Fyrispurningur um bústaðir til psykiatriskar sjúklingar

100-24 Fyrispurningur til Páll á Reynatúgvu, landsstýrismann, viðvíkjandi liðugt viðgjørdum sjúklingum á psykiatrisku deildunum á Landssjúkrahúsinum

Orðaskifti

Ár 2002, fríggjadagin 8. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Er bygginevnd sett at fyrireika bygging av sambýli í Havn, sum mælt varð til í álitinum "Ein glotti fyri framman"?
  2. Um so er, hevur nevndin ítøkiligt uppskot um bústovn?
  3. Hvat slag er talan um, og hvat fer hesin at kosta?
  4. Nær hevur landsstýrismaðurin sett sær fyri, at stovnurin stendur liðugur?
  5. Kann landsstýrismaðurin greiða frá teimum 3,5 mió kr., sum játtaðar vóru á fíggjarlógini fyri 2001?
  6. Er landsstýrismaðurin samdur við tilmælunum í álitinum um at raðfesta Suðurstreym, tá tað ræður um psykiatrisku sjúklingarnar?
  7. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fram psykiatriálitið: " Álit um skipan av framsóknari psykiatri í Føroyum" til politiska viðgerð?

Viðmerkingar:
Á heysti 2000 skipaði felagið Sinnisbati fyri almennum fundi á Landssjúkrahúsinum, tá kjakast varð um psykiatrisku deildirnar á Landssjúkrahúsinum og teir sjúklingar, sum hóast liðugt viðgjørdir, sleppa ikki av aftur psykiatrisku deildunum orsakað av vantandi bústaði.

Umframt fakfólk vóru allir politisku flokkarnir eisini umboðaðir á fundinum. Breið semja var um, at hesir sjúklingar liva undir stak óvirðiligum og lítið mennandi umstøðum. Spurningurin um tað bæði fakliga og búskaparliga skilaleysa at binda liðugt viðgjørdar sjúklingar til eina sjúkrasong varð eisini viðgjørdur. Aftur her vóru øll á einum máli um, at rættast var, um psykiatrisku deildirnar fingu arbeitt soleiðis, sum slíkar eru ætlaðar at gera, tað vil siga, sum viðgerðardeildir burturav, og at peningur til hetta endamál eisini tá hevði verið drúgvari.

Eitt av úrslitunum av hesum fundi var, at ein millión krónur vórðu settar av til kanningar av støðuni innan føroyska psykiatri. Síðan tá hava vit fingið tvey álit hesum viðvíkjandi. Hitt fyrra: "Ein glotti fyri framman", frá apríl 2001, sum fyri tað mesta snýr seg um tørvin á bústøðum- hitt seinna frá 2002 um skipan av framsóknari psykiatri í Føroyum. Harafturat læt arbeiðsbólkur fyrst í nítiárunum úr hondum álitið "Psykiatriætlan ár 2000". Við øllum hesum tilráðingum, umframt tað onnur feløg og fakfólk hava víst á, er ríkiligt av vitan til taks fyri skilagóðum loysnum, teimum sálarsjúku at gagni.

Álitið "Ein glotti fyri framman" mælir til, at byrjað verður í miðstaðarøkinum, har tørvurin er nógv størstur. Tey mæla til, "at bygginevnd verður sett beinanvegin at fyrireika bygging av tí fyrsta sambýlinum til 10 fólk í Havn". Partur av arbeiðssetninginum var eisini, at koma við uppskoti um, hvussu farast skuldi ígongd við at brúka tær 3,5 mió kr., sum settar vóru av til íløgur í 2001.

Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 er løgujáttan til bústovnar 5 mió kr. Í viðmerkingunum verður víst á, at umleið 40 fólk, sum ikki eru í viðgerð, búgva á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum, tí annað búpláss er ikki til teirra. Hetta er sama tal, sum álitið vísir á, og at næstan øll høvdu tilknýti til Suðurstreym.

Trupulleikin, sum psykiatrisku deildirnar hava at dragast við, hongur neyvt saman við tí, eg loyvi mær at kalla vanrøkt av sjúklingum, sum so avgjørt ikki kunnu hóma ein glotta fyri framman, so leingi sjúkrahúsverkið framhaldandi skal eitast at vera teirra heim. Heldur eingin glotti er fyri framman fyri okkara fakfólk, koma tey ikki úr stað og fáa umstøður at menna seg sjálvi og deildirnar til at vera viðgerðardeildir við serdeildum fyri hesar ymsu sjúklingabólkarnar.

