Fyrispurningur um persónsupplýsingar

Skjal til 100-20 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi lógini um viðgerð av persónsupplýsingum

Úrrit úr Dimmalætting mikudagin 30. oktober 2002

GjaldSkipanin lýkur øll krøv í verandi lóggávu

Meining
P/F Elektron

Peningastovnarnir hava síðani í summar marknaðarført eina skipan til gjaldan av rokningum - kallað GjaldSkipanin - sum m.a. skal avloysa verandi V&T-skipan. GjaldSkipanin byggir á eitt samstarv ímillum P/F Elektron og PBS, sum føroysku peningastovnarnir er partaeigarar í.

GjaldSkipanin betrar munandi um kunningina til, og trygdina hjá, gjaldaranum, sum rindar rokningar sjálvvirkandi. Fráboðan um komandi trekk av kontuni verða send gjaldaranum í góðari tíð, áðrenn goldið verður, soleiðis at stundir eru at frámelda gjaldið, um ein ikki er samdur í rokningini. Í næstum verður eisini møguligt at samskifta við GjaldSkipanina ígjøgnum homebankingskipanina.

Eisini uppkrevjandi virkini og stovnarnir fáa størri møguleikar í skipanini. M.a. er møguligt at senda faktura við øllum útgreiningum út á fráboðanini frá GjaldSkipanini til gjaldaran, so at virkini sleppa frá at senda rokningar út. Elektron bjóðar sær eisini við nýggju skipanini til at standa fyri útsending av øllum rokningum hjá virkjum.

Talan er sostatt um eina gjaldsmiðlingsskipan sum er millum tær mest framkomnu í heiminum.

Tað er tí óheppið, at tað í fjølmiðlunum er sáddur ivi um GjaldSkipanin lýkur ásetingarnar í løgtingslóg nr. 73 frá 8. mai 2001 um viðgerð av persónsupplýsingum og kunngerð frá 17. desember 2001 um flyting av persónsupplýsingum til útlandið.

GjaldSkipanin lýkur sjálvsagt galdandi føroyska lóggávu. Dátueftirlitið, sum umsitur kunngerð frá 17. desember 2001, hevur tann 13. juni 2002 givið P/F Elektron eitt treytaleyst loyvi til at samstarva við PBS um verksetan og rakstur av GjaldSkipanini.

Tað fyrikemur okkum óhugsandi, at ein møgulig seinni lóggáva ella nýggj kunngerð á økinum vil forða fyri samstarvinum hjá P/F Elektron við PBS um GjaldSkipanina, á sama hátt sum tað er óhugsandi, at lóggevararnir vilja leggja seg út í samstarvið hjá P/F Elektron við PBS um FR-kortið.

Tað er í rættarsamfeløgum ikki siðvenja at lóggeva við afturvirkandi gildi, og tað skulu sera tungtvigandi orsøkir til, at myndugleikar kunnu taka eitt longu givið loyvi aftur.