Fyrispurningur um grundlógarnevndina

100-17 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi grundlógarnevndini og arbeiði hennara

Orðaskifti

Ár 2002, fríggjadagin 25. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu nógv fólk eru - ella hava verið í starvi í sambandi við arbeiðið hjá Grundlógarnevndini?
  2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri tinginum, hvat arbeiðið hjá Grundlógarnevndini hevur kostað higartil, og hvat roknað verður við, at arbeiðið í framtíðini fer at kosta?
  3. Kann landsstýrismaðurin vísa eina útgreining fyri útreiðslurnar av grundlógararbeiðnum, síðani arbeiðið fór í gongd?
  4. Hvussu stórur partur av útreiðslunum er ferðaútreiðslur, og hvussu eru hesar útgreinaðar?
  5. Hvussu nógvan pening ætlar landsstýrið at nýta til grundlógararbeiðið í 2003?
  6. Hava fólk, sum samstundis eru lønt í aðrari almennari tænastu, verið - ella eru sett í starv við løn?

Viðmerkingar:
Í februar 1999 samtykti Løgtingið at seta eina Grundlógarnevnd, sum skuldi lata landsstýrinum álit og uppskot til føroyska grundlóg í seinasta lagi 1. juni 2000.

Hetta varð gjørt í samsvari við samgonguskjalið, sum segði, at tá grundlógin var samtykt á Løgtingi, skuldi hon til fólkaatkvøðu í seinasta lagið ár 2000.

Grundlógarnevndin byrjaði sítt arbeiði av álvara á heysti 1999. Rímiliga skjótt varð funnið fram til ein arbeiðshátt, ið øll nevndin kundi standa saman um, hóast motiveringin var ymisk. Hjá nøkrum nevndarlimum var málið fullveldi, meðan aðrir nevndarlimir gjørdu vart við, at teirra motivering heldur var, at arbeiðið kundi vera til nyttu á annan hátt.

Í nevndini sótu heilir 16 limir, harav nakrir vóru politikarar, nakrir løgfrøðingar og nakrir samfelagsfrøðingar. Skrivari var eisini settur í fast starv.

Umframt eina ørgrynnu av plenum-fundum, har øll nevndin var við, og bólkafundum, skipaði nevndin eisini fyri skeiði í mannarættindum og hevði fleiri útlendskar serfrøðingar á vitjan. Eisini varð ein bólkur settur undir Grundlógarnevndini, sum skuldi gera eitt uppskot til eina føroyska rættarskipan. Í bólkinum sótu serkønir løgfrøðingar umframt formaðurin í Grundlógarnevndini.

Ætlanin var at skipa fyri hoyringum um ymsu evnisøkini og eisini á annan hátt at tryggja eina breiða kunning og eitt breitt orðaskifti í øllum landinum, tá arbeiðið var liðugt, og alt skuldi so enda við eini fólkaatkvøðu.

Men arbeiðið í Grundlógarnevndini gjørdist drúgvari enn frammanundan mett, og í apríl 2001 samtykti Løgtingið at broyta lógina soleiðis, at nevndin skuldi lata landsstýrinum eitt fyribils álit og uppskot til grundlóg (Grønbók) í seinasta lagi 1. oktober 2001, og endaligt álit (Hvítbók) 31. desember 2001.

Men heldur ikki tann tíðarætlanin helt, og nú verður arbeitt við at seta grundlógarnevndina av nýggjum.

Tað kundi tí verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nógv fólk eru - ella hava verið í starvi í sambandi við arbeiðið hjá Grundlógarnevndini, og hvat arbeiðið higartil hevur - og væntandi fer at kostað. Eisini kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu útreiðslurnar eru útgreinaðar, og um fólk hava verið - ella eru sett í starv við løn, sum samstundis eru í aðrari almennari tænastu við løn?

Síðani fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 varð lagt fyri Løgtingið, hevur tað fingið nógvar atfinningar fyri, at ymiskar útreiðslur ikki hava verið tiknar við. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur í tí sambandi sagt, at einki er sett á fíggjarlógina, sum krevur lógarbroyting.

