Fyrispurningur um svartkjaftakvotu 2002

100-15 Fyrispurningur til Jųrgen Niclasen, landsstżrismann, višvķkjandi kunngerš nr. 87 frį 27.09.2002 um svartkjaftakvotu 2002

Oršaskifti

Įr 2002, tżsdagin 8. oktober, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kristinu Hįfoss, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvųrja lógarheimild hevur landsstżrismašurin til at gera undantakiš ķ § 1, stk. 4 ?
  2. Hvųrja grundgeving hevur landsstżrismašurin fyri, at tilskila sęr rętt til 6.600 tons, heldur enn at lata hesi verša part av felagskvotuni fyri 2002 ?
  3. Er hetta ikki brot į javnbjóšisręttindini hjį skipum, iš royna eftir svartkjafti ?
  4. Er ętlanin at lata Nęrabergi nevndu 6.600 tonsini ?
  5. Um so er – hvųr er grundgevingin, og metir landsstżrismašurin ikki, at hetta er kappingaravlagandi og brot į javnbjóšisręttindini hjį skipum, iš royna eftir svartkjafti ?

ad 1.
Kunngerš nr. 81 frį 27. september 2002 um fųroyska svartkjaftakvotu 2002 įsetir, at kvotan fyri 2002 er 200.000 tons. Harav verša 193.400 tons felagskvota, mešan landsstżrismašurin sambęrt § 1, stk. 4 hevur tilskilaš sęr rętt til at loyva 6.600 tons umframt felagskvotuna.

ad 2.
Sambęrt § 2, stk. 2 ķ somu kunngerš er loyvt ųllum skipum, iš hava loyvi til svartkjaftafiskiskap, uttan nųgdaravmarkingar at fiska av felagskvotuni.

ad 4.
Skipini, iš hava svartkjaftafiskiloyvi hava ųll – undantikiš Nęraberg - silda- og makrelkvotur tilgóšar, sum hesi skip kunnu troyta taš, iš eftir er av įrinum.

Višmerkingar:
1.oktober 2002 bošaši Fiskiveišieftirlitiš frį, at taš hevši stešgaš fųroyskum fiskiskapi eftir svartkjafti. Hetta varš gjųrt viš heimild ķ § 1 ķ kunngerš nr. 81 frį 27. september 2002, har stašfest veršur, at felagskvotan fyri svartkjaftafiskiskap ķ įr er 193.400 tons.

Bošaš varš frį, at skrįsett eru 193.440 tons, og tķ fingu skipini, iš vóru śti – Nęraberg og Tróndur ķ Gųtu – boš um, at stešga fiskiskapinum ķ stundini.

Skipini, iš royna eftir svartkjafti, hava ųll – undantikiš Nęraberg - makrel og sildakvotur tilgóšar og kunnu tķ leggja um til annan fiskiskap taš, iš eftir er av įrinum 2002.

Sambęrt kunngeršin er svartkjaftakvotan fyri 2002 ķalt įsett til 200.000 tons. Men av hesum eru 193.400 tons felagskvota, mešan landsstżrismašurin ķ sjó- og fiskivinnumįlum sambęrt § 1, stk 4. ķ omanfyrinevndu kunngerš hevur tilskilaš sęr rętt til, at lata 6.600 tons.

Hetta reisir omanfyrinevndu spurningar.

Į tingfundi 15. oktober 2002 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 12. november 2002 svaraši Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Hesin fyrispurningurin er settur fram hin 8. oktober 2002, og snżr fyrispurningurin seg serliga um kunngerš nr. 81 frį 27. september 2002 um fųroyska svartkjaftakvotu ķ 2002. Taš skal tķ her višmerkjast, at § 1, stk. 4 ķ kunngeršini er broytt viš kunngerš nr. 82 frį 17. oktober 2002. § 1, stk. 4 ķ kunngeršini er nś soljóšandi: "Landsstżrismašurin kann, umframt felagskvotuna ķ stk. 1, loyva fiskiskapi upp til 4.600 tons į leišunum nevndar ķ stk. 2. Harumframt kann landsstżrismašurin loyva fųroyskum skipum at fiska 2.000 tons av svartkjafti av fųroyskari kvotu ķ norskum sjógvi eftir avtalu viš norskar myndugleikar. 

