Fyrispurningur um uppboðssølu av fiski

100-22 Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðvíkjandi uppboðssølu av fiski

Orðaskifti

Ár 2002, mikudagin 6. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kaj Leo Johannesen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvussu verður eftirlitið við, at hvørt einstakt far veruliga avreiðir 30% av veiðuni um góðkenda føroyska uppboðssølu, skipað?
  2. Um so er, at eitt far ikki heldur hesa áseting, hvør er so atgerðin frá almennari síðu?
  3. Hvussu nógv brot hava verið hesum viðvíkjandi í 2000, 2001 og 2002.
  4. Hvussu meinar landsstýrismaðurin, at hendan ásetingin virkar í verki. Og hvussu tulkar landsstýrismaðurin meiningina við ásetingini.

Viðmerkingar
Sambært kunngerð við heimild í løgtingslóg nr.28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum hevur hvørt einstakt fiskifar skyldu til at avreiða 30% av allari veiðu, sum er fiskað í føroyskum sjógvi í einum tíðarskeiði upp á 3 mánaðir, um eina føroyska góðkenda uppboðssølu, tí verða hesir fyrispurningar settir.

Á tingfundi 8. november 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 11. desember 2002 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar 

Ad. 1. Sambært § 2 í kunngerð nr. 85 frá 18. oktober 1999 skal í minsta lagi 30 % av veiðunøgdini hjá hvørjum fiskifari seljast á uppboðssølu í Føroyum. Fiskiveiðueftirlitið ger upp 4. hvønn mánað. Hetta verður gjørt á serskiltum telduforriti, sum roknar út hvussu nógv hvør einstakur bátur/skip hevur avreitt yvir uppboðssølu fyri eitt ávíst tíðarskeið.

Ad. 2. Sambært § 4 verða brot á ásetingarnar í kunngerðini revsað við bót eftir § 40 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Tá Fiskveiðieftirlitið hevur staðfest brot á kunngerðina, verða málini send frá Fiskiveiðieftirlitinum til Landfútan til víðari avgreiðslu.

Ad. 3. Framdu brotini í 2000, 2001 og 2002 eru ávíkavist 57, 89 og 77.

Ad. 4. Sum kunnugt hevur almenn uppboðssøla av fiski í Føroyum nøkur ár á baki. Við løgtingslóg nr. 106 frá 3. august 1990 um royndaruppboðssølu av fiski, fekk landsstýrið heimild til at stovna og reka royndaruppboðssølu av fiski. Gólvuppboðssølan hjá tí almenna varð ongantíð sett í verk, men virkaði telefonuppboðssølan eftir hesi heimild. Henda skipan varð seinni tikin av.

Við løgtingslóg nr. 29 frá 23. februar 1993 um almenna uppboðssølu av fiski, var privatum givin møguleiki fyri at halda almenna uppboðssølu av fiski, og er tað henda skipan, sum nú verður virkað eftir.

Endamáli við at skipa fyri uppboðssølu av fiski var at fara frá gomlu skipanini við meiri ella minni almennari prísásetan til eina skipan við atliti at útboði og eftirspurningi. Hetta skapti eina positiva gongd fyri vinnuna.

Men gongdin í seinnu helvt av nítiárunum vísti tó, at tann parturin sum fór um uppboðssølu var minkandi, og var tí í kunngerð frá 1999 við heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap ásett, at í minsta lagi 30% av veiðiunøgdini skuldi um uppboðssølu, soleiðis at allir fiskakeyparar høvdu møguleika at bjóða uppá fiskin.

Summarið 1999 vóru 22 prosent seld um uppboðssølu og eftir at kunngerðin var sett í gildi hækkaði prosentið til 40. Í 2000 vóru 46% seld um uppboðssølu, í 2001 41% og higartil í ár 40%.

Tað kann at enda viðmerkjast, at Fiskimálaráðið er í fer við at eftirmeta reglurnar um at krevja ávísan part um uppboðssølu.

Málið avgreitt.