Fyrispurningur um fjølbrekað børn

100-21 Fyrispurningur til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, viðvíkjandi møguleikunum hjá fjølbrekaðum børnum

Orðaskifti

Ár 2002, mikudagin 6. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvørjar niðurstøður hevur landsstýrismaðurin gjørt sær í sambandi við royndarskipanina við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu?
  2. Hevur landsstýrismaðurin nakrar ætlanir um framhaldandi dagtilhald til fjølbrekað børn aftaná 31. desember 2002, tá løgtingslóg nr. 71 frá 2. mai 2001 fer úr gildi?
  3. Um svarið er ja. Eru tá nakrar ætlanir um at víðka tilboðið til eisini at fevna um aðrar partar av landinum, t.d. Tórshavnar kommunu?
  4. Í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt er í § 5 ásett, at til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð sbr. serligari lóggávu, kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørja serliga lóggáva her verður sipað til?
  5. Um eingin serlig lóggáva finst, nær ætlar so landsstýrismaðurin at leggja eina slíka fyri tingið?

Viðmerkingar
Sambært § 6 í lógini um royndarskipan fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu skuldi yrkiskøn nevnd meta um royndarskipanina og lata almannastjóranum frágreiðing í seinasta lagi 1. juli 2002. Landsstýrismaðurin hevur tí havt stundir til at gjørt sær sínar metingar av royndunum.

Tórshavnar kommuna hevur av sínum eintingum í nøkur ár leigað Bridgehúsið sum tilhaldstað hjá nøkrum brekaðum skúlabørnum og stuðlum teirra. Hóast vánaligar umstøður hava stuðlarnir tó eftir førimuni gjørt eitt sera gott arbeiði. Hetta er bert ein neyðloysn, sum tó als ikki er nøktandi, hvørki fyri tann brekaða, foreldrini ella stuðulin.

Tí eigur ein nýggjur fríðtíðarstovnur fyri børn og ung at verða bygdur í Suðurstreymi. Hetta er málið, men okkurt má gerast við akuttu støðuna. Tørvurin er longu størri, enn Bridgehúsið kann nøkta, og veksur í hvørjum. Børnini eru brúkarar í fleiri ár, og nýggj koma til á hvørjum ári.

Ein møguleiki er eisini, at stovnurin í Bridgehúsinum flytur út á Sernámsdepilin og virkar har sum ein frítíðarskúli. Á fleiri økjum hevði hetta verið ein góð loysn. Hølisviðurskiftini eru góð, barnið hevði ikki havt fyri neyðini at skift umhvørvi, og tíð hevði ikki farið til "spillis" við flutningi. Teir fysisku karmarnir høvdu her verið til staðar fyri at ment eitt samstarv millum lærararnar á skúlanum og starvsfólkið í frítíðarskúlanum. Kanska landsstýrismaðurin kann siga sína hugsan og ætlan á hesum øki.

Í lógini um dagstovnar og dagrøkt er í § 5 ásett, at til børn við serligum tørvi verða veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð sbr. serligari lóggávu. Í sambandi við at Tórshavnar kommuna bygdi nýggjan dagstovn í Øksnagerði, varð eisini gjørd ein serstova, ætlað børnum við sertørvi. Tað er tó framvegis ikki eydnast kommununi at fáa at vita, hvussu børnini við sertørvi kunnu fáa veittar nøktandi hølisumstøður og viðgerðar- og námsfrøðilig tilboð. Kommunan hevur tí lítlan møguleika fyri at taka hædd fyri tørvinum hjá hesum børnum í útbyggingini av dagstovnatilboðunum í kommununi.

Á tingfundi 8. november 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 11. desember 2002 svaraði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

  1. Ein yrkiskøn nevnd, sum sambært løgtingslóg nr. 71 frá 2. mai 2001 um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu, hevur latið almannastjóranum tilmæli um royndarskipanina.

Yrkiskøna nevndin mælir til, at royndarskipanin verður longd í 1 ár, fram til 31. desember 2003. Grundgevingarnar eru m.a., at samskiparin ikki varð settur fyrr enn í oktober 2001, og at hann nýtti nógva tíð til at fáa ymisk praktisk viðurskifti í rættlag. Tískil hevur samskiparin ikki havt møguleika at brúka tíðina til tað, sum í roynd og veru er hansara uppgáva, nevniliga at samskipa arbeiðið hjá stuðulsfólkunum og at stimbra og menna stuðulsarbeiðið. Mett verður tí, at tað er rættast at leingja royndarskipanina í eitt ár.

Landsstýrismaðurin í almannamálum tekur undir við tilmælinum frá tí yrkiskønu nevndini at leingja royndarskipanina í eitt ár.

  1. Sum nevnt í svari til spurning 1, tekur landsstýrismaðurin í almannamálum undir við tilmælinum at leingja royndarskipanina í eitt ár, og legði tí hin 8. november 2002 vegna landsstýrið fram uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um royndarskipan við dagtilhaldi fyri fjølbrekað børn úr Nes og Runavíkar kommunu. Sambært hesum uppskoti verður royndarskipanin longd í eitt ár.
  2. 1. viðgerð av málinum var 13. november, og síðani varð málið beint í Trivnaðarnevndina.

  3. Í løtuni eru ongar ætlanir um at víðka tilboðið til eisini at fevna um aðrar partar av landinum.
  4. Trivnaðarmálaráðið hevur heitt á ein løgfrøðing um at tilevna eitt uppskot til eina lóg um brekað við serligum tørvi, sambært løgtingslógini um dagstovnar og dagrøkt. Neyðugt verður tó at samskipa hetta arbeiðið við landsstýrismanninum í familju- og heilsumálum, tí hesin umsitur dagstovnaøkið.
  5. Sum er, eru galdandi reglur á økinum til børn við serligum tørvi eftir verandi barnaforsorgarlóg og forsorgarlóg við viðkomandi reglugerðum.

  6. Sum nevnt í svari til spurning 4 hevur Trivnaðarmálaráðið heitt á ein løgfrøðing um at tilevna eitt uppskot til lóg um brekað við serligum tørvi.

Frágreiðingin er at finna á heimasíðuni hjá Føroya Løgtingi, um klikt verður á Tingnevndir, Landsstýrismálanevndin, Yvirlit, Tingsetan 2001, journalnr. 7.13-20010005 Eftirkanning av stuðulsfólkaøkinum, sum skjal nr. 13 frá Trivnaðarmálaráðnum, har ávegis frágreiðingin er hjáløgd sum skjal.

Málið avgreitt.