Fyrispurningur um sjúkrahúsviðgerð uttanlands

100-16 Fyrispurningur til Bill Justinussen, landsstýrismann, viðvíkjandi viðgerð av sjúklingum á sjúkrahúsum uttanlands

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 15. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hevur landsstýrismaðurin trygd fyri, at tær eftirkanningar, Ríkissjúkrahúsið kallar inn til, veruliga eru neyðugar og bara kunnu gerast á RS?
  2. Hvat eftirlit er við, at mest møguligt fæst fyri peningin, føroyska heilsuverkið rindar Ríkissjúkrahúsinum?
  3. Nær fara føroyskir sjúklingar at verða sendir til bestu viðgerðarstøð í heiminum?
  4. Hevur AHS gjørt kostnaðar- og nyttugreiningar av sjúkuviðgerðum, ið neyðugar eru at gera uttanlands?

Viðmerkingar
Tá sjúklingar verða sendir til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum, verður hetta gjørt eftir tilmæli frá einum yvirlækna, og borgan skal veitast RS, at føroyska heilsuverkið rindar kostnaðin fyri viðgerðina.

Sum mannagongdin er nú, fáa sjúklingar, sum fyrst einaferð eru sendir á RS, innkallingar frá RS ár eftir ár og hava nærum einki við føroyska sjúkrahúsverkið at gera. Hóast talan er um ambulantar kanningar, sum eyðsæð eins væl kundu verið gjørdar í Føroyum, verða sjúklingar áhaldandi sendir RS. Ivasamt er, um føroyska heilsuverkið hevur neyðugu trygdina fyri, at hetta altíð er besta loysnin, bæði tá ið tað snýr seg um viðgerð og prísin fyri tænastuna.

Ríkissjúkrahúsið hevur stóran serkunnleika, men er neyvan besta og rætta viðgerðarstaðið fyri allar sjúkur. Hóast hetta, hava vit bert avtalu um at senda sjúklingar til RS. Vit høvdu óivað fingið betri tænastu og meiri fyri peningin, um støða í hvørjum einstøkum føri varð tikin til, hvar mest hóskandi viðgerðarstaðið er. Slík meting kann best takast út frá eini kostnaðar- og nyttugreining.

Tað er serstakliga kostnaðarmikið at senda fólk av landinum til viðgerðar, tí umframt sjálva viðgerðina, kemur kostnaðurin av ferðaútreiðslum og vistarhald á Hotel Tórshavn. Tí er alneyðugt, at eftirlit er við, at mest fæst fyri peningin, vit rinda RS ella í framtíðini vónandi til onnur sjúkrahús.

Tað, sum tó hevur alstóran týdning, er, at føroyskir sjúklingar í framtíðini verða sendir til tey sjúkrahús í heiminum, har sakkunnleikin í hvørjum einstøkum føri er bestur. Við teimum samskiftismøguleikum, vit hava í dag, skuldi einki verið til hindurs fyri, at vit hugsa longur enn til Ríkissjúkrahúsið við Blegdamsvej í Keypmannahavn.

Á tingfundi 16. oktober 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 8. november 2002 svaraði Bill Justinussen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Hevur landsstýrismaðurin trygd fyri, at tær eftirkanningar, Ríkissjúkrahúsið kallar inn til, veruliga eru neyðugar og bara kunnu gerast á RS?
  2. Sambært § 5 í LØGTINGSLÓG NR. 89 FRÁ 4. JUNI 1996 UM SJÚKRAHÚSVERK FØROYA eru tað yvirlæknarnir sum hava heimild, at senda sjúklingar til viðgerðar í Danmark. Tað fer fram á tann hátt, at yvirlæknin skrivar eina sokallaða "kautión" til ávísar deildir á donskum sjúkrahúsum. Henda kautiónin varar vanliga og í mesta lagi í eitt ár. Er kautiónin galdandi í stytri enn eitt ár, verður hetta tilskilað á kautiónina. Um sjúklingurin skal til eftirkanningar í tí tíðarskeiðinum kautiónin er galdandi, so er tað yvirlæknin í føroyska sjúkrahúsverkinum sum avgerð, um føroyska sjúkrahúsverkið rindar ferða- og uppihaldsútreiðslurnar til eftirkanningina.

