Fyrispurningur um skøkjulevnað o.a.

100-12 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi skøkjulevnaði o.ø.

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 24. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvørjar lógir eru galdandi í Føroyum á økjunum, sum viðvíkja striptease, skøkjulevnaði, trafficking og útbreiðslu av pornografiskum ritum?
  2. Hvør myndugleiki/ landsstýrismaður hevur evstu ábyrgd á økinum og harvið ábygdina av og møguleikan at forða fyri tílíkum virksemi?
  3. Er loyvt at skipa fyri striptease í Føroyum, og var lógargrundarlag fyri innihaldinum í tí lýsingarblaði, sum Havnar Bóltfelag sendi í hvørt hús í høvuðsstaðarøkinum í sambandi við ólavsøkuna?
  4. Fer landsstýrismaðurin at seta neyðug tiltøk í verk, ið kunnu forða fyri striptease, trafficking og skøkjulevnað í Føroyum?

Viðmerkingar:
F.N. metir, at hvørt ár verða minst 4 milliónir - flest kvinnur og børn - seld millum heimsins lond í sambandi við skøkjulevna - sokallað trafficking, og at meðalaldurin fyri byrjan av skøkjulevnaði er 13 ár.

Talið av skøkjum í Danmark verður í dag mett at vera 7-8000, ein vøkstur seinastu 10 árini frá 1600. Triðingurin av hesum kvinnum - verður mett - koma úr øðrum londum.

Í Svøríki verður skøkjulevnaður mettur sum harðskapur móti kvinnuni, og varð hetta bannað við lóg í 1999. Fyri fáum døgum síðani boðaði danskur politikari frá líknandi uppskoti, sum verður lagt fyri danska Fólkatingið í næstum.

Fyri fáum árum síðani tosaði íslendskur sosialarbeiðari fyri deyvum oyrum, tá hon vildi vera við, at í Íslandi vóru innfluttar skøkjur. Men í dag verða millum 1500 og 2000 kvinnur innfluttar til ymiskan skøkjulevna árliga í hesum grannalandi okkara. Og staðfest verður, at alt byrjaði við striptease-framførðslum.

Her hjá okkum varð - beint áðrenn ólavsøku - blað borið í hvørt hús í høvuðsstaðarøkinum - avsendari var Havnar Bóltfelag. Í hesum blaði var heil síða sett av til lýsing frá CLUB 20, har boðið varð til striptease á olavsøku - byrjað varð sunnukvøld kl. 22.00. Umframt at vísa pornografiskar myndir varð internet addressa til skøkjustað í Keypmannahavn við í lýsingini.

Fyri 14 døgum síðani skipaði kvinnuhúsið/ kreppumiðstøðin fyri fyrilestri í Norðurlandahúsinum, har greitt varð frá trafficking - sølu av kvinnum - striptease og skøkjulevnaði. Aftur og aftur varð víst á framtíðarvandan her hjá okkum, serliga í sambandi við møguliga komandi oljuvinnu. Skelkandi greiddi danski fyrilestrarhaldarin frá tí neyðarstøðu, hesar kvinnur eru í, mangar teirra vóru misnýttar frá barnaárum av. Og aftur og aftur greiddi hon frá, at byrjanin til skøkjulevnaðin er at loyva striptease-framførslum, og hon ráddi okkum til at fáa steðgað hesum.. Hon endaði fyrilestur sín við m.a. hesum orðum:

….Sverige har taget stilling ved at se prostitution som vold i mod kvinder - jeg ved, at det ikke får prostitution til at høre op over en nat, men jeg tror på, at den ungdom, der vokser op i Sverige i dag, vokser op med en bevidsthed om, at deres mødre, søstre og veninder ikke er til salg….

…I på det smukke Færøerne kan endnu nå at tage stilling…

Á tingfundi 25. september 2002 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. oktober 2002 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar 

Fyrispurningurin viðvíkur øki, sum er danskt málsøki burturav, og til vit hava fingið løgreglu, revsirætt og rættarskipan á føroyskar hendur, hevur landsstýrið hvørki innlit í upplýsingar ella ávirkan á arbeiðið hjá løgregluni og teimum donsku myndugleikum, sum umsita økið.

Til tess at svara settu spurningunum so fullfíggjað sum gjørligt við upplýsingum um galdandi støðu, havi eg vent mær til teir myndugleikar, ið varða av og arbeiða við økjunum.

Harafturat skal eg stutt koma inn á politiskar málsetingar, sum eftir mínum tykki eiga at setast í okkara egna lógarverki. Í tí sambandi skal eg eisini vísa á, at í norðurlendskum samstarvi hava hesir spurningar eisini verið viðgjørdir javnan. Hetta við tí endamáli at samskipa átøk í Norðurlondum til tess at fyribyrgja handli við kvinnum, misnýtslu av børnum og sexuellan, handilsligan kriminalitet sum heild.