Tá trýstið á hesar deildirnar er so mikið stórt, er umráðandi, at sett verður á í rætta endanum og í røttu raðfylgju.

Á tingfundi 12. november 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 12. desember 2002 svaraði Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

  1. Í august 2001 setti táverandi landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, eina bygginevnd við umboðum fyri landsstýrið, brúkarar, starvsfólk á psykiatrisku deild og Serforsorgina, ið skuldi gera eitt projektuppskot til sambýli fyri sinnisveik. Arbeiðssetningurin hjá bygginevndini var at koma við einum uppskoti til sambýli fyri sinnisveik, ið skuldi hýsa 10 búfólkum. Bygginevndin fekk ikki álagdan nakran fíggjarligan karm fyri løgu ella rakstri av sambýlinum.

  2. Skitsuuppskotið varð handað undirritaða í juli 2002.

  3. Talan var um eitt uppskot til sambýli fyri sinnisveik, ið skuldi liggja í Havn, og har pláss var fyri 10 búfólkum. Sambýlið skuldi eftir ætlan kosta 13,4 mió kr. uttan MVG. Landsstýrismaðurin steðgaði ætlanini fyribils, tí hann helt tað ikki vera ráðiligt at byggja eitt sambýli til henda búplássprísin, væl vitandi at tørvurin er minst 4 ferðir størri, enn hetta sambýlið kundi rúma. Um samlaði brúkaratørvurin skal nøktast á sama kostnaðarstigi, kemur løgukostnaðurin at vera millum 60 og 70 mió kr. Tað er ikki gjørd nøkur endalig meting av, hvat tað fer at kosta at reka hesi sambýli, men um vit samanbera við eitt sambýli til minnisveik fólk, so er metti dagsprísurin áleið 1.400 kr. fyri búfólkið, ella omanfyri 20 mió kr. í árligum rakstri. Tá er tikin hædd fyri teimum umleið 40 búfólkunum, ið búgva á psykiatrisku deildunum, uttan at vera í viðgerð. Landsstýrismaðurin hevur ikki slept ætlanini at byggja sambýli til teir tungu brúkararnar í Havn, men umhugsar aðrar byggiloysnir. Serforsorgin er biðin um at finna hóskandi hús til sambýlir fyri tær 3,6 mió kr., ið annars ikki verða brúktar í ár, so møguleiki verður fyri at flyta nakrar av teimum liðugt viðgjørdu íbúgvunum á psykiatrisku deild út í sambýlir longu fyrst í komandi ári. Trivnaðarmálaráðið viðger í løtuni nøkur uppskot frá Serforsorgini til sambýlisloysnir. Peningur er settur av á fíggjarlógini 2003 til rakstur av sambýlunum.

  4. Landsstýrismaðurin hevur broytt arbeiðssetningin hjá bygginevndini, so hædd verður tikin fyri fíggjarligu avleiðingunum av byggiuppskotinum. Bæði hvat viðvíkur løguútreiðslum, hvussu byggjast skal, fyri at rakstrarútreiðslurnar ikki verða óneyðuga høgar, og hvar í landinum byggjast skal.

  5. Av teim 8,3 mió kr., sum vóru avsettar sum løgujáttan á fíggjarlógini 2001 til Bústovnur, serforsorg, vórðu slakar 5 mió kr. brúktar til at byggja autistaheim í Klaksvík. 300 tkr. vórðu brúktar til arbeiðið hjá bygginevndini at gera projektuppskot til sambýli fyri sinnisveik.

  6. Landsstýrismaðurin er vitandi um, at tørvurin er størstur í høvuðsstaðarøkinum, men tað eru eisini brúkarar og foreldur teirra, ið ynskja at koma aftur í heimligt bygdaumhvørvi, ella so nær tí sum gjørligt. Útbyggingin higartil er farin fram í høvuðsstaðnum, og spurningurin er, um útjaðarin ikki eisini eigur at hýsa sínum liðugt viðgjørdu, sálarsjúku borgarum.

  7. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Sámal Petur í Grund, hevði ætlanir um at hava eitt aðalorðaskifti á tingi, har álitið var til politiska viðgerð. Álitið fevnir um bæði almanna- og heilsumál, men fyrst og fremst um ábyrgdarøkið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, Bill Justinussen, og tí má tann spurningurin takast upp við hann. Landsstýrismaðurin í almannamálum tekur undir við at hava eina politiska viðgerð av álitinum.

Málið avgreitt.