Fyrispurningur um miðnámsskúlabygging

100-11 Fyrispurningur til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann, viðvíkjandi út- og nýbygging av miðnámsskúlunum

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 24. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu gongst við ætlanunum um út- og nýbygging av teimum trimum skúlunum studenta-, handils- og tekniska skúla?
  2. Nær verður byrjað, hvar verður bygt og í hvørjari raðfylgu?

Viðmerkingar
Í 1996 var arkitektakapping útskrivað til bygging av nýggjum studentaskúla í Hoydølum, og vinnaraprojekt funnið. Hendan ætlanin varð tó seinni slept til fyrimuns fyri ætlanir um byggjan av skúladepli úti við Marknagilsvegin, ein depil fyri studenta-, handils- og tekniska skúla. Grundgevingarnar fyri ikki at byggja uppi í Hoydølum vóru m.a., at ein nýggjur skúli bleiv ov dýrur, og fundamentið, sum skúlin í síni tíð var bygdur á, var mett ov veikt. Seinni er tó ivi settur við bæði hesi sjónarmið.

Í januar 2001 løgdu tingmenninir Jákup Sverri Kass, Kristian Magnussen og Jenis av Rana fram uppskot um út- og umbygging av verandi skúla í Hoydølum, tí mett varð, at seinur dagur varð, til depilin við Marknagilsvegin varð bygdur, og meðan bíðað varð, vórðu neyvan tær stóru játtanirnar givnar til viðlíkahald av verandi bygningum.

Uppskotið varð tó ikki samtykt, 11 atkvøddu fyri, ein atkvøddi blankt og 16 ímóti.

Tó at samgonguskjalið ger greitt, at farast skal undir byggingina av felags deplinum, verður tó einki sagt um nær. Óvissan um framtíðarstøðuna hjá skúlunum stendur tí við, og óvissan hevur havt við sær, at serliga studentaskúlin hevur manglað fígging til viðlíkahald, og skilið er hareftir. At Tekniski skúlin eisini er komin í rættiligt rasshaft, ger tað uppaftur meira átrokandi við einari greiðari útmeldan.

Alt gott annars at siga um Skúladepilin í Marknagili, sum verður mettur at verða ein varandi loysn, sum loysir ein samlaðan skúlatørv í langa tíð frameftir. Men mong eru, sum avgjørd mæla frá hesi ætlan og heldur ráða til at fara aftur til upprunaætlanina í Hoydølum og at byrja bygging við Marknagilsvegin fyri hinar báðar skúlarnar.

Á tingfundi 25. september 2002 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 6. november 2002 svaraði Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Ad. 1. Í uppskotinum til løgur fyri 2003 eru avsettar 2 mió kr. til skúladepilin við Marknagil, og ætlanin er at seta 5,5 mió kr. av í 2004. Í 2005 fer løgukarmurin at geva rúmd fyri veruliga at seta ferð á verkætlanina, um politiski viljin er til tess.

Ad. 2. Við ársbyrjan í 2003 fer bygginevndin fyri skúladepilin í Marknagili í gongd við at fyrireika byggingina. Bygt verður, sum áður nevnt, í Marknagili. Raðfylgjan av byggingini verður, at studentaskúlin verður bygdur fyrst og síðani Tekniski skúlin í Tórshavn. Hølistørvurin hjá Føroya Handilsskúla verður ein partur av byggingini av Tekniska Skúlanum í Tórshavn og samskipað við hesari.

Raðfestingin er, í samband við løguætlanina fyri komandi ár, endurskoðað, tí landsstýrismaðurin er væl vitandi um bæði hølistørv og tørv á viðlíkahaldi á báðum skúlunum. Tí er raðfestingin eisini tengd at eini heildarætlan fyri viðlíkahaldinum, har dentur verður lagdur á at nøkta tørvin hjá tekniska skúlanum, so hann fær rímuligar umstøður at virka undir, til nýbyggingin verður veruleiki. Hetta merkir tó ikki, at Studentaskúlin í Hoydølum ikki eisini fer at fáa nakað av viðlíkahaldi framt hesi árini.

