Fyrispurningur um viðgerð fyri barnloysi

100-23 Fyrispurningur til Bill Justinussen, landsstýrismann, viðvíkjandi almennum stuðli til viðgerðar fyri barnloysi

Orðaskifti

Ár 2002, fríggjadagin 8. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða Løgtinginum frá, hví almenni stuðulin til viðgerðir fyri barnloysi er tikin burtur?
  2. Kann landstýrismaðurin eisini greiða frá, hvør sparing liggur í hesum?
  3. Hvussu nógv pør er talan um, sum eru til viðgerðar í dag?
  4. Hví er stuðulin eisini steðgaður hjá teimum, sum eru í viðgerð?
  5. Hvussu nógv er goldið út hiðartil til hesa viðgerð?
  6. Metir landsstýrismaðurin, at allir borgarar skulu hava møguleika at stovna egna familju?
  7. Um svari er ja, hví so ikki geva hesum familjum uppbakking og stuðul til tað?
  8. Um svarið er nei, hvørjar aðrar loysnir hevur landsstýrismaðurin at vísa á?
  9. Hvat fer tað kosta samfelagnum Føroyum, at fleiri familjur flyta av landinum, tí viðgerð og stuðul ikki kann fáast í Føroyum?

Viðmerkingar
Í Sosialinum 7. november, blaðsíðu 5, ivast Bill Justinussen, landsstýrismaður, m.a. í rættleikanum í, at tað almenna rindar fyri viðgerðir fyri barnloysi, ið ikki kunnu útvegast í Føroyum. Landsstýrismaðurin førir fram, at henda viðgerð er "ókeypis fyri brúkaran", spurningur verður settur við, um ikki "brúkarin sjálvur skal gjalda fyri hesa viðgerð", og víðari verður sagt, at játtanin til slíkar serviðgerðir eru at rokna sum ein "blanko-kekkur". Síðani er tað hent, at pør, sum longu eru í slíkari viðgerð, frá sjúkraverkinum hava fingið upplýst, at viðgerðin er steðgað. Hetta hóast, at landsstýrismaðurin í sama viðfangi úttalar, at hann ikki metir, at "hansara ætlan beinleiðis fer at lækka tænastustøðið, ið føroyska heilsuverkið bjóðar fólkinum."

Viðgerð fyri barnloysi, t.d. inseminasjón, mikroinseminasjón ella IVF-viðgerð (reagensglasviðgerð) er seinasti útvegur hjá einum fátali av føroyskum pørum at stovna egna familju. Eingin ráðgeving er innan hetta økið í Føroyum, fær eitt par góðkenning frá føroyska sjúkrahúsverkinum og ávísing til Ríkissjúkrahúsið (Juliane Marie Centret), eru tey bæði eftir hetta viðskiftafólk hjá Ríkissjúkrahúsinum, til viðgerðin er liðug. Talan er um eitt avmarkað tilboð, eydnast viðgerðin ikki, hava hesi pør bert ein møguleika, nevniliga at royna seg á privata marknaðinum uttanlands. Ráðgeving, eftirviðgerð ella terapeutisk hjálp finst ikki í Føroyum fyri hesi – bíðitíðin at sleppa at tosa við gynækolog er upp til 3 mánaðir og kostar 500,- kr prátið! Í Danmark er at kalla opið hús fyri hesi, sum altíð kunnu ringja á klinikkina og/ella støkka innar til eitt prát.

Tá landsstýrismaðurin sigur, at henda tænasta er "ókeypis fyri brúkaran", so er hetta beinleiðis skeivt. Í fyrsta lagi tók Heilsumálastýrið í 2001 stuðulin til heilivág til hesar viðgerðir burtur. Hetta var ein stórur skelkur fyri tey, ið longu vóru í viðgerð fyri barnloysi, tí sostatt vóru fleiri byrjað eina viðgerð undir skeivum fortreytum. T.v.s., at síðani hava pør í slíkari viðgerð sjálvi goldið fyri heilivágin, sum fyri IVF-viðgerð kann koma upp í 7.000,- kr pr. viðgerð. Harnæst skulu hesi í sambandi við inseminasjón vera úr arbeiði í góða viku, og í sambandi við IVF-viðgerð í minst 14 dagar. So hóast tað almenna rindar ferðaútreiðslurnar, og nøkur taka av tilboðnum at búgva á Sjúklingahotellinum Tórshavn, so eru fyri einstøku pørini stórar útreiðslur knýttar at hesi viðgerð. Harnæst kemur, at viðgerðin sálarliga er sera krevjandi fyri báðar partar, og harnæst likamliga ógvuliga krevjandi fyri kvinnuna.

