Fyrispurningur um kommunalt partafelag

100-19 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi kommunalum partafelagi

Orðaskifti

Ár 2002, mikudagin 6. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Kann ein kommuna gera eina kommunala havn til partafelag, har kommunan eigur 100 % av partapeninginum?
  2. Um svarið er játtandi, kann henda sama kommuna loyva øðrum, t.d. kommunum, stovnum, feløgum og einstaklingum, at seta partapening í partafelagið?

Viðmerkingar
I sambandi við stórar almennar verkætlanir, t.d. undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi og undirsjóvartunnilin undir Lerirvíksfirði, hava landsmyndugleikarnir valt eina partafelagsloysn.

Føroya Tele er umskipað til partafelag, og landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur boðað frá, at ætlanin er, at Postverk Føroya eisini skal gerast til alment partafelag.

Tað hevur mangan verið ført fram, at hesin háttur er neyðugur fyri at kunna kappast á jøvnum føti við privata arbeiðsmarknaðin.

Um møguleiki er fyri at selja ella nýtekna partabrøv, kann kommunan fáa kapital uttanífrá til víðkan og nýiløgu. Hetta kann verða til stóra menning fyri økið, oynna og landið.

Sum gongdin er í dag verður tað helst bara tann eina havnin, sum fær møguleikar fyri útbygging í framtíðini, tí størsti parturin av inn- og útflutninginum fer fram yvir eina havn.

Spyrjarin dugir ikki at síggja nakran vanda í, at aðrir enn kommunan kunnu eiga upp til 49 %, tí havnaløgini kunna ikki flytast, men verða eitt liggjandi aktiv.

Um hugsað verður um eina framtíðar oljuvinnu, er eingin kommuna í landinum før fyri einsamøll at gera tær íløgur, sum eru neyðugar fyri at útgerðarhavnin kann nøkta tørvin.

Á tingfundi 8. november 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. januar 2003 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Samanumtikið
Bæði løgfrøðiliga og politiskt er svarið nei til fyrispurningin.

Eg skilji kortini væl tørvin og áræðið hjá kommunum at finna nýggjar og ymsar loysnir. Ikki minst tí at íløgutørvurin og áræðið er stórt í lokaløkjunum kring landið.

Men kortini vil eg fasthalda eina fýrakantaða politiska støðu til fyrispurningar og uppskot av hesum slagi. Bæði tí, at tað er alneyðugt at halda gjørdar avtalur sum við íløgukarminum. Og tí at eg haldi fast við endamálið um at hava greiðar linjur millum kommunalt, lands- og privat/vinnuligt virksemi.

Haldi, at søgan og royndirnar bæði her heima og uttanlands hava lært okkum, at samanvavstur millum uppgávurnar hjá einum fólkavaldum, almennum myndugleika og atlitini til privat/vinnulig atlit elva til, at gjøgnumskygnið hvørvur, og at ábyrgdin verður burtur – hóast intensjónirnar helst eru bæði góðar og rættar.

Niðanfyri verður løgfrøðiliga niðurstøðan greinað.

Til spurning 1
Sambært § 1 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin) verða ásetingarnar í kommunustýrislógini nýttar í øllum viðurskiftum viðvíkjandi kommunala stýrinum, uttan so, at serlig undantøk eru heimilað í aðrari lóggávu.

Í § 4, stk. 1, 1. pkt. í somu lóg verður víðari ásett, at kommunuviðurskifti verða stýrd av einum kommunustýri.

§ 1 staðfestir sostatt, at tá tað snýr seg um viðurskifti í kommunala stýrinum, skulu reglurnar í kommunustýrislógini nýtast, um ikki greið lógarheimild er fyri øðrum. Víðari verður í § 4 staðfest, at tað er kommunustýrið, sum hevur evstu ábyrgd av øllum tí kommunala virkseminum.

Reglurnar í kommunustýrislógini og serliga § 4 hava við sær, at tað er kommunustýrið, sum skal syrgja fyri og hava eftirlit við, at kommunala fyrisitingin virkar á nøktandi hátt, og tað verður tí samstundis kommunustýrið, sum skal koma upp í leikin, um staðfest t.d. verður, at fyrsitingin ikki virkar í samsvari við lóggávuna.

Grundað á omanfyri nevndu reglur er Løgmálaráðið av teirri fatan, at ein kommuna sum meginregla ikki kann leggja partar av sínum virksemi og hartil knýttum peningi til eitt sjálvstøðugt felag og samstundis varðveita ræði á virkseminum. Hetta hevði havt við sær, at viðkomandi kommuna kundi flutt partar av sínum virksemi út um reglurnar í kommunustýrislógini og aðrari lóggávu, sum er galdandi fyri kommunalu fyrisitingina, serliga fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit.

Viðmerkjast skal tó, at tað sambært vanligari kommunalrættarligari siðvenju kunnu vera umstøður, sum gera, at ein kommuna á ólógreguleraðum grundarlagi í ávísan mun kann luttaka í einum partafelag ella øðrum privatrættarligum felag. Í hesum sambandi eru tó ávísar treytir tengdar at kommunalu lutøkuni.

Hesar treytir eru fyrst og fremst, at luttakandi kommunan ikki hevur avgerandi ávirkan í felagnum. Aftrat hesum er tað vanliga ein treyt, at felagið bert tekst við virksemi, sum kommunan sjálv hevði kunnað tikið sær av. Tá kommunur sambært § 50, stk. 1 í kommunustýrislógini sum meginregla ikki kunnu taka lut í virksemi, sum hevur vinning fyri eyga, eru kommunurnar tó á sama hátt forðaðar í at taka lut í feløgum, sum hava vinnulig endamál.

Vísandi til omanfyristandandi verður svarið til spurning 1 tí, at ein kommuna ikki kann gera eina kommunala havn til partafelag, har kommunan eigur 100 % av partapeninginum.

Til spurning 2
Tá ið svarið til spurning 1 er noktandi, eru ongar viðmerkingar til spurning 2.

Málið avgreitt.