Fyrispurningur um neurologtænastu

100-25 Fyrispurningur til Bill Justinussen, landsstýrismann, viðvíkjandi neurologtænastuni

Orðaskifti

Ár 2002, týsdagin 19. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Charlottu á Váli Olsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at neurologtænastan í Føroyum gerst nøktandi?

Viðmerkingar:
Í løtuni er einki normerað neurologstarv í føroyska heilsuverkinum. Einasti neurologurin, ið er tengdur at heilsuverkinum, starvast privat og kann í grundini steingja, tá hann vil.

Samanbera vit okkum við grannalond okkara, skuldu vit havt 3 nervaserfrøðingar í Føroyum.

Alt fleiri og fleiri sjúklingar og avvarðandi eru ónøgd við støðuna, tí hjálpin í dag er ikki nøktandi, og bíðtíðin er long.

Tað, sum kemur undir starvsøki hjá einum nervaserfrøðingi, er :

  1. Apoplexi: Um 100 nýggir tilburðir hvørt ár. Umleið 200 sjúklingar hava eftirfylgjur av apoplexi.
  2. Epilepsi: Tað eru um 350 epilepsisjúklingar í Føroyum
  3. Parkinson: Í Føroyun finnast um 100 parkinson sjúklingar
  4. Sclerosa: Sum nú er, fara 5 sjúklingar 3 ferðir um árið til Danmarkar. Hetta kostar samfelagnum 2 milliónir um árið
  5. Tortocollis: 4 ferðir um árið senda vit 10 sjúklingar til Danmarkar í viðgerð
  6. Høvuðpína: 10 % av fólkinum í Føroyum líða av høvuðpínu av ymiskum slag, sum skal kannast av nervaserfrøðingi.
  7. Sjúkueyðkenni: Ein rúgva av sjúkueyðkennum eru, sum í fleiri førum hoyra undir aðrar sjúkubólkar, men tó mugu kannast av nervaserfrøðingi.

Tað sum vantar í Føroyum, so neurologtænastan kann verða nøktandi, er:

Hjá teimum sjúklingum, ið hava brúk fyri einum nervaserfrøðingi, er støðan í dag ótrygg. Sum er, fæst ikki fatur á neurologi, tá brúk er fyri honum, tí hann er ikki til taks.

Tað er eingin ivi um, at nervaserfrøðingatænastan í Føroyum er vanrøkt, og vandi er fyri, at vit um stutta tíð als ongan neurolog hava.

Á tingfundi 20. november 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 12. desember 2002 svaraði Bill Justinussen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Fyrst nakrar viðmerkingar til viðmerkingarnar hjá løgtingsmanninum viðvíkjandi fyrispurninginum.

Í føroyska sjúkrahúsverkinum er settur serlækni í neurologi 14 tímar um vikuna. Arbeiðið hesar tímarnar fevnir um eftirlit við innløgdum sjúklingum á Landssjúkrahúsinum, svar upp á spurningar frá Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi og visitasjón av sjúklingum. Nakrir av hesum tímunum verða nýttir í ambulatoriinum, har eftirlit er við neurologiskum sjúklingum aftan á innlegging, visitasjón til Ríkissjúkrahúsið og visitasjón frá Klaksvík og Suðuroy. Afturat teimum 14 tímunum um vikuna ger neurologurin EEG-kanningar 3-4 tímar um vikuna, og kannar nervaleiðingsferð umleið 100 tímar um árið.

Serlæknin í neurologi hevur harafturat privata viðtalu, har sjúklingar frá øllum landinum kunnu venda sær. Bíðitíðin er 4-8 vikur, men fyri sjúklingar við bráðfeingis tørvi, t.d. epilepsi, er bíðitíðin nakrir fáir dagar. Annars verða sjúklingar við bráðfeingis tørvi á neurologiskari tænastu innlagdir og viðgjørdir á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, sum setur seg í samband við serfrøðingar uttanlands í teimum førum, tað ikki er møguligt at fáa samband við føroyska serlæknan.

Neurologurin hevur umleið 1000 viðtalur av 500 sjúklingum um árið, harav teir 100 sjúklingarnir vísa seg ikki at hava neurologiska sjúku.

Á neuromedisinska ambulatoriinum á Landssjúkrahúsinum starvast EEG-assistentur 27,5 tímar um vikuna, men tað verður í løtuni arbeitt við at víðka arbeiðstíðina. Neurologiassistenturin ger EEG-kanningar og hjálpir neurofysiologiska konsulentinum.

Serlækni í neurofysiologi og neuromedicin er settur sum konsulentur 4 dagar 4 ferðir árliga. Hann ger neurofysiologiskar kanningar og metingar í samstarvi við neurologin. Harafturat tekur hesin sær av viðgerðini av sjúklingunum, sum hava Torticollis.