Málið hevur sera stóran týdning fyri hesi pør, ið ynskja at stovna egna familju, nakað ein landsstýrismaður í familjumálum átti at verið tann fyrsti at skilt. Óneyðugt eigur tí eisini at vera at greiða sama landsstýrismanni nærri frá, hvønn týdning tað hevur fyri hesi at fáa síni egnu børn. Hetta eru børnini, grundarlagið undir okkara komandi vælferð, vit tosa um. Vit tosa um syndarligar lagnur, kvinnur og menn, ið ikki kenna seg fullkomin, tí teimum ikki er eydnast at seta børn í verðina, sum her fáa vátan vøttin frá sínum egna landsstýrismanni, sum fremst í skjøldri sínum ber familju- og trivnaðarmálini. Útsøgnirnar frá landsstýrismanninum eru ein so stórur skelkur fyri fleiri teirra, sum eru í viðgerð ella nú skuldu í viðgerð, at møguleiki er fyri, at nøkur teirra skifta adressu til Danmarkar, til tess at fáa nevndu viðgerð, og samstundis fáa ta tænastu, ið har natúrliga fylgir við slíkari viðgerð.

Slíkt verður stór skomm fyri føroyska heilsuverkið og fyri Føroyar sum heild. Tað er partur av Føroya framtíð, vit tosa um, og landsstýrismaðurin skyldar Løgtinginum eina neyva frágreiðing, hvar sparingin í hesum høpi liggur. Talan er hóast alt um eitt fátal av fólki, so valla kann hugsast, at nøkur stór sparing kann liggja í hesum. Fyri tey, ið tørva slíka viðgerð, er avgerðin ófatulig, útsøgnirnar í sambandi við avgerðina lutvíst ósonn, og tosið um sparing í hesum sambandi fullkomiliga høpisleyst, tá stuðulin til ættleiðing í sama tíðarskeiði, henda viðgerð verður avhøvdað, er hækkað til eina nógv størri upphædd, enn nøkur slík viðgerð kostar. Hesi pør hava sanniliga ongantíð fingið nakran almennan "blanko-kekk", og talan er avgjørt ikki um eitt sokallað "luksusproblem", men um ein grundleggjandi og altavgerandi spurning fyri hesi, ið ynskja at stovna egna familju, ein spurningur um tilverugrundarlag og grundarlag undir framhaldandi trivnaði. Men fyri hesi er tænastustøðið longu lækkað í tveimum stigum, fyrst, tá stuðulin til heilivág varð tikin burtur, og nú viðgerðirnar eru útsettar, møguliga steðgaðar.

At enda kann nevnast, at tá læknastjórin, Anne Grethe Michelsen, í samrøðu við Útvarp Føroya, sama dag, sum landsstýrismaðurin úttalaði seg til Sosialin, segði, at "tað ongan týdning hevði", at t.d. hesar viðgerðir vórðu útsettar, so er hetta eisini lutvíst skeivt. Tí viðgerðin er treytað av aldri og lívfrøðiligu klokkuni hjá kvinnuni. Flestu av hesum hava roynt alt annað og bíðað leingi, fleiri kvinnur eru tí rættiliga tilkomnar, so ein viðgerð, ið verður útsett í nakrar mánaðir, og hareftir møguliga verður spard burtur, kann tí fáa sera álvarsligar avleiðingar.

Á tingfundi 12. november 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 12. desember 2002 svaraði Bill Justinussen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

  1. Spurningurin kann skiljast í tveimum. Í fyrsta lagi rindar tað almenna allar útreiðslur, sum koma undir serviðgerð uttanlands, og í øðrum lagi rindar sjúkrakassin 75% av útreiðslunum til heilivág.
  2. Viðvíkjandi serviðgerðini kann landsstýrismaðurin upplýsa, at yvirlæknarnir hava ávísingarheimild í sambandi við viðgerð móti barnloysi. Viðgerðin fer vanliga fram á Ríkissjúkrahúsinum. Almanna- og heilsumálastýrið boðaði í 2001 Landssjúkrahúsinum frá, at einans út frá læknafakligum metingum verður støða tikin til tilboð um viðgerð móti barnloysi. Landssjúkrahúsið hevur hvørki fingið nýggjar reglur ella politiskt stevnumið á hesum øki. Fyri at samanbera kann verða upplýst, at hini norðanlondini avmarka tilboðið um viðgerð móti barnloysi á ymsan hátt; í Norra verður viðgerð móti barnloysi ikki fíggjað av tí almenna. Landsstýrimaðurin hevur bert sett henda spurning í almenna orðaskiftinum, grundað á, at Landssjukrahúsið lýsir eftir einum politiskum stevnumiði fyri nevnda øki. Spuringurin um politiskt stevnumið á hesum øki kemur fyri á einum landsstýrisfundi í næstu framtíð.