Orsøkirnar til, at bygging av studentaskúlanum er raðfest fyrst, eru fleiri. Skúlin er gamal, ov lítil og ótíðarhóskandi, serliga við atliti at nýggjum undirvísingarhættum. Trupult er at fáa gjørt nakað stórvegis viðlíkahald uttan at flyta dagliga undirvísingarvirksemið aðrastaðni. Kostnaðurin av at byggja ein nýggjan skúla í Hoydølum verður mettur ov stórur í mun til nyttuvirðið. Tann 20.08.1995 var kostnaðurin av at byggja ein nýggjan studentaskúla í Hoydølum av arkitektavirkinum Laksáfoss & Mortensen mettur til 130,8 milliónir uttan MVG. Í 1998 var mett, at kostnaðurin helst fór at liggja um 160 mió kr. Nú eins og í 1998 verður tað ikki mett ráðiligt, at skúlin skal vera eitt byggipláss í nógv ár frameftir, samstundis sum vanlig skúlagongd fer fram. Eisini er møguleiki fyri, at tá ið nýggi studentaskúlin er bygdur, kann verandi bygningur loysa upp fyri trupulleikum við hølistørvi innan onnur økir.

Í 2000 fór makaskifti fram soleiðis, at Tekniski Skúlin í Tórshavn ognaði sær tær 4 hallirnar, ið skúlin leigaði frá Tórshavnar kommunu. Hetta varð gjørt, ásannandi at studentaskúlin fór at verða bygdur fyrst, og tí mátti Tekniski Skúlin í Tórshavn fáast í tryggar karmar, til ein nýggjur skúli verður tøkur.  

Síðani makaskiftið hevur viðlíkshaldsarbeiði av hallunum verið í gongd. Tøkini verða øll útskift í ár, og komandi ár verður farið undir at gera nýggjar útluftningsskipanir. Eisini verða onnur krøv, ið eru sett av Arbeiðseftirlitinum til Tekniska Skúla, framd. Munurin á at fremja viðlíkahald í Smiðjugerði mótvegis Hoydølum er tann, at ein høll kann gerast í senn, og at tað er lættari at samskipa hetta við undirvísingina, tí at lærlingar eru í skúla 5, 10 og 20 vikur í senn.

Nógvar grundgevingar eru fyri at byggja ein skúladepil, heldur enn at byggja skúlar hvør sær. Eyðsæð er, at hetta hevur fíggjarligar fyrimunir við felags nýtslu av hølum til fyrisiting og serstovur. Nevnast kann, at metingar aðrastaðni vísa, at ein tílíkur depil í minsta lagi hevur við sær eina sparing í rakstrinum á 15 %. Eisini kann upplýsast, at tílíkir skúladeplar verða bygdir eitt nú í Noreg, tí hetta verður mett at vera ein góð loysn.

Størsti fyrimunurin við einum skúladepli, og hann verður ofta undirmettur, er tann námsfrøðiligi fyrimunurin. Skúladeplar um landið, ikki bara í Marknagili, eru ein partur av okkara framtíðar útbúgvingarpolitikki. Sambært álitinum um útbúgvingarpolitikk, skulu okkara skúlar skipast sum vitanardeplar, sum veita fleiri tænastur til lokalsamfelagið, eitt nú bókasavnstænastu og eftirútbúgving. Hesar hugsanir eru innbygdar í byggiætlanina av nýggja Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Allir skúlar, ið vit fara undir at byggja, skulu vera framtíðartryggjaðir, so at skilja, at teir eru lagaðir til nýggjar undirvísingarhættir og ta øktu nýtsluna av KT í undirvísingini. Nýggir undirvísingarhættir krevja samstarv ímillum lærarar og lærugreinir í ein nógv størri mun, enn vit kenna tað í dag. Eisini skal havast í huga, at vit fara at endurskoða allar miðnámsútbúgvingarnar við atliti at finna eina skipan, ið hóskar til okkara føroyska veruleika, og sum hevur innbygdar møguleikar at lofta teimum avbjóðingum, ið nútíðarsamfelagið setur. Vitanardeplar og samstarv millum skúlar, lærarar og lærugreinir kunnu gera sítt til, at vit røkka málinum, sum sett var í løgmannsrøðuni í ár, nevniliga at vit skulu vera millum heimsins best útbúnu fólk.

Málið avgreitt.