Fyrispurningur um sjálvsavgerðarrætt føroyinga

100-27 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi altjóða staðfesting og viðurkenning av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti

Orðaskiftið riggar ikki

Ár 2003, týsdagin 4. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristinu Háfoss, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvør er grundgeving løgmans fyri enn ikki at hava boðað Sameindu Tjóðum (ST) frá løgtingssamtyktini frá 2001 við atliti til sjálvsavgerðarrætt føroyinga ?
  2. Hvønn løgfrøðiligan týdning metir løgmaður eina ST-staðfesting av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti hava ?
  3. Hvussu metir løgmaður, at ein ST-staðfesting av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti vil ávirka rættindini og samráðingarstøðuna hjá føroyskum myndugleikum mótvegis:
    * donskum myndugleikum ?
    * altjóða felagsskapum ?
    * útlondum ?
  4. Hevur løgmaður ætlanir um, at senda áheitan til ST har biðið verður um, at fáa staðfest og viðurkent at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti - um so er, nær ?

Viðmerkingar:
Løgtingið samtykti í 1947 (løgtingsmál nr. X-11/1947: Lóg um Føroya Heimastýri) og aftur í 2001 (løgtingsmál nr. 114/2000: Uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks), at føroyingar eru tjóð við ómissandi sjálvsavgerðarrætti.

Hóast hetta, so hava føroyingar ongantíð verið skrásettir sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti hjá ST.

Føroyska tjóðin lýkur allar tær treytir, ið hava verið settar sum fyritreytir fyri at kunna siga seg hava krav upp á sjálvsavgerðarrætt:

Leggjast kann afturat, at:


Hóast alt soleiðis talar fyri, at føroyingar verða viðurkendir sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti, er eingin áheitan send ST hesum viðvíkjandi.

Hetta kann undra, tí ein ST-staðfesting av tjóðarrættindum føroyinga vildi givið føroyingum rættindi á altjóða støði.

Tjóðir, ið hava rættindi til sjálvsavgerðarrætt, hava nevnliga støðu sum partur í altjóðarætti. Neyðugt er ikki at vera fullveldisríki, men neyðugt er at lúka treytirnar fyri at vera tjóð og at vera altjóða viðurkend sum tjóð.

Tjóðir hava eitt nú rættindi, skyldur og altjóða støðu viðvíkjandi atgongd til millumtjóða felagsskapir og hava somuleiðis rætt til javnbjóðis samráðingar v.m., um ynskt verður at fremja sjálvsavgerðarrættin. Tjóðir hava eisini sjálvsavgerðar- og ræðisrætt yvir tilfeingi sínum v.m.

Í altjóða høpi kunnu allar tjóðir hava ein avgerandi leiklut, og hava føroyingar eisini sett týðilig tekin eftir seg í altjóða høpi innan alskyns virksemi; men uttan møguleika fyri sjálvstøðugum og virknum uttanríkispolitikki verður talan um ein avmarkaðan føroyskan leiklut. Hetta er at harmast um, tí leiklutur Føroya í altjóða høpi er nú meira viðkomandi og týðandi enn nakrantíð.

Ótryggleiki setir dagsskránna í altjóða fjølmiðlunum hvønn dag. Samstundis søkir NATO um loyvi til hernaðarligar útbyggingar í Føroyum og um loyvi til at nýta føroyska loftrúmið til hernaðarlig endamál. Hartil kemur, at fremja føroyingar ikki sín sjálvsavgerðarrætt á trygdarpolitiska økinum, gerast Føroyar - eins og Danmark - í næstum helst partar av felags ES-trygdarpolitikkinum. Alheimsgerðin ber eisini við sær alsamt størri tørv á altjóða samráðingum landanna millum, og fáa limaskapir í altjóða felagsskapum alsamt størri týdning. Ætlanir landsstýrisins at skipa tjóðveldið Føroyar fara eisini at krevja javnbjóðis samráðingar, og somuleiðis eru ætlanir um, at gera broytingar í løgfrøðiligu bindingum millum Føroyar og Danmark.

Føroyar hava tí nú størri tørv enn nakrantíð á at fáa altjóða staðfest tjóðarrættindini soleiðis, at vit fáa tryggjað okkara tjóðarrættindi og kunnu fáa ein virknan og sjálvstøðugan leiklut í altjóða høpi.