    Landsstýrismaðurin heitti tann 28. oktober 2002 á yvirlæknarnar um bert at ávísa sjúklingar til serviðgerð uttanlands, um talan var um lívsneyðuga viðgerð (t.e. tørvur á lívbjargandi viðgerð og tørvur á viðgerð, har bíðitíðin, tað, ið eftir er av árinum 2002, vil gera støðuna hjá sjúklinginum munandi verri) orsakað av, at játtanin á uttanlandskontuni var brúkt. Í hesum sambandi vórðu barnleys pør síðustillað við aðrar sjúklingar, tí mett varð, at tað hevði verið skeivt at givið hesum sjúklingum fyrimun fram um aðrar sjúklingabólkar. Tann 15. november 2002 hava sjúkrahúsini tó fingið boð um, at áðurnevnda áheitan verður tikin aftur, orsakað av at fíggjarnevndin tann 12. november 2002 avgjørdi at veita sjúkrahúsverkinum eina eykajáttan upp á 20 mió kr. Tó verður viðmerkt, at ávísing av sjúklingum, tað ið eftir er av árinum, má tálmast í ávísan mun, um játtanin skal halda.

    Tá talan er um heilivág, var upprunaliga skipanin tann, at heilivágurin varð latin av Ríkissjúkrahúsinum í sambandi við viðgerð. Henda skipan varð avtikin í Danmark fyri nøkrum árum síðani. Føroyska sjúkrahúsverkið valdi framhaldandi at gjalda egingjaldið soleiðis, at sjúkrakassin rindaði 75% av heiliváginum og hini 25% fyri egingjaldið vórðu endurgoldin av játtanini til serviðgerð uttanlands. Almanna- og heilsumálastýrið metti tó í 2001, at heimild var ikki at endurrinda hetta egingjaldið, og tók táverandi landsstýrismaður avgerð um at steðga hesi skipan frá 1. juni 2001 at rokna. Støðan er sostatt tann, at viðgerð fyri barnloysi verður goldin av tí almenna og sjúkrakassanum, tó undantikið egingjaldið av heilivági, sum er 25%.
     

  3. Tað fyriliggja ongar sparingar, tá siðvenjan ikki er broytt á umráðnum, og tí at yvirlæknarnir hava ávísingarfrælsi.

  4. Í 2000 sendi føroyska sjúkrahúsverkið 28 pør til viðgerð ímóti barnloysi, ímeðan talið í 2001 var 25 pør.

  5. Spurningurin verður svaraður undir punkt 1.

  6. Í løtuni hevur sjúkrahúsverkið goldið umleið 500.000 kr. árliga til sjálva viðgerðina og umleið 400.000 kr. til ferðing og uppihald. Afturat hesum koma aðrar almennar veitingar, millum annað dagpeningur og harumframt rindar sjúkrakassin 75% av útreiðslunum til heilivág.

  7. Sjálvandi metir landsstýrismaðurin í familju- og heilsumálum, at allir borgarar skulu hava møguleika fyri at stovna familju, eisini tey, sum eru soleiðis fyri, at teimum ikki hevur borið til at fáa børn. Familjan er kjarnin í samfelagnum, og eiga allar lógir og reglur at vera soleiðis skipaðar, at tær seta familjutrivnaðin í hásæti. Eitt gott familjulív er grundarlagið undir trivnaði, vælveru og lívsdygd, og kemur hetta øllum samfelagnum til góða bæði heilsuliga, í arbeiðslívinum, í mentanarlívinum o.s.v.
  8. Tá talan er um almenna leiklutin í viðgerð fyri barnloysi, er ætlanin framhaldandi at bjóða ókeypis viðgerð móti barnloysi. Tó verður umhugsað at seta politisk stevnumið fyri viðgerðini. Til dømis er neyðugt at áseta aldursmark, tá møguleikin fyri væleydnaðari viðgerð fellur munandi, so hvørt sum aldurin á kvinnuni lækkar. Tá tað verður framhildið, at eg havi ætlanir um at steðga almenna tilboðnum um hesa viðgerð, er hetta misfatað. Hinvegin havi eg bert nevnt hesa viðgerð sum eitt dømi um tær viðgerðir, sum verða goldnar av kontuni fyri serviðgerð uttanlands, og at neyðugt er at fáa eina politiska støðutakan til, í hvørjum karmum hetta tilboð skal vera galdandi. Nýggir viðgerðarhættir verða støðugt bjóðaðir, og tí er neyðugt, at eitt orðaskifti fer fram til tess at vita, hvussu játtanin á uttanlandskontuni skal brúkast.
     

  9. Landsstýrismaðurin hevur ta fatan, at barnleys pør fáa ta neyðugu viðgerðina og stuðulin. Kjakast kann altíð um, um stuðulin røkkur til ávísa økið, serstakliga har sjálv viðgerðin fer fram í útlandinum. Landsstýrismaðurin metir, at barnleys pør fáa ta neyðugu leiðbeiningina frá sjúkrahúsverkinum.

  10. Spurningurin er svaraður undir punkt 7. Umframt stuðul til viðgerð fyri barnloysi verður eisini veittur stuðul til ættleiðing á fíggjarlógini.

  11. Her er talan um ein tilætlaðan spurning, tá almennur stuðul verður latin til viðgerð móti barnloysi.

Málið avgreitt.