Fyrispurningur um navnalóg og uppkalling

100-13 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi navnalógini og kunngerð um uppkalling

Skjal 2

Fra: Eyðbjørn Larsen
Sendt: 10. oktober 2002 12.32
Til: _Journalin
Emne: VS: Viðmerkingar frá Málnevndini

At skráseta í j.nr. 170-0003/2002

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Bárður Larsen
Sendt: 10. oktober 2002 12.06
Til: Eyðbjørn Larsen
Emne: VS: Viðmerkingar frá Málnevndini

-----Oprindelig meddelelse-----
Fra: Marius Staksberg [mailto:MariusS@setur.fo]
Sendt: 10. oktober 2002 12.40
Til: bal@tinganes.fo
Emne: Viðmerkingar frá Málnevndini

Bárður Larsen
fulltrúi á Løgdeildini

Á fundi mánadagin 7. november viðgjørdi Málnevndin áheitan frá Løgdeildini, dagfest 3. oktober, um at gera viðmerkingar til eitt brot í fyrispurningi, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur sett Høgna Hoydal, landsstýrismanni í lógarmálum. Brotið er hetta:" Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, um semja er ímillum málfrøðingar um hugtakið, føroyskar málreglur, í hesum høpi, ella talan bara er um hugsjónarliga støðutakan (málpolitikk) hjá navnanevndini."

Málnevndin fatar fyrispurningin soleiðis, at hon skal taka støðu til, um hon heldur (allar) málfrøðingar vera samdar um, hvørjar reglur eru galdandi í Føroyskum, og um hon heldur Navnanevndina taka støðu út frá vísindaligum ella hugsjónarligum metingum. Spurningurin um hvørjar reglur eru galdandi í einstøkum málum, og eisini hvørjar reglur alment galda fyri mál, verður framhaldandi viðgjørdur í vísindaligum greinum og ritgerðum. Tað er neyvan møguligt hjá einstøkum málfrøðingi at svara fyri allar aðrar málfrøðingar um hetta sera umfatandi evni. Og havt eigur at vera í huga, at limirnir í Málnevndini umboða ymiskar stovnar og felagsskapir, og at teir bert lutvíst hava málvísindaliga útbúgving. Málnevndin heldur seg tí ikki vera føra fyri at svara spurninginum.

Málnevndin er heldur ikki før fyri at siga, hvørji metingarstøði Navnanevndin grundar sínar støðutakanir á. Tað heldur hon limirnar í Navnanevndini duga best at svara uppá.

Vinarliga

Marius Staksberg
skrivari hjá Føroysku málnevndini