Líknandi mál hevur verið viðgjørt í Løgtinginum fyrr, og vísast kann her til løgtingsmál nr. 73/1982: Fútin og galdandi pornografilóg í Føroyum, sum var eitt uppskot til samtyktar um at áleggja landsstýrinum at heita á fútan um at røkja sína skyldu í sambandi við galdandi pornografilóg í Føroyum. Uppskot til samtyktar, har landsstýrið varð biðið um at heita á fútan um at ansa eftir, at § 234 í revsilógini verður hildin, varð samtykt 17. mai 1982.  

Til spurning 1
Spurt verður um, hvørjar lógir eru á omanfyri nevndu økjum, og til hetta er at siga, at tær flesu ásetingarnar hesum viðvíkjandi eru at finna í §§ 199 og 228-235 í revsilógini.

Somuleiðis eru ásetingar í politiviðtøkuni fyri Tórshavnar kommunu hesum viðvíkjandi, og her kann serliga vísast til § 5, § 10, stk. 3, § 12, stk. 1 og § 42.

Eftir umstøðunum kunnu §§ 260 og 261 í revsilógini nýtast í sambandi við trafficking.

Viðvíkjandi møguleikanum hjá útlendingum at starvast við skøkjulevnaði v.m. í Føroyum, kann tað møguliga koma upp á tal at gera revsiábyrgd galdandi sambært § 59, stk. 1, nr. 3 og 4 og stk. 2 og 5 í útlendingalógini.

Samanumtikið setur lóggávan forboð fyri skøkjulevnaði, handli við kvinnum og útbreiðslu av pornografiskum tilfari. Lóggávan er tó gomul og hevur ikki verið dagførd í mun til eitt nú nýggja fjølmiðlatøkni og teldutøkni.

Eftir uppskoti frá Katrini Dahl Jakobsen samtykti Løgtingið tó í fjør at heita á ríkismyndugleikarnar um at seta donsku reglurnar um barnapornografi á internetinum í gildi í Føroyum. Hetta samtykti eitt samt Løgting.

Viðvíkjandi striptease, kemur hetta undir ásetingar í § 234 í revsilógini um at eggja til ella breiða út "utugt". Tí skal Fútin gera eina ítøkiliga meting í hvørjum einstøkum føri.

Til spurning 2
Danska fólkatingið og danska løgmálaráðið eru teir myndugleikar, sum hava evstu ábyrgd á hesum lógar- og rættarverjuøki.

Til spurning 3
Fyrispurningur er sendur fútanum um, hvussu § 234 í revsilógini verður umsitin. Fútin sigur í svarinum, at striptease á almennum støðum í Føroyum eftir umstøðunum og eftir ítøkiligari meting kann verða revsivert sambært § 234, stk. 1, nr. 3 í revsilógini.

Fútin sigur víðari í svarinum, at verður ein tilburður sambært § 234 meldaður til løgregluna, verður málið kannað og viðgjørt á vanligan hátt. Um grundarlag er fyri tí, verður skuldseting og møguliga ákæra reist í málinum.

Til spurning 4
Fútin upplýsir, at hann ikki hevur kunnleika til nýggjar ætlanir, sum skulu forða fyri striptease, trafficing og skøkjulevnaði í Føroyum.

Føroysk lóggáva frameftir
Í løtuni verður arbeitt við at yvirtaka bæði løgreglu, rættarskipan og harvið revsilógina í síni heild. Í tí sambandi verður eisini viðgjørt, hvussu føroyskar rættarreglur skulu vera í Føroyum.

Eftir mínum tykki er tørvur á at gera reglurnar og revsingarnar greiðari - og ikki minst at dagføra lóggávuna í mun til kriminalitet tvørtur um landamørk, altjóða skipaðan kvinnuhandil o.s.fr. Her eigur eisini útlendingalóggáva og onnur lóggáva, ið hevur týdning, at dagførast samsvarandi.

Eitt nú hava tiltøk og fyribyrging mótvegis rúsevnum o.ø. stóran týdning í hesum sambandi, tí samanhangur er millum tær umstøður, ið leiða út í kriminalitet og misnýtslu á ymsu økjunum.

Harafturat er internettøknin soleiðis háttað, at Føroyar eiga at taka lut í altjóða tiltøkum og reglum, sum kunnu fyribyrgja sexuellari misnýtslu og handli við hesum í síni heild.

Ætlanirnar og lógarbroytingarnar í øðrum londum, sum eisini revsa tey, ið keypa tænastur frá skøkjum, haldi eg vera skilagóðar og verða tiknar við í arbeiðið við føroysku lóggávuni.

+ skjal: Nevndu ásetingar í revslógini og útlendingalógini.

Málið avgreitt.