    Svarið er tí, at landsstýrismaðurin hevur ta trygd, sum er ásett í sjúkrahúslógini, t.e. at kautionerandi yvirlæknin í føroyska sjúkrahúsverkinum tryggjar, at eftirkanningarnar veruliga eru neyðugar. Um hesar bert kunnu gerast á Ríkissjúkrahúsinum er ein spurningur sum Trivnaðarmálaráðið arbeiðir við. Kannað verður, hvat skal til fyri at gera ávísar viðgerðir og eftirkanningar, sum nú verða gjørdar uttanlands, í føroyska sjúkrahúsverkinum. Hinvegin metir landsstýrismaðurin, at skulu sjúklingar uttanlanda til eftirkanningar, so verður hetta gjørt annahvørt á tí staði, har teir upprunaliga eru viðgjørdir, ella á tí staði har nøktandi eftirkanning kann gerast bíligast.
     

  3. Hvat eftirlit er við, at mest møguligt fæst fyri peningin, føroyska heilsuverkið rindar Ríkissjúkrahúsinum?
  4. Tað eftirlit sum er við hvat fæst fyri peningin, sum verður goldin Ríkissjúkrahúsinum, er í dag, at kannað verður eftir at rokningarnar samsvara við kautiónirnar sum eru givnar. Ætlanin er, at styrkja hetta eftirlitið frá februar 2003, soleiðis at eitt fólk verður sett á Sjúklingahotellinum Tórshavn sum kannar útgreinaðu rokningarnar, fyri at vita um samsvar er ímillum einstøku veitingarnar vit gjalda fyri og tær veitingar vit í veruleikanum fáa. T.d. um seingjadagatalið á rokningini samsvarar við innleggingartíðina o.s.fr.
     

  5. Nær fara føroyskir sjúklingar at verða sendir til bestu viðgerðarstøð í heiminum?
  6. Landsstýrismaðurin hevur ta áskoðan, at so nógv sum møguligt av tí peningi, ið nýttur verður til serviðgerð uttanlands verður nýttur til viðgerð, t.e. at peningur til ferðing og uppihald uttanlands skal avmarkast mest møgulig og at viðgerðin skal keypast har hon er nøktandi bæði hvat viðvíkur góðsku og prísi. Hvørji bestu viðgerðarstøðini í heiminum eru, eru óivað nógvar meiningar um. Landsstýrismaðurin heldur seg til, at Sundhedsstyrelsen, sum er fakligi eftirlitsmynduleikin í danska og føroyska heilsuverkinum, veitir trygd fyri, at góðskan á viðgerðunum á donskum sjúkrahúsum er í lagi.

    Í løtuni er besta og bíligasta ferðasambandi við flogfari ímillum Føroyar og Keypmannahavnar. Harafturat hevur føroyska sjúkrahúsverkið frammanundan Sjúklingahotellið í Keypmannahavn, sum í 2001 kostaði umleið 9,6 mió. kr., t.e. 498 kr pr. seingjadag við teimum 19.483 seingjardøgunum ið tá vórðu. Um sjúklingar verða sendir aðrastaðni enn til Keypmannahavnar, so hevur tað við sær eykaútreiðslur fyri sjúkrahúsverkið vegna ferðing og uppihald.