Fyri at seta grundlógararbeiðið í gongd aftur, má lógin broytast, og tí verður spurt, um heldur einki er sett av til grundlógararbeiðið, og um hvussu landsstýrið ætlar at hesin peningur skal fáast til vega, um einki er sett av.

Á tingfundi 6. november 2002 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 4. desember 2002 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Til viðmerkingarnar
Í sambandi við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur svarað atfinningunum móti fíggjarlógaruppskotinum við at siga, at onki er sett á fíggjarlógina, sum krevur lógarbroyting, verður sagt í viðmerkingunum til fyrispurningin, at neyðugt er at broyta lógina um grundlógarnevnd fyri, at grundlógararbeiðið kann setast í gongd aftur. Tí verður spurt, um heldur onki er sett av til grundlógararbeiðið, og um hvussu landsstýrið ætlar, at hesin peningur skal fáast til vega, um onki er sett av.

Til henda spurning í viðmerkingunum er at siga, at lógarbroyting ikki krevst fyri at seta grundlógararbeiðið í gongd aftur. Orsøkin til, at lógin nú verður broytt er ikki av játtanarligum slagi, men hevur samband við, at royndirnar við arbeiðinum higartil hava avdúkað, at bøtast eigur um ávís praktisk viðurskifti. Tí er heldur ikki nøkur forðing av løgfrøðiligum slag fyri, at hildið verður fram eftir verandi lóg.

Viðvíkjandi játtan til arbeiðið hjá grundlógarnevndini, so hevur arbeiðið verið fíggjað av játtanini til sjálvstýrismál á § 10 í løgtingsins fíggjarlóg. Ætlanin er, at grundlógararbeiðið framyvir skal hava pláss á játtanini til Løgmálaráðið á § 14 á løgtingsins fíggjarlóg.

Til spurning 1
Sæð burtur frá politisku umboðunum, hevur nevndin verið mannað við 10 samfelagsfrøðingum sum limir og varalimir. Nærri kann verða lisið um viðurskiftini hjá samfelagsfrøðingunum og samanseting av persónum í frágreiðing frá formanninum, sum liggur á heimasíðuni hjá nevndini á < www.grundlog.fo >.

Viðmerkjast skal, at hesi fólk hava ikki verið í starvi, men eru eins og tingumboðini, limir í nevndini.

Nevndin hevur eisini, umframt verandi skrivara, ið Løgmálaráðið letur, havt ein fyrrverandi skrivara, sum til tíðir hevur havt tvey hjálparfólk afturat sær á skrivstovuni. Í summarfrítíðini í 2000 og í 2001 vóru í tveimum umførum 4 løgfrøðilesandi og veittu rættarskipanarbólkinum undir grundlógarnevndini hjálp við fyrireikingunum at gera føroyska rættarskipan. Harafturat var persónur settur at samskipa amerikaferðina, eins og persónur nú eisini er settur til at samskipa ætlaðu grundlógarráðstevnuna í januar 2003.

Til spurning 2
Í árinum 1999 kostaði grundlógararbeiðið 439.384 kr, í 2000 835.831 kr, í 2001 1.805.546 kr, meðan nevndin higartil í ár einans hevur brúkt 290.890 kr, sí eisini hjáløgdu útgreining niðanfyri. Sostatt hevur grundlógararbeiðið higartil, t.v.s. fyri árini 1999, 2000, 2001 og 2002, tilsamans kostað góðar 3 mió. kr.

Samanborið við annað nevndararbeiði og løgfrøðiligt arbeiði, sum verður gjørt í Føroyum, er talan um sera smáar upphæddir higartil.

Eg havi ta áskoðan, at arbeiði at gera eina grundlóg, er av so stórum týdningi fyri eitt samfelag, at vit skulu geva nevndini møguleika at gera sítt arbeiði á dygdarbesta hátt.