Út frá fólkatalinum og samanberingum við onnur lond er tørvur á 2-3 neurologum, men peningur er ikki settur av til hetta, og harafturat eru møguleikarnir at fáa fleiri neurologar til landið ógvuliga smáir.

2-3 neurologar vildu harafturat økt kravið um fleiri seingjarpláss, terapeutisk starvsfólk og ambulatorium. Hetta eru framtíðarvisjónir, og hevði eisini verið møguligt at arbeitt fyri hesum, um møguleiki var at fáa fatur á tílíkum serlæknum.

Løgtingsmaðurin vísir í viðmerkingunum á nakrar sjúklingabólkar, og hevur landsstýrismaðurin fylgjandi viðmerkingar:

  1. Apopleksi: Á Landssjúkrahúsinum eru ímillum 80 og 90 nýggir tilburðir av apopleksi árliga – Her verður arbeitt fyri, at allir sjúklingar skulu fáa tilboð um CT-skanning innan fyri 24 tímar.
  2. Epilepsi: Tað eru umleið 350 epilepsisjúklingar í Føroyum, sum verða fylgdir í viðtaluni hjá neurologinum og hjá kommunulæknunum.
  3. Parkinson: Av teimum umleið 100 sjúklingunum verða umleið 15 innlagdir árliga á Landssjúkrahúsinum. Hesir verða viðgjørdur í samstarvi við neurologin.
  4. Sclerosa: Tað eru umleið 40 sjúklingar við dissimineraðari sclerosu í Føroyum. Tað er ein avtala millum neurologin og neuromedisinska deild á Ríkissjúkrahúsinum, at sjúklingar, sum møguliga kunnu njóta gott av interferonviðgerð, verða mettir um á Ríkissjúkrahúsinum, áðrenn teir verða settir í viðgerð. Í 2002 byrjaðu tveir sjúklingar í interferonviðgerð soleiðis, at tað íalt eru 5 sjúklingar í hesi viðgerð. Harafturat hevur fyrrverandi landsstýrismaður játtað 5 sjúklingum við dissimineraðari sclerosu viðgerð á sclerosusjúkrahúsinum í Haslev. Í 2001 vóru 3 sjúklingar, meðan tað í 2002 hava verið 4 sjúklingar til hesa viðgerð.
  5. Torticollis: Sjúklingar verða ikki sendir til Danmarkar til viðgerðar fyri hesa sjúku. Sjúklingarnir eru 7 um árið og verða viðgjørdir í føroyska sjúkrahúsverkinum.
  6. Høvuðpína: Tað verður ikki mett at vera grundarlag fyri eini høvuðpínudeild í Føroyum. Nevnast kann, at í øllum Keypmannahavnar umráðnum er bert eitt stað, sum tekur í móti sjúklingum við migrænu/høvuðpínu.

Løgtingsmaðurin vísir á, at kravið til eina nøktandi neurologtænastu er:

Viðvíkjandi tilbúgving so metir landsstýrismaðurin ikki, at grundarlag er fyri neurologiskari døgnvakt, men at sjúklingarnir í fyrstu syftu venda sær til kommunulæknarnar við spurningum, og kunnu hesir síðani vísa sjúklingunum til medisinsku deild ella til serlæknan í neurologi. Tað er ikki soleiðis, at landsstýrismaðurin ikki metir, at tænastan á økinum kann betrast, men hetta má eisini síggjast í ljósinum av eini samlaðari raðfesting innan sjúkrahúsverkið. Landsstýrismaðurin fer tí saman við avvarðandi pørtum at kanna, hvat kann gerast fyri at betra tænastuna á økinum.

Á Landssjúkrahúsinum verða sjúklingar við apoplexi viðgjørdir í fyrstu syftu á vanligu deildunum, og síðani, tá umstøðurnar eru til tað, á E3, har rehabilitering eisini verður gjørd. Har eru fysio- og ergoterapeutar, serútbúnar sjúkrasystrar, talupedagogar og ymiskir serlæknar. Landsstýrismaðurin metir tí, at sjúklingarnir bæði eru í tryggum hondum, og at starvsfólkið hevur relevanta útbúgving at taka sær av sjúklingunum. Annað er, at fleiri ressoursir kundu verið nýttar til rehabilitering sum heild. Sjúkrahúsini vísa á, at stórur tørvur er á rehabiliteringsmøguleikum, bæði hvat viðvíkur medisinskum og kirurgiskum sjúklingum. Landsstýrismaðurin fer tí frameftir saman við avvarðandi pørtum at kanna, um ikki rehabiliteringsparturin í sjúkrahúsverkinum kann styrkjast.

Málið avgreitt.