Fyrispurningur um skúlafráveru í sambandi við ítrótt

100-26 Fyrispurningur til Annlis Bjarkhamar, landsstýrismann, viðvíkjandi skúlafráveru í sambandi við ítrótt

Orðaskifti (riggar ikki)

Ár 2002, mikudagin 11. desember, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Nú tosað verður nógv um fólkaheilsu, tekur landsstýrismaðurin so undir við, at meiri rørsla og ítróttur eru neyðug í skúlunum, og at vit eiga at eggja teimum ungu at røra seg meira í skúla og frítíð?
  2. Hvønn týdning heldur landsstýrismaðurin føroysk ítróttarlandslið hava fyri ta umtalu, sum Føroyar fáa í londum kring allan heim?
  3. Ætlar landsstýrismaðurin, sum varðar av báðum hesum økjum, at syrgja fyri, at serligt fyrilit verður tikið fyri teimum, ið umboða Føroyar á ítróttarlandsliðum, tá miðnámsskúlarnir og hægru skúlarnir gera upp fráveruna hjá hesum næmingum?

Viðmerkingar:
Stórur partur av okkara landsliðum í ítrótti eru mannað við ungum, ið eru undir útbúgving í miðnámsskúlum ella hægri skúlum. Tá landsdystir av ymiskum slagi skulu spælast uttanlands, verða tey skrivað fyri skulk. Hetta kann ikki góðtakast, tá ið tey eru útvald at umboða føroysku tjóðina.

Hjá hesum ungu er talan ikki um skulk vegna manglandi skúlahug. Fyri ungu fólkini, ið eru so heppin at verða úttikin til landslið okkara eftir nærlagdari og miðvísari venjing í nógv ár, er hetta ein heiður.

Kanningar í grannalondunum hava eisini víst, at virkin ung ítróttarfólk yvirhøvur standa seg betur í skúlanum enn ítróttarliga óvirkin ung. Men tað krevur nærlagni og skilagóða umsiting av tíðini hjá teimum ungu, um tey skulu íðka ítrótt á hægsta stigi.

Tað kann tí ikki góðtakast, at Mentamálaráðið umvegis skúlarnar leggur meira trýst á tey ungu við at harta tey fyri fráveru, um tey verða úttikin til landsliðið.

Um ikki landsstýrismaðurin ger okkurt við hetta málið beinanvegin, fer ikki at bera til at senda okkara ungu ítróttarfólk at umboða okkum úti í heimi.

Neyðugt er við broytingum beinanvegin. Sum dømi kann nevnast, at landsliðið í manshondbólti skal til Finlands longu í januar, eins og aðrar landskappingar verða komandi vár og summar, m.a. Oyggjaleikirnir á Guernsey.

Á tingfundi 12. november 2002 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 28. januar 2003 svaraði Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Viðvíkjandi spurningi 1: Eg eri púra samd við spyrjaranum um, at neyðugt er við ítrótti og kropsligum virkni í skúlunum. Eg havi somuleiðis tikið fult undir við uppskoti ÍSF’s um at útnevna 2004 til rørsluár, har lyklaorð eru kropsligt virkni og fólkaheilsa í eini tíð, har øll verða alsamt minni kropsliga virkin – bæði vit vaksnu, men so sanniliga eisini børnini og tey ungu. Umráðandi er tó, at ítróttur í skúlunum ikki bert hevur kapping í sær, men eisini er spæl, har øll hava høvi at luttaka, óansæð fimleika og evni hins einstaka. Stórur dentur verður lagdur á hetta í norðurlendskum høpi, og eiga vit í Føroyum eisini at geva leikinum størri ans.

Sjálvandi eiga vit at eggja børnum og ungum at luttaka í ítrótti, eisini í frítíðini. Ítrótt sum so nógv annað frítíðarvirksemi skapar felagsskapskenslu, ábyrgd og áræði. Ítrótt og annað frítíðarvirksemi er við til at geva teim ungu eitt sosialt innihald uttan fyri skúlan, og kann vera við til at halda tey burtur frá at velja óhepna lívsleið, og hetta er ikki minst umráðandi.

Viðvíkjandi spurningi 2: Ítrótt er kanska meira enn nakað annað besta marknaðarføring, Føroyar kunnu fáa í útlondum, bæði tá úrslitini hava verið góð og minni góð. Føroyska vinnulívið t.d. er av somu sannføring, og til teirra rós brúkar vinnulívið nógvan pening upp á at stuðla ítróttini. Vit hava ein fyrimyndarligan ítróttarungdóm, ið umboðar tjóðina á besta hátt. Umframt fleiri landslið hava vit somuleiðis einstaklingar – ung ítróttatalent og etableraðar elituíðkarar, ið megna at gera vart við seg á altjóða pallinum. Eg eri sannførd um, at fyri ítróttina er altjóða luttøkan av avgerandi týdningi fyri menningini hjá viðkomandi ítróttagrein og íðkarunum, og einki er at ivast í, at tað verða alt fleiri landslið, men eisini fleiri feløg og einstaklingar, sum fara at leggja størri orku í altjóða kappingar og venjingar.

Viðvíkjandi spurningi 3: . Føroysk ítrótt er sermerkt við at hava lutfalsliga stóra breidd og nógvar ítróttagreinir. Spurningurin er tó, hvussu vit samskipa alsamt vaksandi altjóða ítróttaliga virksemið – tað veri seg á landsliðum, í feløgum ella í einstaklingaítróttini – við tað at fylgja skúla og taka útbúgving.

Ásetingar um fráveru og innlating av kravdum skrivligum avrikum á miðnámsskúlunum eru gjørdar út frá eini meting av, hvat krevst av einum næmingi, um hann skal vera førur fyri at standa próvtøku í viðkomandi útbúgving. Øll tíð, ið næmingurin ikki er í skúla, verður skrásett sum frávera. Skilt verður ikki ímillum, hvat fráveran kemur av. Fer næmingurin upp um hámarkið fyri fráveru, vanliga 10% tilsamans, er ásett í kunngerð, at næmingurin skal kunnast um hetta, og hvat avleiðingarnar kunnu verða. Um ein næmingur hevur verið so nógv burtur frá undirvísingini, at hetta kann fáa avleiðingar fyri næmingin, so er tað skúlastjórin, ið, út frá eini heildarmeting av umstøðum og lestrarvirkni næmingsins, kann gera frávik í ásettu avleiðingunum. Tað er ikki Mentamálaráðnum kunnugt, at frávera hjá okkara ítróttarfólki í sambandi við luttøku á landsliðum og øðrum altjóða kappingum hevur fingið tær avleiðingar, at næmingurin er forðaður í síni útbúgving.

Tað er sera trupult at skipa serligar útbúgvingargongdir fyri serliga dugnalig ítrottarfólk uttan so, at útbúgvingartíðin hjá teimum verður longd munandi, um vit ganga eftir tí leisti, sum er kendur eitt nú í Danmark.

Hinvegin hevur Mentamálaráðið í fleiri førum tillagað próvtøkudagarnar hjá ávísum næmingum, sum eru við á føroyskum liðum í altjóða kappingum, hóast hetta hevur øktar útreiðslur til próvtøkur við sær. Hetta ger ráðið ásannandi tann stóra týdning, henda luttøkan hevur fyri tey ungu og fyri Føroyar. Neyðugt er uttan iva í framtíðini, at spurningurin verður nærri greinaður og mannagongdir gjørdar, sum greitt geva boð um, hvussu farast skal fram í slíkum førum, ið spyrjarin kemur inn á.

Málið avgreitt.