Verður støði tikið í nevndu upplýsingum, og verður havt í huga, at grundlógin, sambært nýggja uppskotinum til lóg um grundlógarnevnd, skal vera liðug í seinasta lagi 25. apríl 2005, verður mett, at írestandi kostnaðurin av at gera uppskotið til føroyska grundlóg liðugt er millum 2 og 3 mió. kr.

Til spurning 3
Ein útgreining fyri útreiðslurnar av grundlógararbeiðnum er at finna á roknskapar- og játtanaryvirlitinum hjá Føroya Gjaldstovu. Mest viðkomandi partur av hesum yvirliti yvir árini 1999 - 2002 verður hjálagdur.

Til spurning 4
Árið 1999 brúkti grundlógarnevndin samanlagt kr. 15.228 til ferðing og flutning. Av hesum fóru 2.668 kr til ferðing og flutning innanlands, meðan 12.560 kr fóru til uttanlands ferðing og flutning. Í 2000 var upphæddin til ferðing og flutning kr. 86.061, harav 11.789 er uppgivið til innanlands ferðing og flutning og 47.137 kr til ferðing og flutning uttanlands. Í 2001, tá samlaðu útreiðslurnar til grundlógararbeiðið vóru mestar, vóru útreiðslurnar til ferðing og flutning 459.352 kr. Av hesum fóru 22.510 kr til innanlands ferðing og flutning, meðan 436.842 kr fóru til ferðing og flutning uttanlands. Amerikaferðin, sum nevndin gjørdi, stendur fyri øllum útreiðslunum til ferðing uttanlands í 2001. Av útreiðslunum higartil í 2002 eru 5.481 kr farnar til ferðing og flutning. Harav stava 543 kr frá ferðing og flutningi innanlands og 4.936 kr frá ferðing og flutningi uttanlands.

Til spurning 5
Verður støði tikið í upplýsingunum til spurning 2, mugu útreiðslurnar fyri árið 2003 í fyrstu syftu metast til út við eina mió. kr. Hetta kemst av, at við árslok 2003 er út við helvtin runnin av eftirverandi skeiði fram til 25. apríl 2005. Verður harafturat lagdur kostnaðurin av valinum til grundlógarráðið, sum eftir ætlan eisini verður í 2003, so kemur samlaði kostnaðurin fyri 2003 til at tátta í 2 mió. kr.

Til spurning 6
Formaðurin í grundlógarnevndini, ið eisini er samfelagsfrøðisligur limur, hevur sum einasta fólk verið settur í starv við fastari løn, samstundis sum hann hevur verið løntur í øðrum almennum starvi.

Politisku umboðini í nevndini hava fingið fundarsamsýning. Sama er galdandi fyri serfrøðingarnar í nevndini, eins og teimum er veitt samsýning fyri álagdar uppgávur, ið ikki hava havt samband við teirra vanliga arbeiði.

Roknskapar- og játtanaryvirlit um grundlógararbeiðið 1999 – 2002:

(Føroya Gjaldstova)

StRk Heiti

Roknskapur 1999

Roknskapur 1998

1112 Tímalønt

30.000

0

1140 Samsýningar, viðbøtur o.a.

140.553

0

1160 Arbeiðsmarknaðargjøld

3.383

0

1410 Ferðing og flutningur, alment sett - innanlands

2.668

0

1411 Ferðing og flutningur, alment sett - uttanlands

12.560

0

1420 Umboðan

5.500

0

1469 Keyp av vørum annars

79.557

0

1470 Telefon

2.346

0

1479 Keyp av tænastuveitingum annars

33.537

0

1520 Telduútbúnaður og edv-menning

42.572

0

7110 Innanh. flyt. millum almennar stovn. - útr.

68.963

0

7510 Keyps-mvg

17.745

0

Tilsamans

439.384

0

 

