kapitalur og tann arbeiðsmegi, sum eru knýtt at hesum fyritøkum, kenna seg í tryggum hondum.

Tað er eisini neyðugt hjá tí almenna at økja um uppsparingina so hvørt, sum tann almenni leikluturin minkar, hinvegin er neyðugt at gjalda niður skuld hjá tí almenna.

Tað er neyðugt, um vit, sum onnur framkomin lond, vilja hava føroyskar og fremmandar íleggjarar hendavegin, at spælireglurnar eru uttan framíhjárættindi soleiðis, at øll hava somu karmar at virka undir.

Við millum annað teim fyribils kreditorloysnum, sum vit vóru noydd at gera í 1992, var Løgtingið við til at seta hesar reglur úr gildi, tí meti eg, at Løgtingið hevur ábyrgd av at minka um tann stóra leiklut og váða, sum tað almenna hevur, í eitt nú fiskivinnu og bankavirksemi, ella sagt á ein annan hátt, tann kreditorloysnin, sum var fyribils í ringastu tíðum, er vorðin til eina varandi loysn í bestu tíðum.

Á tingfundi 25. september 2002 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. oktober 2002 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til spurning 1
Fyrst er at siga, at eg taki fult undir við Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, tá hann í viðmerkingunum til spurningarnar lýsir týdningin av at seta í verk einskiljing av almennum vinnufyritøkum, og at hetta verður gjørt eftir einum tryggum leisti. Tað er eisini rætt, at løgmaður undir aðalorðaskiftinum í Løgtinginum í januar í ár staðfesti, at landsstýrið fer at halda fram við arbeiðnum at tilrættisleggja eina einskiljingartilgongd av almennum fyritøkum.

Ymisk viðurskifti hava tó gjørt, at fyrireikingararbeiðið til tíðir hevur ligið stilt. Sum kunnugt var val til Løgtingið útskrivað 18. mars 2002. Hetta hevði við sær, at fyrireikingararbeiðið steðgaði. Eftir valið, og eftir at nýggj samgonga var skipað 6. juni í ár, er arbeiðið tikið uppaftur.

Í samgonguskjalinum er staðfest, at farast skal undir varliga og gjøgnumskygda einskiljing av vinnuligu fyritøkunum hjá landinum, har partabrøv í fyritøkunum eftir greiðum reglum og í fullum gjøgnumskygni kunnu verða boðin til sølu. Somuleiðis verður staðfest, at ein møgulig søla av partabrøvum eigur at órógva virksemið í fyritøkunum minst møguligt, og at sølan skal geva fullan vinning og fult endurgjald fyri kreppuloysnirnar.

Løgmaður hevur í sambandi við arbeiðið at leggja til rættis eina einskiljingartilgongd, sum væntandi kemur at fevna um fleiri valskeið, ynskt eina breiða undirtøku í Løgtinginum. Við støði í hesum er landsstýrið nú farið undir at viðgera einskiljingatilgongdina.

Til tess at fremja einskiljing í fullum gjøgnumskygni er tað umráðandi, at virðisbrævamarknaður verður settur á stovn. Landsstýrið hevur tí í samstarvi við áhugabólkar av útbjóðarum, íleggjarum o.ø. arbeitt við einum virðisbrævamarknaði, sum kann bjóða út føroysk virðisbrøv. Felagið, sum skal standa fyri føroyska virðisbrævamarknaðinum, er stovnað. Lagt er upp til, at føroyska felagið skal samstarva við íslendska virðisbrævamarknaðin (ICEX) um sølu av føroyskum virðisbrøvum. Enn er tó eingin endalig avtala gjørd, m.a. av tí orsøk, at bíðað verður eftir eini politiskari støðutakan til framtíðar einskiljingar. Í hesum sambandi hevur nevndin fyri Virðisbrævamarknaðin spurt landsstýrið um, hvørjar almennar fyritøkur kunnu væntast at verða bodnar út, og nær hetta verður gjørt. Vónandi fær landsstýrið svarað hesum spurningi innan alt ov langa tíð.

Arbeitt verður í løtuni við, hvussu einskiljingartilgongdin skal samskipast bæði politiskt og fyrisitingaliga millum eigaran, sum er landsstýrið, og fyritøkurnar umboðaðar av einstøku nevndunum.

Ætlanin er, at nevndirnar í teimum einstøku feløgunum skulu standa fyri størsta partinum av teimum praktisku fyrireikingunum, sum standast av eini sølu av eini fyritøku á einum virðisbrævamarknaði.

Landsstýrið verður tó at fylgja hesum fyrireikingum til tess at tryggja, at endamál landsstýrisins verða rokkin.

Til spurning 2
Arbeiðsbólkurin, sum løgmaður setti at skriva frágreiðing um einskiljing av fyritøkum landsins, mælti í frágreiðing síni til, at søla av fleiri fyritøkum kundi byrja fyri 2004. Í hesum sambandi vórðu m.a. nevndar fyritøkurnar Føroya Tele, Atlantic Airways og Føroya Banki. Søla av øðrum fyritøkum kann sambært frágreiðingini helst ikki byrja fyrr enn eftir 2004 vegna tess, at fyritøkurnar fyrst nýtast at gerast søluklárar, samstundis sum lógarbroytingar eisini í fleiri førum eru neyðugar.

Torført er at siga fyri vist, hvør tíðarætlanin verður fyri einskiljingartilgongdini, tí fleiri ymisk viðurskifti kunnu hava ávirkan á hana. Nevnast kann tó, at íslendska stjórnin byrjaði at einskilja almennar fyritøkur í 1991, og enn er ikki komið á mál, hóast sigast kann, at tilgongdin hevur verið væleydnað við sølu av 27 fyritøkum í tíðarskeiðinum frá 1991 til 2000.

Málið avgreitt.