    Um tað fíggjarliga, fyri sjúkrahúsverkið, skal loysa seg at senda sjúkingar aðrastaðni enn til Keypmannahavnar, so skal sjálv viðgerðin vera tilsvarandi bíligari. Hertil skal sigast, at Trivnaðarmálaráðið á Ríkissjúkrahúsinum hevur eina avsláttarskipan tengda at nýtsluni á Ríksissjúkrahúsinum, sum er staðfest í "Bekendtgørelse nr. 1171 af 21/12/94 om Hovedstadens Sygehusfælledskab betaling til amtkommunerne, Københavns og Frederiksberg kommuner samt Førøernes og Grønland Hjemmestyre". Í 2001 fekk føroyska sjúkrahúsverkið ein avsláttur uppá 6,6 mió. kr. út av teimum umleið 43 mió. kr. sum vórðu nýttar til serviðgerð á Ríkissjúkrahúsinum hetta árið.

    Í løtuni hevur landsstýrismaðurin ikki ítøkiligar ætlanir um at senda sjúklingar aðrastaðni enn hagar teir verða sendir nú. Hinvegin er ætlanin at kannað aðrar møguleikar og vísir tað seg, at onnur viðgerðarstøð kunnu veita somu ella betri tænastu til sama ella lægri kostnað enn RS, íroknað eyka ferða- og uppihaldsútreiðslur, so verður tað tikið upp til viðgerðar.

    Løgtingsmaðurin sigur í viðmerkingunum til fyrispurningin, " Vit høvdu óivað fingið betri tænastu og meiri fyri peningin, um støða í hvørjum einstøkum føri varð tikin til, hvar mest hóskandi viðgerðarstaðið er." Landsstýrismaðurin er ikki heilt samdur í hesum, tí ein fortreyt fyri at fáa avsláttur er oftast, at ein ávís mongd verður keyp. Verða viðgerðirnar spjæddar á fleiri viðgerðarstøð fer tað at hava við sær, alt annað líkað, lægri mongdaravsláttur. Eisini er ein av fyritreytunum fyri eini góðari tænastu til sjúklingin, at samstarvsfelagarnir kenna hvønn annan og mannagongdirnar hjá hvørjum øðrum.

    Sjúklingar verða tó, í serligum førum, sendir aðrastaðni enn til Ríkissjúkrahúsið, hetta tí tænastan ikki finst á Ríkissjúkrahúsinum, ella tí hon er betri aðrastaðni. Seinnu árini er hetta praktiserað á tann hátt, at yvirlæknin ella sjúklingurin hava sent umbøn til Trivnaðarmálaráðið, um aðra viðgerð enn hana, ið yvirlæknarnir sambært sjúkrahúslógini hava rætt til. Trivnaðarmálaráðið tekur í hvørjum einstøkum føri støðu til hesar umbønir, m.a aftaná at tær hava verið til hoyringar hjá fakpersónum.
     

  7. Hevur AHS gjørt kostnaðar- og nyttugreiningar av sjúkuviðgerðum, ið neyðugar eru at gera uttanlands?

Spurningurin er heldur torskildur og tí ikki so einfaldur at svara.

Landsstýrismaðurin metir tað vera ógvuliga trupult at gera kostnaðar- og nyttukanningar av sjúkuviðgerðum, - tá verður ikki hugsa um kostnaðarpartin. Trupult er at meta um nyttuna av eini sjúkuviðgerð. Er tað samfelagsliga nyttan? Er tað nyttan hjá tí einstaka og teimum avvarandi? Hvussu kann hendan nyttan so mátast fyri gera hana samberiliga við kostnaðin av henni? Hetta og møguliga fleiri aðrir spurningar mugu avgreiðast áðrenn spurningurin kann svarast.

Skal spurningurin heldur skiljast soleiðis: Hevur Trivnaðarmálaráðið samanborið kostnaðin ímillum sjúkuviðgerð í Føroyum og uttanlands ella ímillum ymisk útlendsk viðgerðarstøð. So er svarið, at Trivnaðarmálaráðið ikki hevur gjørt eina tílíka kanning.

 

./. Viðheft er: Bekendtgørelse nr. 1171 af 21/12/94 om Hovedstadens Sygehusfælledskab betaling til amtkommunerne, Københavns og Frederiksberg kommuner samt Førøernes og Grønland Hjemmestyre

Málið avgreitt.