StRk Heiti

Roknskapur 2000

Roknskapur 1999

1110 Mánaðarlønt

2.785

0

1112 Tímalønt

9.326

30.000

1140 Samsýningar, viðbøtur o.a.

404.483

140.553

1160 Arbeiðsmarknaðargjøld

7.320

3.383

1410 Ferðing og flutningur, alment sett - innanlands

11.789

2.668

1411 Ferðing og flutningur, alment sett - uttanlands

47.137

12.560

1412 Ferðing og flutningur, onnur

27.125

0

1420 Umboðan

30.656

5.500

1469 Keyp av vørum annars

84.212

79.557

1470 Telefon

10.884

2.346

1472 Grannskoðanar-, roknskapa- og løgfrøðiligar tænastur

70.440

0

1474 Keyp av tænastum í sambandi við edv og kunningartøkni

1.470

0

1479 Keyp av tænastuveitingum annars

104.469

33.537

1520 Telduútbúnaður og edv-menning

12.880

42.572

1540 Innbúgv, maskinur og útbúnaður annars

5.896

0

1610 Húsaleiga

4.600

0

1930 Útreiðslugreiddar veitingar

246

0

7110 Innanh. flyt. millum almennar stovn. - útr.

114

68.963

7510 Keyps-mvg

43.851

17.745

7599 Endurrindan av keyps-mvg

-43.851

0

Tilsamans

835.831

439.384

 

StRk Heiti

Roknskapur 2001

Roknskapur 2000

1110 Mánaðarlønt

180.176

2.785

1112 Tímalønt

63.503

9.326

1140 Samsýningar, viðbøtur o.a.

846.934

404.483

1160 Arbeiðsmarknaðargjøld

18.148

7.320

1170 Eftirlønir

28.226

0

1410 Ferðing og flutningur, alment sett - innanlands

22.510

11.789

1411 Ferðing og flutningur, alment sett - uttanlands

436.842

47.137

1420 Umboðan

49.293

30.656

1469 Keyp av vørum annars

33.464

84.212

1470 Telefon

13.185

10.884

1472 Grannskoðanar-, roknskapa- og løgfrøðiligar tænastur

6.000

70.440

1474 Keyp av tænastum í sambandi við edv og kunningartøkni

520

1.470

1479 Keyp av tænastuveitingum annars

80.793

104.469

1520 Telduútbúnaður og edv-menning

16.200

12.880

1610 Húsaleiga

9.000

4.600

1654 Umvælingar- og viðlíkahaldsútreiðslur av maskinum, innbúgvi og øðrum útbúnaði

367

0

1930 Útreiðslugreiddar veitingar

72

246

7110 Innanh. flyt. millum almennar stovn. - útr.

313

114

7510 Keyps-mvg

35.964

43.851

7599 Endurrindan av keyps-mvg

-35.964

-43.851

Tilsamans

1.805.546

802.810

 

StRk Heiti

Salda 10-2002

Salda 11-2002

Salda 10-2001

1110 Mánaðarlønt

20.634

20.634

176.967

1112 Tímalønt

47.284

47.284

35.462

1140 Samsýningar, viðbøtur o.a.

98.448

98.448

624.928

1160 Arbeiðsmarknaðargjøld

8.796

8.796

14.371

1410 Ferðing og flutningur, alment sett – innanlands

543

543

20.389

1411 Ferðing og flutningur, alment sett – uttanlands

4.936

4.936

436.842

1469 Keyp av vørum annars

8.736

8.736

31.801

1470 Telefon

2.978

2.978

10.986

1471 Postgjøld

300

300

0

1472 Grannskoðanar-, roknskapa- og løgfrøðiligar tænastur

94.000

94.000

0

1474 Keyp av tænastum í sambandi við edv og kunningartøkni

1.200

1.200

0

1479 Keyp av tænastuveitingum annars

3.000

3.000

72.493

7110 Innanh. flyt. millum almennar stovn. - útr.

35

35

264

7510 Keyps-mvg

24.545

24.545

31.655

7599 Endurrindan av keyps-mvg

-24.545

-24.545

-31.655

Tilsamans

290.890

290.890

1.424.503

Málið avgreitt.