Føroyingar, altjóða serfrøðingar og Løgtingið eru samd um, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti. Danska stjórnin er ikki samd - metir ikki, at føroyingar eru tjóð.

Fyri hvønn dag, ið gongur, viðurkenna føroyskir myndugleikar tískil óbeinleiðis, at føroyingar ikki hava altjóða viðurkenning sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Tí er ongantíð ov skjótt at fáa eina altjóða staðfesting av hesum rættindum.

Nú føroyingar hava fingið sjálvstøðugan atlimaskap í ST-felagsskapinum IMO, er hetta eitt avbera gott høvi at heita á ST um at fáa eina endaliga staðfesting av tjóðarrættindum føroyinga. Hetta hevði tryggjað okkum sjálvsavgerðarrætt, rættindi og møguleikar í altjóða høpi, og hevði somuleiðis verið tað mest sjálvsagda stigið at tikið fyri eitt landsstýri, ið hevur sett sær sum mál at skipa tjóðveldið Føroyar. Føroyingar hava alt at vinna og einki at tapa við hesum. 

Hetta reisir omanfyristandandi spurningar.

Á tingfundi 6. februar 2003 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 7. mars 2003 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Lat meg fyrst boða frá, at hetta mál er bæði tengt at politisku og rættarligu viðurskiftum Føroya við umheimin.

Í fyrsta spurningi verður spurt, hvørja grundgeving eg havi fyri ikki at hava boðað Sameindu Tjóðum (ST) frá løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya fólks. Í hesum sambandi vil eg fegin gera vart við, at fráboðanarskyldan er ásett í grein 73(e) í stovningarsáttmála Sameindu Tjóða. Til henda spurning havi eg tvey svar. Fyri tað fyrsta, tað er onganstaðni ásett í løgtingssamtyktini ella nevnt í samgonguskjalinum, at løgtingssamtyktin skal fráboðast ST. Fyri tað næsta, grein 73(e) ásetir, at tað eru limalondini í ST, ið skulu boða ST frá umveldum sínum, sum ikki ráða sær sjálvum (non-selfgoverning territories).

Í øðrum spurningi verður spurt, hvønn løgfrøðiligan týdning eg meti eina ST staðfesting av føroyingum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti hava. Tað er eingin ivi um, at hevði ST gjørt eina tílíka samtykt, hevði tað havt løgfrøðiligar broytingar við sær fyri Føroyar. Føroyar høvdu tá verið settar á ST listan yvir umveldi, sum ikki ráða sær sjálvum (non-selfgoverning territories).

Í triðja spurningi verður spurt, hvussu eg meti, at ein ST staðfesting av Føroyum sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti vil ávirka rættindini og samráðingarstøðuna hjá føroyskum myndugleikum mótvegis donskum myndugleikum, altjóða felagsskapum og útlondum. Eingin ivi er um, at ein staðfesting av hesum slagi hevði givið Føroyum rættindi sum tílík ósjálvstøðug lond hava sambært altjóðarætti. Tá ið ræður um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, meti eg ikki, at veruligar boytingar høvdu verið, sum politiska støðan er millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina í dag. Viðvíkjandi altjóðafelagsskapum og útlondum høvdu neyvan nakrar veruligar broytingar verið, tí at samsvarandi altjóðarætti høvdu uttanríkisviðurskifti Føroya framvegis verið umsitin av Danmark uttan mun til, um ST gjørdi eina samtykt um Føroyar við atliti at grein 73(e) í stovningarsáttmála Sameindu Tjóða.

Í fjórða spurningi verður spurt, um eg fari at senda áheitan til ST til tess at fáa staðfest og viðurkent, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Eg havi nevnt omanfyri, at sambært grein 73(e) áliggur tað limalondunum at boða ST frá ósjálvstøðugum londum undir yvirræði teirra.

Lat meg at enda boða frá, at viðurskiftini millum Føroya Landsstýri og donsku stjórnina eru góð og greið í dag. Eg havi fingið lyfti frá danska forsætisráðharranum, at Føroyar fáa ta skipan, vit ynskja. Í løtuni bendir einki á, at danski forsætisráðharrin ætlar sær at víkja frá lyfti sínum. Við hesum í huga haldi eg, at sum politisku viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru í dag, er einki sum talar fyri at senda eina fráboðan til ST um stjórnarstøðu Føroya.

Málið avgreitt.