Ad. 1:
Kunngerš nr. 81 frį 27. september 2002, sum broytt viš kunngerš nr. 82 frį 17. oktober 2002 um fųroyska svartkjaftakvotu ķ 2002, er gjųrd viš heimild ķ § 9, stk. 1, pkt. 2 og 3 ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap viš seinni broytingum. Hesar heimildir įseta, at landsstżrismašurin ķ kunngerš kann skipa fyri fiskiskapi hjį fiskifųrum undir fųroyskum flaggi į fųroysku landleišini og uttan fyri landleiširnar og gera reglur um m.a.

Įsetingin ķ §1, stk. 4 ķ oman fyri nevndu kunngerš er partur av kvotuskipanini, sum er įsett fyri svartkjaftafiskiskapin samsvarandi heimildunum nevndar omanfyri.

Ad. 2:
Tį kvotan fyri svartkjaftin varš frįbošaš ķ vįr, var mett, at kvotan fór at strekkja meginpartin av įrinum.

Flestu kvotur, sum pelagiska vinnan hevur, eru egnar įrskvotur hjį skipunum. Myndugleikin hevur til uppgįvu at skipa fiskiskapin, men eisini er taš ein uppgįva at skipa so fyri, at kvotur, Fųroyar hava fingiš tillutaš, verša fullnżttar.

Tį felagskvotan av svartkjafti var um at vera uppfiskaš, vķsir taš seg, at av ųšrum kvotum, iš Fųroyar eiga, er ein partur ófiskašur.

Avgeršin um tey 6.600 tonsini var ķ tveimum. Avtala fekst viš norsku myndugleikarnar 8. okt. um, at 2000 tons kundu fiskast ķ norskum sjógvi sum hjįveiša ķ ķdnašarfiskiskapinum. Soleišis kundu 4.400 tons fiskast til matna ķ fųroyskum, ķslendskum og altjóša sjógvi av skipum, sum hųvdu fullnżtt sķnar mųguleikar, tillutašir fyri 2002.

Ad. 3:
Vķst veršur til svar upp į spurning 5. Har veršur vķst į, at ųšrum nótaskipum eru/verša givnir ašrir fiskimųgleikar.

Ad. 4:
Landsstżrismašurin hevur tikiš avgerš um, at skipum, sum fiska svartkjaftin til matna, veršur giviš fiskiloyvi at veiša av oman fyri nevndu kvotu. Higartil er giviš m/s "Nęraberg" fiskiloyvi, og m/s "Noršborg"er jįttaš fiskiloyvi, tį skipiš hevur fullnżtt sķnar fiskimųguleikar, tillutašir fyri 2002.

Ad. 5:
Fiskimįlarįšiš vil stušla undir, at alternativir tilvirkingarhęttir av svartkjafti verša royndir. M/s "Nęraberg" virkar veišuna til surimi, og m/s "Noršborg" frystir veišuna umborš. Fiskimįlarįšiš metir, at taš er rętt at geva skipum, sum bróta upp śr nżggjum, umstųšur at fremja sķnar ętlanir.

Onnur skip innan ta pelagisku vinnuna (nótaskipini) hava fingiš tillutaš ašrar fiskimųguleikar, sum tey ikki enn hava gagnnżtt. Eisini veršur skipaš so fyri, at nótaskipini fįa mųguleika at gagnnżta fiskimųguleikar, sum hava veriš tillutašir ųšrum londum av fųroyskari makrelkvotu, men sum hesi londini ikki hava fullnżtt. Fiskimįlarįšiš metir tķ ikki, at nótaskipini eru verri fyri undir hesum umstųšum samanboriš viš, at tey restina av įrinum bert skuldu fiska av felagskvotuni upp į 4.600 tons av svartkjafti.

Mįliš avgreitt.